Innandura FM
Spenningurin og intensiteturin var stórur, tá óalmenna FM-kappingin í innandura fótbólti. 14 fótbóltsfeløg úr øllum landinum høvdu teknað til kappingina, sum Jákup á Borg hevði tikið stig til, og um døgurðaleitið varð lagt til brots við bólkaspælinum.
Favorittarnir fullu at enda
Bólkarnir vórðu skipaðir soleiðis, at øll liðini sum minimum fingu tríggjar dystir. Í teimum bólkunum, har fýra lið vóru, varð spælt einaferð móti hvørjum øðrum, meðan bólkarnir við trimum liðum í hvørjum spældu dupult-umfar.
Síðani varð kappingin skipað í tveimum fjórðingsfinalubólkum, har EB/Streymur, KÍ, HB og B71 vunnu seg víðari.
Tað stóð skjótt greitt, at hálvfinalurnar gjørdust nakað væl meira varisligar, enn restin av kappingini hevði verið. EB/Streymur megnaði tó at vinna 1-0 á HB, og tá KÍ basti B71 2-1, stóð greitt, hvør skuldi spæla finaluna.
Flestu mundu rokna EB/Streym sum favorittar. Liðið hevði stóran part av kappingini sýnt framúr hegni til innandura-spælið. Við Hans Paula Samuelsen og Bárði Olsen hevði liðið eisini tveir av bestu spælarunum í kappingini. Og ikki minst, so høvdu teir í fjórðingsfinalubólkinum vunnið tryggan 3-0 sigur á KÍ.
Klaksvíkingarnir vildu tað tó øðrvísi. Einamest, so tóktust teir vera betri fyri til finaluna, har EB/Streymur av ótta fyri mistøkum mest sum einki kreativt skapti. Klaksvíkingar hinvegin hildu fast um sítt konsept í spælinum. Við stuttum og neyvum sendingum, varð bólturin hildin í egnari røð, inn til onkur møguleiki beyðst, og bara ein minutt fyri floytuna eydnaðist Erlingi Fles at senda ein slíkan í kassan. Tann munin megnaði EB/Streymur ongan tíð at vinna aftur, og so kundu klaksvíkingar taka ímóti kekkinum á 15.000 kr., sum Føroya Banki hevði latið vinnandi felagnum. Ein kekkur, sum er ætlaður at nýta til ungdómsarbeiðið hjá felagnum.
Í dystinum um bronsuna vann B71 brotssparkskapping á HB.
Steyp til teir bestu
Eftir kappingina fingu spælararnir so eisini loyvi til at taka sær av løttum. Í HB-húsinum varð búgvið borð, soleiðis at spælararnir kundu fáa nakað av orku aftur í kroppin, og seinni um kvøldið varð so skipað fyri fótbóltsdansi á ítróttarcaféini, Cippo.
Áðrenn spælararnir sluppu oman í Miðbýin, skuldu tó tvey steyp afturat finna sín eigara. Besti málskjúttin skuldi kjósast, og her staðfestu hagtølini, at tveir spælarar vóru javnir. Sjúrður Jacobsen hevði skotið fýra mál í teimum seks dystunum, sum NSÍ spældi, og hann stóð leingi til at vinna gylta skógvin, men Erling Fles vildi tað tó øðrvísi. Tá mest stóð á hjá KÍ, snaraði hann lissurnar heilt at ristini, og við báðum málunum í hálvfinaluni og við avgerandi málinum í finaluni vann hann seg eisini upp á fýra mál. So í so máta gjørdist kappingin eitt steyp dýrari, enn fyrireikararnir ætlaðu.
Eisini skuldi besti spælarin í kappingini kjósast, og varð hetta gjørt av einum mini-paneli, sum hevði fylgt við í kappingini. Her vóru nakrir um boðið, men semja varð tó um, at Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevði verið framúr. Og tað mundu tað nú ikki vera so nógv, sum vóru ósamd í.