Meðan aðrar kommunur kappast um at lækka skattaprosentið, gongur Kvívíkar kommuna nú aðrar leiðir og bjóðar ókeypis barnaansing.
Tilboðið fevnir um ókeypis barnaansing og frítíðarpláss til allar barnafamiljur í kommununi, og tá kunnu altso rættiliga nógvir pengar vera at spara.
Barnansingin kostar í løtuni 1.900 krónur fyri fyrsta barnið, men systkinafrádrátturin er 25 prosent, og fyri frítíðarskúlan verður rindað 1.100 krónur fyri hvørt barnið.
Er talan um eina familju við trimum børnum, har tvey ganga á dagstovni og eitt í frítíðarskúla, fer hendan familjan at spara 4.150 krónur um mánaðin ella slakar 50.000 skattafríar krónur um árið.
- Nú fólkatalið hevur staðið í stað í nógv ár, vilja vit lívga um okkara borgarar við at bjóða teimum betri tænastu, sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri, sum var gestur í Rás 2 í dag.
Skattaprosentið í Kvívíkar kommunu er 21 og barnafrádrátturin 4.000 krónur um árið, og kommunan er væl fyri, tí skuldin er bara 11 milliónir krónur, sum er væl minni enn helvtin av eini álíkning.