Gult kort til Jóan Símun í Vejle-tapi

Vejle er ikki á uppflytingarplássi longur aftaná tapið ímóti Lyngby

Vejle vitjaði á útivølli í Lyngby í kvøld í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen vóru við frá byrjan, og var setningurin at vinna á Lyngby, og fara framvið AC Horsens, sum er á triðja plássi, sum gevur uppflyting til superliguna komandi kappingarár. Men setningurin var ikki greiddur hjá Vejle.

 

Vejle tapti 0-1 ímóti Lyngby. David Boysen skeyt sigursmálið í 41. minutti. Mads Gabel hjá Lyngby var vístur av vølli í 53. minutti, men tað megnaði Vejle ikki at gagnnýta.

 

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat var Martin Svensson hjá Vejle vístur av vølli. Í øllum rokanum ta seinastu løtuna fekk Jóan Símun Edmundsson eisini tað gula kortið. Vejle Amts Folkeblad metir, at hetta merkir, at Jóan Símun er leikbannaður komandi dyst. 

 

Komandi leygardag spælir Vejle tann seinasta heimadystin áðrenn vetrarsteðgin. Tá vitjar Silkeborg á leikvøllinum í Vejle. 

 

Lyngby er á odda við 38 stigum. Nummar tvey er liðið hjá Halli Hanssyni og René S. Joensen, Vendsyssel FF við 36 stigum. AC Horsens er nummar trý við 31 stigum, og Vejle er nummar fýra við 30 stigum.