tíbetur ehvði valt at varpa beinleiðis, heldur enn at senda forskotið, soleiðis sum tað annars hevur verið gjørt ígjøgnum kappingina. Efitr eina heldur javna byrjan, har liðini bæði royndu at finna út av taktiska [...] syrgja fyri, at talan kortini gjørdist um gull. Eftir at tað leingi hevði gingið heilt javnt fyri seg, kundi Danmark tríggjar ferðir á rað kontra seg til mál í seinna hálvleiki, soleiðis at tær tíggju minuttir [...] sum hevur verið framt seinastu árini er heldur einki at ivast í, at tær eisini halda sær á tindunum komandi árini. Tríggjar millum tær bestu Sum vera man, so merktist danski sigurin eisini, tá fjølmiðlarnir
hevur Sjúrður Skaale í tí, at sokallaði vegskatturin einki annað er enn ognarskattur á tey, sum eiga bilar, og rætt hevur Aksel V. Johannesen í tí, at rættari hevði verið at tikið av hendan ognarskattin [...] gjaldið oman á brennievnið. Tá verða tað tey, sum brúka og slíta vegirnar, sum gjalda, sum landsstýrismaðurin so væl sigur. Og hvat er meira nátúrligt, enn tað? Sjúrður Skaale førir fram, at tað er sera [...] sum als ikki nýta brennievni - tí »gjaldið var alt ov lágt«, vildu tey vera við. Harvið hevur Javnaðarflokkurin so staðfest, at hann gongur inn fyri høgum ognarskatti á bæði bilar og viðfestisvognar
og um døgurðaleitið varð lagt til brots við bólkaspælinum. Favorittarnir fullu at enda Bólkarnir vórðu skipaðir soleiðis, at øll liðini sum minimum fingu tríggjar dystir. Í teimum bólkunum, har fýra lið [...] vunnu seg víðari. Tað stóð skjótt greitt, at hálvfinalurnar gjørdust nakað væl meira varisligar, enn restin av kappingini hevði verið. EB/Streymur megnaði tó at vinna 1-0 á HB, og tá KÍ basti B71 2-1, stóð [...] beyðst, og bara ein minutt fyri floytuna eydnaðist Erlingi Fles at senda ein slíkan í kassan. Tann munin megnaði EB/Streymur ongan tíð at vinna aftur, og so kundu klaksvíkingar taka ímóti kekkinum á 15
øðrum. Skálavík er í rúkandi menning, og tað verður spennandi at fylgja við, hvussu alt tað, sum nú er í gongd, fer at taka seg út og fer at flyta bygdina fram á leið. ##med2## ##med3## ##med4## [...] tú í hesum døgum eitt sindur spyrjandi. Spurningurin, tú setir tær, er, hvussu tað ber til, at so nógv kann vera í gongd í senn í einari bygd, sum ikki telur meira enn sløk 150 fólk. Fara vit nøkur ár aftur [...] ásannaðu tey, at spillivatnið – og vatnið í sínari heild – er krumptappurin í menningini av vinnulívinum í bygdini. Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, hevur áður sagt, at tað verður
ogna sær appir og spøl til talgildu tólini, verður meirvirðisgjald lagt oman á gjaldið. Av røttum eigur meirvirðisgjaldið at vera borið landskassanum aftur, men í løtuni rennur peningurin beint av landinum [...] stroymingstænastur, umframt at húsfólkini keypa fleiri appir, forrit og spøl til sínar teldur, snildfonir, teldlar og stýristøðir (t.d. Playstation). Í kanningini verður hugt nærri at, hvussu nógv hesar tænasturnar [...] hent í málinum, og framvegis manglar ein dagføring av lóggávuni, umframt at seta av neyðugu umsitingarligu orkuna, soleiðis at hesir pengarnir ikki fara av landinum sum nú, sigur Sjúrður Skaale. Tá føroyingar
