Nýtt ríkisumboð
-Í mínum arbeiði í Norðurlandaráðnum havi eg fleiri ferðir vitjað Føroyar. Í mínum starvi í Uttanríkismálaráðnum hevur mítt serøkið verið Norðurlond, Grønland og Føroyar, so eg havi gott innlit um viðurskiftini í Føroyum.
Tað er eftir øllum at døma ikki nakar ókendur fuglur, sum 1. august komandi ár tekur sessin sum ríkisumboð í Føroyum. 64 ára gamli løgfrøðingurin, Søren Christensen, varð í gjár almannakunngjørdur sum nýggja ríkisumboðið í Føroyum.
Hann arbeiðir í løtuni í danska uttanríkismálaráðnum , og hann hevur eisini drúgvar royndir í fíggjarmálaráðnum . Søren Christensen hevur eisini havt tilknýtið til Norðurlandaráðið, har hann eitt skifti var hann aðalskrivari.
Broytt siðvenja
Tað er forsætismálaráðið, sum útnevnir ríkisumboðið í Føroyum, og ikki kann sigast annað, enn at valið hesaferð brýtur við gamla siðvenju. Vanliga hevur danska forsætismálaráðið valt fólk úr innlendismálaráðnum ella lógmálaráðnum at umboða Danmark í Føroyum. Spurdur, um valið av sær sum komandi ríkisumboð er eitt tekin um at sambandið millum Føroyar og Danmark er broytt so mikið, at tað neyðugt er við einum manni úr uttanríkismálaráðnum, svarar Søren Christensen:
-Nú eri eg ikki heilt vísur, um eg eri tann fyrsti úr Uttanríkismálaráðnum, men sum eg skilji plagar forsætismálaráðið at tilnevna fólk úr Innlendismálaráðnum, so møguliga er politiska støðan millum Føroyar og Danmark ein orsøk til valið av mær. Men satt at siga tími eg ikki at leggja meg út at tulka, hví valið fall á meg.
Lýsa Føroyar
Søren Christensen dugir ikki í løtuni at siga, um føroyingar kunnu vænta sær broytingar í arbeiðinum hjá ríkisumboðnum , eftir at hann tekur við starvinum 1. august komandi ár.
-Fremsta uppgávan verður at vera millummaður millum Føroyar og Danmarkar. Vónandi kann eg vera við til at varðveita og útbyggja góðu viðurskiftini sum eru millum londini, sigur nýggja ríkisumboðið.
Hann vísir á, at tað er ofta lættari hjá dønum at gloyma Føroyar, enn tað er hjá føroyingum at gloyma danir, og hetta vónar hann at gera nakað við.
-Eg ætli at virka fyri, at fáa danir gerast meira tilvitaðar um Føroyar. Eg vóni, at eg í størri mun kann fáa danir at skilja og dáma føroyingar, sigur Søren Christensen.
Hann heldur tað ber til at býta komandi arbeiðið hjá sær í tríggjar súlur. Fyrsta súlan er tað familjurættarliga, onnur er lóggávuarbeiðið millum londini, og tað triðja, og eftir hansara tykki tað mest týdningarmesta er, at fylgja politiskum menningini í Føroyum.
-Tað er hent ótrúliga nógv í Føroyum seinnu árini. Her hugsi eg serliga um kjakið um økt sjálvsstýri, yvirtøkulógina og nú "fuldmagtslógin" á uttanríkispolitiska økinum, sum eg sjálvur havi verið djúpt involveraður í. Hóast rákið er, at Føroyar fáa størri og størri ræðisrætt, so hava tit framvegis samband við Danmark, og mín uppgáva verður at skapa forstáilsi millum partarnar.
Søren Christensen sigur seg gleða seg nógv til nýggju avbjóðingina og ætlanin er, at familjan flytir við honum til Føroya komandi summar.