lagið". Fyri at læra børnini at ganga syngja vit í barnagarðinum um at vinstra og høgra bein mugu samstarva fyri, at vit kunnu finna rætta lagið. Stóran part av farnu øld var semja um, at tað var rætta [...] ið hava sítt grundarlag í evnum, sum klassisku flokkarnir ikki megnaðu at taka til sín. Persónliga minnist eg, at eg talaði ímóti, at vit Konservativu fóru ov sterkt út í kjakið um innflytararnar í Danmark [...] málini gera eisini sítt til, at býtið millum høgra og vinstra í politikki gerst kámari og kámari. Nýggju málini seta øðrvísi krøv til flokkarnar til áhaldandi at menna seg fyri at fylgja við. Ein av gomlu
ein son, tvey ommubørn og ein langommuson. Ikki sæst á Margit, at hon hevur verið álvarsliga sjúk, tí hon er bæði løtt røsk og - satt at siga hevur hon prátingarlag og fimi sum eitt ungfólk. Annars dámar [...] nógv fyri at halda seg kunnaðan við vikubløðum og avísum. Tað er altíð hugnaligt at koma inn á gólvið hjá Margit; hon eigur altíð ein góðan kaffimunn, og tað liggur væl fyri hjá henni at siga frá gomlum [...] urtagarðinum, og hevur hon verið við til at røkja hann so mikið væl, at hann í 2002 vann eitt 3. pláss í urtagarðskappingini hjá Fuglafjarðar Kommunu. Margit dámar eisini væl at lesa - gjarna stutt- og skaldsøgur
tó, at Skipaeftirlitið ikki hevur kannað - og ei heldur sett sær sjálvum spurningin - um tað ikki er sannlíkt at brúgvamanningin sigur satt, tá hon hevur vitnað, at manøvrupultarnir ikki virkaðu, at ongin [...] manna. Ein kann fara so langt sum at siga, at krøvini til álit og trúvirðið herðast í førum, har ein almennur myndugleiki skal virka sum kanningarmyndugleiki. Sum dømi um, at samsvar ikki er millum tað, ið [...] ið í sama reglubroti, at tað "bar væl til at fáa skipið upp móti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn". Hvussu væl? Ordiliga væl? Akkurát? Ringt hjá mær og øðrum lesarum at meta um, men Skipaeftirlitiði
sínari søgu, og hvussu hon hevur lært at liva við smittuni. ? At vera beisk og angra nyttar onki. Eg veit, at ábyrgdin var mín egna, og eg kann takka mær sjálvari fyri, at eg bleiv smittað, sigur ein sera avklárað [...] byrjaði við, at ein vinkona hjá henni ringdi til hana og segði, at ein gamal drongur hjá henni hevði ringt og boðað frá, at hann var HIV smittaður, og tískil átti vinkonan hjá Brit eisini at farið og kannað [...] manninum, so hon gjørdi av at lata seg kanna. Hon var ikki nakað serliga bangin, tí hon dugdi ikki at ímynda sær, at hon varð vorðin smittað, tí stutt eftir fekk vinkonan tey boðini, at hon ikki var. Men Brit
forsætismálaráðið at tilnevna fólk úr Innlendismálaráðnum, so møguliga er politiska støðan millum Føroyar og Danmark ein orsøk til valið av mær. Men satt at siga tími eg ikki at leggja meg út at tulka, hví valið [...] gloyma danir, og hetta vónar hann at gera nakað við. -Eg ætli at virka fyri, at fáa danir gerast meira tilvitaðar um Føroyar. Eg vóni, at eg í størri mun kann fáa danir at skilja og dáma føroyingar, sigur Søren [...] dugir ikki í løtuni at siga, um føroyingar kunnu vænta sær broytingar í arbeiðinum hjá ríkisumboðnum , eftir at hann tekur við starvinum 1. august komandi ár. -Fremsta uppgávan verður at vera millummaður
