EM-hondbóltur
Við Rikke Hørlykke í einum óvæntaðum sentralum leikluti sum spælskipari fram um Kristine Andersen, og við einari - enn einaferð - stórspælandi Karin Mortensen í málinuml, eydnaðist tað sunnudagin Danmark at seta seg á trúnuna sum besta hondbóltslið í Europa.
Hetta hendi í eini norðurlendskari finalu, har Noreg ikki óvæntað var mótstøðuliðið.
Undirhaldandi finala
Talan var um ein spennandi dyst, sum svF tíbetur ehvði valt at varpa beinleiðis, heldur enn at senda forskotið, soleiðis sum tað annars hevur verið gjørt ígjøgnum kappingina. Efitr eina heldur javna byrjan, har liðini bæði royndu at finna út av taktiska upplegginum og styrkini annars hjá liðunum báðum, toktist tað gera munin, tá Rikke Hørlykke varð send á vøllin sum spælskipari fyri Kristine Andersen.
Við stórspæli og vøkrum málum var Rikke høvuðspersónurin aftan fyri donsku leiðsluna, sum eitt skifti gjørdist fýra mál, men tá Noreg hóast undirtalsstøðu fekk minkað um munin beint fyri steðgin,
Í seinna hálvleiki tóktist tað, sum um norska takið beint fyri steðgin hevði skelkað donsku genturnar nakað, og tá Noreg í løtunum eftir steðgin vann seg upp á liðina á teimum, fór av álvara at standa á.
Noreg hevur í fleiri ár havt kanska besta kvinnuliga málverjan í heiminum við Heidi Tjugum, og hon stóð eisini sum vant ein branddyst í finaluni, men ráð vóru koritni fyri hesum. Í Karin Mortensen hevur liðið fingið ein málverja í heilt avgjørdum heimsflokki, og tá mest stóð á kundi hon saman við liði sínum syrgja fyri, at talan kortini gjørdist um gull. Eftir at tað leingi hevði gingið heilt javnt fyri seg, kundi Danmark tríggjar ferðir á rað kontra seg til mál í seinna hálvleiki, soleiðis at tær tíggju minuttir fyri leiklok aftur høvdu vunnið sær eina hampuliga leiðslu.
Hesa megnaðu norsku kvinnurnar ongan tíð at taka aftur, og sum vera man, so var lagið á heimaáskoðarunum í Arenaini í Århus av tí allarbesta, tá seinasta bríkslið ljóðaði.
Gloymdar vóru allar skolurnar, sum seinastu tíðina hava verið oystar oman yvir venjaran, Jan Pytlick, og hansara úttøku. Danmark hevur aftur víst, at tær teljast ímillum avgjørt sterkastu tjóðirnar í heiminum, og við ættarliðsskiftinum, sum hevur verið framt seinastu árini er heldur einki at ivast í, at tær eisini halda sær á tindunum komandi árini.
Tríggjar millum tær bestu
Sum vera man, so merktist danski sigurin eisini, tá fjølmiðlarnir eftir EM-kappingina skuldu gera av, hvørjir leikarar høvdu verið teir bestu.
Siður er, at eitt sonevnd all-star lið verður sett, og hesa ferð áttu danir tríggjar av teimum sjey leikarunum, sum vórðu kosnar sum tær bestu. Umframt sjálvsagda málverja sessin hjá Karin Mortensen varð Line Daugaard kosin sum besti vongurin í kappingini, meðan Kristine Andersen mundi kenna tað sum eitt stórt herðaklapp at verða kosin sum besti miðspælarin. Ikki minst eftir finaludystin, sum avgjørt ikki var hennara besti.
Hinar á stjørnuliðnum vóru Ausra Fridrikas úr Eysturríki, Stephanie Cano úr Fraklandi, Carolina Rosenberg úr Noreg og russiska Ludmila Bodnieva.









