Kommunutíðindi
Langasandi:
Haldarsvíkar Kommuna stykkjar út á Langasandi. 13 grundstykki eru í ætlanini, og fyrsta húsið er reist.
Poul Grunnveit, borgarstjóri í Haldarvíkar Kommunu, sigur, at seinasta húsið varð bygt á Langasandi einaferð í áttatiárunum.
Haldarsvíkar Komuna gjørdi eina útstykking fyri nøkrum árum síðan, men har varð ongantíð nakað bygt, sigur borgarstjórin.
Útstykkingin, sum nú verður bygt á, er eitt sindur víðkað, sigur Poul Grunnveit. Orsøkin er, sigur hann, at tann, sum nú hevur reist, vildi sleppa at byggja á ávísum stað, sum tá ikki var umfatað av útstykkingini.
Umframt tað húsið, sum í dag er reist, er eitt stykkið planerað, eitt er grivið út, umframt eitt, sum er umbiðið.
Umframt sethúsabyggingina verður eisini eitt spælipláss gjørt á økinum, sigur borgarstjórin.
Tríggjar bygdir eru í Haldarvsíkar Kommunu. Haldarsvík, Tjørnuvík og Langasandur. Umframt útstykkingina á Langasandi, eru eini fimm grundstykki tøk í Haldarsvík, sigur borgarstjórin
Í Tjørnuvík er einki grundstykki tøkt í løtuni. Men áhugi tykist vera, og arbeitt verður við einihvørji loysn, sigur Poul Grunnveit, borgarstjóri. Trupulleikin í Tjørnuvík er tann, sigur hann, at har er so lítið byggilendi. Tað, sum er, er góður bøur, og teir hava líkasum hildið seg eitt sindur aftur við at taka tann góða bøin til byggilendi.
Poul Grunnveit, borgarstjóri í Haldarsvíkar Kommunu, sigur, at nýggj byggisamtykt er ávegis í Haldarsvík. Væntandi fer hon at verða klár og framløgd í ár. Eitt øki verður lagt av til sethúsabygging oman fyri bygdina í Vík, sigur hann.
Ananrs hevur Haldarsvíkar Kommuna loyst skúlatrupulleikan, sum kommunan, eins og flest allar kommunur í landinum, kom í av nýggju fólkaskúlalógini.
Haldarsvíkar Kommuna keypti húsini á Bø til skúlabrúks. Poul Grunnveit sigur, at saman við gamla skúlanum í Vík nøkta tey húsini nú tørvin. sum er.
Í gamla skúla eru tvær skúlastovur, meðan eins skúlastova umframt serstovur eru á Bø. Í miðhæddini eru ein vanlig skúlastova og ein teldustova, meðan smíðstova og ein stova til natúr og tøkni er í kjallaranum. Tað ganga umleið 25 børn úr Hardarsvík og av Langasandi í Skúla í Vík, og tríggir lærarar eru. Ein er tó í hálvtíðarstarvi.
Í Tjørnuvík er eisini skúli, har eini fimm børn ganga hjá einum lærara, upplýsir borgarstjórin.
Poul Grunnveit sigur, at tá farið varð í skúla á Bø, stóðu húsini kommununi í umleið 800.000,- til 900.000,- krónum við keypi og innrætting.