Leikar urgu fyri teimum deyðu

Heilt síðani 1966 hevur Henry D. Joensen av Argjum røkt starvið sum urguleikari á Landssjúkrahúsinum. Tá er talan bæði um gudstænastur á teimum ymisku deildunum og seinni, tá ið Johan Johansen legði frá sær, andaktirnar í Kapellinum.

Kapellið á Landssjúkrahúsinum er fullsett av fólki. Úti í gongini standa eisini nógv fólk. Tey eru øll komin fyri at minnast ein av sínum kæru, sum nú er farin hiðani av foldum.
Klokkan er um at vera fimm, tá ein maður kemur inn gjøgnum dyrnar. Hann gongur hábærsliga yvir móti næstringunum hjá honum, sum liggur í kistuni har miðskeiðis á gólvinum.
Hann heilsar uppá tey øll, og fer síðani fram við altarinum og setur seg við urguna. Hann tendrar ljós og urgu, blaðar í eini nótabók og er so til reiðar. Nú er bara eftir at bíða, til klokkan gerst fimm.
Ein lítlan minutt seinni hyggur hann eftir urinum, setur seg væl til rættis við urguna, trýstir á tangentarnar og nú ljóma fyrstu tónarnir av vælkenda sanginum Amacing Grace.
Løtan er serstøk í dag, tí ein ungdómur er hann, sum nú skal úr kapellinum og í kirkjuna, har jarðarferðin skal vera dagin eftir.
Lagið hevur ein syrgnan dám yvir sær, men vísir samstundis á náðina, sum vit eiga í trúnni á Jesus. Seinasti tónin fer út í Kapellið, steðgar har eina løtu, áðrenn prestur fær orðið at boða frá fyrsta sálminum henda dagin.
Henry er klárur beinan vegin og hegnisliga spælir hann sein­astu tvær linjurnar av sálminum.
Og so er fólkið í Kapellinum við í sálmasanginum.
Sama ørindi
At Henry yvirhøvur byrj­aði at spæla urgu á Landssjúkra­húsinum komst av einum fyri­spurningi frá táverandi vara­biskupi, Jákupi Joensen.
Hann spurdi Henry, um hesin var sinnaður at átaka sær eina uppgávu sum urguleikari við gudstænasturnar sunnumorgnar. Skipanin var tá hon, at presturin, sum hevði gudstænastu í Havnar kirkju, hevði fyrst eina andakt á Landssjúkrahúsinum.
Hesa tænastu røkti Henry til fulnar. Tá so farið varð undir at hava andaktir runt á teimum ymisku deildunum eisini, var tað bara natúrligt, at Henry eisini fór undir hesa tænastuna í 1975, sum Ejvind Vilhelm, varabiskupur, hevði fingið í lag við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Í dag verða andaktirnar á Lands­sjúkrahúsinum hildnar hósdag  tvær á sjálvum Lands­sjúkrahúsinum og ein á Røktar­deildini. Sálmarnir skifta her eftir prædikutekstinum, men ein serstakur sálmur verður kortini altíð sungin at enda.
 Tá vit eru á Lands­sjúkra­húsinum, syngja vit altíð sálma­versið Rita navn títt mær í hjarta, og tá vit so fara oman á Røktardeildina, syngja vit sálmaversið á donskum  Skriv dig Jesus på mit hjerte.
 Tey gomlu duga øll hetta sálmaversið uttanat, og syngja tí við av hjarta. Tá er stuttligt at spæla undir, sigur Henry. Hann veit ikki, hvussu mangar ferðir hann hevur spælt júst hetta sálmavers, men tað man vera nakrar hundrað ferðir.
Hóast Henry er vorðin 69 ár, so hevur hann ongar ætlanir um at gevast við hesi trúføstu tænastu síni.
 Jákup Kass, prestur, segði einaferð í práti við meg, at hasa tænastuna kanst tú saktans røkja til tú verður 85 ár. Tað veit eg nú ikki, tí Alt í føðurhendi er!
 Hetta er ikki nakað strævið arbeiði, tað má eg siga. Men tað krevur hinvegin, at ein altíð er tøkur, tá boð eru eftir einum, sigur Henry D. Joensen.


Navn: Henry D. Joensen
Aldur: Føddur 6/7 1936 í Fámjin
Giftur: Katrin N. Joensen.
Børn: Jón Magnus, Bergur og Heðin Rasmus.
Starv: Einalærari í Fámjin 1960-1965. Deknur og urguleikari har næstan øll árini. Lærari við Argja skúla 1965-1998
Annað: Urguleikari og deknur við Argja kirkju í mong ár. Urguleikari í Kirkjugarðskapellinum í samfull 25 ár.
Heiður: Tænastumedalje í silvuri frá hennara hátign Margrethu drotning 20. juni 2005.