vindeygað, helt eg, at her var so ónatúrliga vakurt, at hetta kundi eg gott tonkt mær at mála. Pápi bað meg fara inn í kontórið, ið var beint við, og fekk eg lørift, málarakassa og alt oman. Málað varð um kvøldið [...] men eg kutaði av tí skjótt, av tí at eg sá tað ikki var balanca. Tað var ov nógvur sjógvur. Tí so skuldi tað verið hús eisini, men eg vildi heldur, at tað skuldi vera soleiðis. Ja, har er eingin bátur [...] var perfekt - akkurát sum tað var tað fyrsta kvøldið. Tá ið so málningurin varð liðugur segði pápi, at Tryggingin vildi keypa málningin. Og væl var eisini rindað í mun til, hvat eg tá fekk fyri bíløtini
henni væl og tá realskúli varð settur á stovn um tað mundið tá hon var um at vera liðug at ganga í skúla, heppnaðist tað henni eisini at fáa realprógv og eina góða barlast við í lívinum. Mamma arbeiddi ymiskt [...] Djurhuus, skald fyri, at mamma fekk eina lítla sømdargávu frá landsstýrinum fyri tænastuna undir krígnum. Øll míni barnaár vóru sera trygg, tí eg, sum flestu á mínum aldri vóru so heppin at hava mammu heima [...] um stendur tó "vognmand". Tað var tó soleiðis, at Óli beiggi hansara byrjaði taxakoyring og pápi og vinmenn koyrdu fyri Óla, til pápi sjálvur byrjaði at koyra taxakoyring. Men seint undir krígnum fór hann
eitt sindur aftur við at taka tann góða bøin til byggilendi. Poul Grunnveit, borgarstjóri í Haldarsvíkar Kommunu, sigur, at nýggj byggisamtykt er ávegis í Haldarsvík. Væntandi fer hon at verða klár og framløgd [...] verður bygt á, er eitt sindur víðkað, sigur Poul Grunnveit. Orsøkin er, sigur hann, at tann, sum nú hevur reist, vildi sleppa at byggja á ávísum stað, sum tá ikki var umfatað av útstykkingini. Umframt tað húsið [...] grundstykki tøkt í løtuni. Men áhugi tykist vera, og arbeitt verður við einihvørji loysn, sigur Poul Grunnveit, borgarstjóri. Trupulleikin í Tjørnuvík er tann, sigur hann, at har er so lítið byggilendi. Tað, sum
Eg plagdi at hyggja at, tá omma mjólkaði kúnni. Eg minnist, hvussu reina eg helt mjólkina vera. Kúgvin var so rikin út í hagan um morgunin og heim aftur um kvøldið. Omma var ikki so nógv at síggja úti [...] Sunnudagar fór hon í kirkju. Tað var ikki altíð stuttligt at koyra til Gjáar. Tað kundi vera nógvur kavi og nógvur vindur. Abbi plagdi mangan at minna meg á, tá ið tað var ivaveður, hvussu glaður eg var [...] omma tala at, men samstundis smíltist hon. Tá ið fjøllini vórðu gingin, plagdi omma at koma á rættina við drekka og pannikøkum. Tá seyðurin var fingin heim og flettur, vóru vemburnar bornar oman á áarbakkan
í gongini standa eisini nógv fólk. Tey eru øll komin fyri at minnast ein av sínum kæru, sum nú er farin hiðani av foldum. Klokkan er um at vera fimm, tá ein maður kemur inn gjøgnum dyrnar. Hann gongur [...] Sama ørindi At Henry yvirhøvur byrjaði at spæla urgu á Landssjúkrahúsinum komst av einum fyrispurningi frá táverandi varabiskupi, Jákupi Joensen. Hann spurdi Henry, um hesin var sinnaður at átaka sær [...] Skipanin var tá hon, at presturin, sum hevði gudstænastu í Havnar kirkju, hevði fyrst eina andakt á Landssjúkrahúsinum. Hesa tænastu røkti Henry til fulnar. Tá so farið varð undir at hava andaktir runt á