- Dekkaraparturin umborð hjá okkum í ár liggur um 680.000-690.000 krónur, sigur Mortan Mortensen, skipari á frystilínuskipinum Kambi.
Skiparin er sera væl nøgdur við árið, ið fer, har Kambur hevur fiskað fyri stívliga 30,7 miljónir krónur, sum er met hjá skipinum.
- Vit gjørdu tað hampiliga gott á Flemish Kap í fjør vetur, og tað gekk væl í Eysturgrønlandi, sigur Mortan Mortensen, sum letur væl at gongdini í ár sum heild.
Hann hevur verið línuskipari í mong ár, men ongantíð hevur hann fiskað fyri eitt veiðivirðið, sum líkist árinum í ár.
- Minnist eg rætt, fiskaðu vit eitt árið við línuskipinum Sigmundi fyri 20,7 miljónir krónur, sum eisini var eitt óføra gott ár.
Mortan Mortensen heldur seg minnast, at línuskipið Pison júst hetta árið eisini hevði eitt enn størri veiðivirðið, tí teir gjørdu fleiri góðar toskatúrar á Føroyabanka.
Tá in.fo vísir á, at Pison hevði eitt serliga gott heyst á Føroyabanka í 2003, heldur hann, at tað júst var hetta árið, ið royndist so avbera væl hjá pørtum av føroyska línuskipaflotanum.