Ognarskatt á brennievni

Eirikur Lindenskov

Í síðstu viku segði Aksel V. Jo­hanne­sen, fíggjarmálaráðharri, seg vilja taka av ognarskattin á bilar, sum Sjúrður Skaale kallar tað í einum av sínum viðkomandi fyrispurningum til landsstýrismannin. Rætt hevur Sjúrð­ur Skaale í tí, at sokallaði veg­skatturin einki annað er enn ognar­skattur á tey, sum eiga bilar, og rætt hevur Aksel V. Johannesen í tí, at rættari hevði verið at tikið av hendan ognarskattin og lagt gjaldið oman á brennievnið. Tá verða tað tey, sum brúka og slíta vegirnar, sum gjalda, sum landsstýrismaðurin so væl sigur. Og hvat er meira nátúr­ligt, enn tað?
Sjúrður Skaale førir fram, at tað er sera ymist, hvussu nógv rindast skal fyri vektgjald, alt eftir stødd, slag av bili, og, ikki minst, hvat fyri slag av brennievni, ið nýtt verður.
Her kann so leggjast afturat, at meðan Javnaðarflokkurin hevur sit­­ið við valdið, hevur landsstýrið sjey- ella áttafaldað »ognarskattin« á við­festis­vognar - sum als ikki nýta brennievni - tí »gjaldið var alt ov lágt«, vildu tey vera við. Har­við hevur Javnaðar­flokkurin so stað­fest, at hann gongur inn fyri høgum ognarskatti á bæði bilar og við­festis­vognar, sum valla slíta nógvar vegir.
Men soleiðis er tað so mangan. Eitt gjald verður ásett til tess at fíggja eitt ávíst virksemi, og so verð­ur skrúvan uttan enda brúkt, til vit brádliga sita við einum stór­um gjaldi, sum ikki er annað enn ognarskattur.
Miðskeiðis í áttatiárunum var neyð­ugt hjá Løgtinginum at sam­tykkja nakrar inntøkurlógir, tí pengar vantaðu í landskassanum. Tá varð eitt oljuavgjald uppfunnið. Hetta skuldi bara vera fyribils – og tað var so rættvíst, tí øll skuldu gjalda tað sama, 75 oyru fyri liturin í eina tíð, men gakk. Gjaldið stendur við enn – og nú hava okkara politik­arar umdoypt tað til eitt »um­hvørvisgjald«, hóast endamálið bara var at útvega lands­kassanum fleiri pengar.
Men hetta er gongdin í før­oysk­um politikki. Sjáldan er talan um gjøg­num­hugsaðar loysnir – ella breið­ar semjur millum flokkar, at »so­leiðis vilja vit gera«. Heldur verða nakrar ad hoc loysnir funnar, og so verður bara hildið fast við tær – og skrúvan uttan enda misbrúkt.
Viðvíkjandi vegskattinum, so kundi hann bara verið avtikin. Eing­in orsøk er til at hava ognar­skatt, tá vit ikki vilja hava ognar­skatt, tá Løg­tingið heldur ikki torir at kalla tað ognarskatt, og tá skipanin sambært lands­stýris­manninum er alt ov dýr. Nú kundu politikarar gjørt sum við oljuavgjaldinum á sinni, álagt eitt umhvørvisgjald ella ein um­hvørvis­skatt á bensin og diesel. Soleiðis var tað tann, sum brúkti, sum betalti - eisini útlendingar!
So her er eitt upplagt mál hjá Aksel V. Johannesen at broyta. Akstovan sleppur undan miklum stríði, og brúkarin sleppur undan ognarskatti. Tann, sum brúkar vegirnar, rindar, og tann, sum brúkar vegirnar meira - ella slítur teir meira við tyngri akførum, rindar uppaftur meira. Og lands­kassin fær tað sama inn.