blind og fær tey at halda uppat at hugsa, og tí byrja tey bara at sláa eftir tí, sum er lættast at raka. Ein onnur orsøk kann vera, at flestu føroyingar helst ikki vilja verða mintir á, at hetta landið ikki [...] Kalpana. - Jú, eg var spent at flyta til Føroyar, men eg má viðganga, at tankin um, at eg nú umsíðir slapp at vera saman við Abraham, gjørdi tað munandi meir freistandi at flyta so langt heimanífrá til [...] tað ber til at siga, at tú tekur títt hjúnaband í størri álvara undir slíkum umstøðum. Eg veit bara, at fyri meg er okkara hjúnaband ótrúliga virðismikið, og eg eri í grundini sannførd um, at tað hevði yvirlivað
skinklar og vinglar seg gjøgnum eina kakafoni av óljóði fáa tey at bøna og biðja teg um at sløkkja. Eg brúki ofta at seta Waits á, fyri at læra nakað um fólk. Serliga svaku eksperimenterandi og ørir sangir [...] gerast reinir Waitsfans. Tað krevur nakað serligt, vit kunnu siga, eini serlig evni at opna seg fyri Waits, ið er ein fyritreyt, áðrenn fólk læra at dáma hendan amerikanska tónleikara. Maðurin hevur reint tekniskt [...] orkestrið at ljóða sum um eini fimm gamlir og slitnir bumsar eru farnir at spæla skítfullir. Næstu løtuna syngur hann pathosfyltar syrgiligar sangir, meðan hann í næsta sanginum er hann aftur farin at ivast
ein málverja, sum er dugnaligur til at kasta út til viðleikararnar. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at Dejan var tann leikarin á liðnum hjá vestmenningum, sum átti flestu málgevandi avl [...] leikari og toppskjútti í bestu deildini, er eyðsæð, at stórskjúttin langt frá livdi upp til tað, sum vit vita at hann kann. Hinvegin tóktist hann tyngdur av, at tað gongst so mikið illa hjá Neistanum, og tað [...] seks, so at neistamenn nú liggjan einsamallir í botninum í Atlantic Airways kappingini. Komandi vikuskiftið skal Neistin á vitjan hjá júst strandingum, og spennandi verður at vita, hvussu tað fer at ganga
megnaðu at stríða seg upp á javnleik 13-13 um miðjan seinna hálvleik. Tað tóktist tó sum um, at stríðið fyri at koma upp á javnt, hevði kostað teimum nógva orku, tí seinasta korterið av dystinum sat heimaliðið [...] heimaliðið á so at siga øllum. Serliga Leivur Justinussen var væl upplagdur á heimaliðnum, og ungi maðurin gjørdist eisini toppskjútti við átta málum. Eisini Alexandur Johansen var væl fyri, og hann skeyt [...] sjey av málunum hjá StÍF. Við at vinna seinasta korterið av dystnum 10-4 tryggjaði StÍF sær ein tryggan sigur í einum dysti, sum bert stutta løtu frammanundan sá út til at kunna fara báðar vegir. Komandi
og Ronnie, men síðani hava teir verið nógv at hoyra - saman og hvør sær - og restin er at kalla søga. ? Vit komu at kenna fleiri góðar tónleikarar tá, minnist Georg, og nevnir fleiri, ið vóru frammi á palli [...] B. Jacobsen, eggjaði ungu sumbingunum í djarva hugstkotinum um eisini at royna at taka okkurt upp, ið teir høvdu fingist við at skapa. Og soleiðis kom singleplátan Svarti Fossur, ið varð tikin upp hjá [...] so kent, at tey enn spyrja eftir teimum har. ? James Olsen og Ólavur Øster vóru við okkum. Vit spældu á konsert fyri 8000 fólkum, tá var stórt upplivilsi, minnist Georg, sum eisini nevnir, at bólkurin