Lægsta arbeiðsloysi í seks ár

Hagstova Føroyar hevur í dag kunngjørt nýggjastu tølini fyri arbeiðsleys í Føroyum, og vísa tey, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í oktober var 2,5 prosent.
Sostatt er talan um lægsta arbeiðsloysi í Føroyum síðani januar 2009, tá arbeiðsloysið í landinum var 2,2 prosent.


Um núverandi gongd heldur fram, so er ikki ósannlíkt, at arbeiðsloysið fer niðurum tey 2,2 prosentini frá januar 2009, tí seinasta árið hevur arbeiðsloysið verið í støðugari minking.


Fyrr í ár lá arbeiðsloysið um trý prosent, men fall niður á 2,5 prosent í september, og er óbroytt í oktober.


Í reinum tølum, so skrivar Hagstovan, at talið av arbeiðsleysum er minkað úr 803 fólkum í august til 672 fólk í oktober. Tað eru 259 færri arbeiðsleys enn í oktober í fjør.


Hagtølini vísa eisini, at tað serliga eru kvinnurnar, ið er orsøkin til lækkandi arbeiðsloysið. Við ársbyrjan vóru 4,4 prosent av øllum kvinnum arbeiðsleys, meðan 2,4 prosent av monnunum vóru arbeiðsleysir. Í oktober var talið av arbeiðsleysum kvinnum minkað til 3 prosent, meðan tað hjá monnum var 2 prosent.