Er Norrønufrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum eitt sjuskverk?

3. partur

Trúvirðið í Norrønufrágreiðingini

Eftir Anni á Hædd, løgfrøðingi

Hvat er tað, sum vanliga verður brúkt sum mátistokkur, tá metast skal um trúvirðið í einum kanningararbeiði, sum Skipaeftirlitið hevur gjørt í Norrønumálinum?
Viðurkendir kanningar-hættir eru til ymisk sløg av kanningum. Hóast Skipaeftirlitið ikki kann sigast at hava drúgvar royndir at gera kanningar og at skriva kanningarfrágreiðingar sambært grein 13 í lógini um trygd á sjónum, so skal Skipaeftirlitið í sínum kanningarhátti lúka nøkur minstukrøv fyri at lesarin og almennu Føroyar skulu hava álit á tær staðfestingar og niðurstøður, sum verða gjørdar í kunngjørdu frá-greiðingini. Hvørji minstukrøv eru tað, sum lesarin eigur at leggja seg eftir?
Eitt minstakrav er, at samanfall er ímillum tað, ið Skipaeftirlitið sigur seg gera og so tað, ið Skipa-eftirlitið veruliga hevur gjørt. Á síðu 3 í frágreiðingini vísir Skipaeftirlitið á, at kanningarnar hava fevnt um 10 evni, m.a. "viðgerð av viðmerkingum til uppskot til frágreiðing" og "eftirfylgjandi kanningar í sambandi við viðmerkingar til uppskot til frágreiðing". Trupulleikin er, at tað framgongur ikki av frágreiðing-ini, um Skipaeftirlitið veru-liga hevur viðgjørt inn-komnar viðmerkingar ella um Skipaeftirlitið veruliga hevur gjørt kanningar, ið hava havt samband við innkomnu viðmerkingarnar. Hví Skipaeftirlitið sigur seg hava gjørt tað, uttan samstundis at skjalprógva tað, minkar rættiliga nógv um trúvirðið í frágreiðingini. At Skipaeftirlitið so-leiðis brýtur viðurkendar aðalreglur innan kanningarhátt avdúkar, at Skipaeftirlitið ikki hevur havt nøktandi førleika at fremja neyðugu kanningarnar og ei heldur førleika at skriva eina eftirfarandi kanningarfrágreiðing.
Eitt annað minstakrav er, at samsvar er millum tað, ið Skipaeftirlitið sigur seg kunna staðfesta, og so tað próvførslu, ið verður førd fram sum grundarlag fyri hesum. Ein viðurkendur kanningarháttur er, at onki verður ført fram, uttan at ein kann vísa á keldutilfar, sum undirbyggir staðfestingarnar. Fyri ein almennan myndugleika, sum er bundin av fyrisitingarligum reglum, eru hesi krøv serliga týðandi, tí lýkur myndug-leikin ikki minstukrøvini, missir almenningurin álit á myndugleikanum og í síðsta enda kunnu spurningar um rættartrygd taka seg upp millum manna. Ein kann fara so langt sum at siga, at krøvini til álit og trúvirðið herðast í førum, har ein almennur myndugleiki skal virka sum kanningarmyndugleiki.
Sum dømi um, at samsvar ikki er millum tað, ið Skipaeftirlitið sigur seg kunna staðfesta, og so tað próvførslu, ið verður førd fram, verður víst til brot 6 á síðu 7. Her staðfestir Skipaeftirlitið, at "Norrøna hevði framtøkumegi og manøvrueginleikar, ið virkaðu, sum tey skuldu í tíðarbilinum, hendingin fór fram roknað frá kl. 11.41, tá byrjað varð at taka ferðina av skipinum til tað kom at liggja við Viðarnesbryggjuna millum kl. 12.05 og kl. 12.10." Hetta staðfestir Skipaeftirlitið uttan grundgeving. Skommin hjá Skipaeftirlitinum er fullgjørd, tí staðfestingin er í andsøgn við fleiri aðrar upplýsingar í frágreiðingini og eisini aðrar staðfestingar, sum Skipaeftirlitið hevur gjørt. Sum dømi kann nevnast fyrsta reglu-brot undir broti 6.4, har Skipaeftirlitið staðfestir hetta:
"Á veg innaftur skuldi skiparin taka manøvru-pultin í stýriborðssíðu í nýtslu, men tað eydnaðist ikki. Hann virkaði ikki. [Hann virkaði ikki]. Síðani fór skiparin innaftur miðskips, men av tí at eingi ljós vóru í manøvrupultin-um har, varð ikki tikið í handtøkini, og skipið rak inn aftur ímóti viðarnesbryggjuni." [... av tí at ongi ljós vóru har...] ...ja, so er tað kanska ikki so løgið, at skiparin helt, at miðskipspultur heldur ikki virkaði? Og forrestin, so staðfestir Skipaeftirlitið sanniliga eisini her, at skipið rak inn aftur [rak inn aftur] hóast Skipaeftirlitið sjálvandi meinar at skipið sigldi á.
Ein nærlestur av sjófrágreiðingini, sum Skipa-eftirlitið hevur ómakað sær at endurgeva í sínari frá-greiðing um Norrønu-málið, lýsir, hvat skiparin, yvirstýrimaður, 1. stýrmaður og róðursmaðurin - undir vitnisábyrgd - hava greitt frá um tilburðin í sjórættinum bert fýra dagar eftir hendingina. Gingið kann verða út frá, at hendingin tá enn hevur staðið ljóslivandi fyri teimum.
Í sjórættinum hevur brúgvamanningin vitnað, at stýriborðspultur ikki riggaði og róðursmaðurin stað-festi, at maskinmegin var farin. 1. stýrimaður hevur enntá vitnað, at "einki skrúvuvatn var at síggja". Hetta eru stór orð: onki riggaði, maskinmegin var farin, onki skrúvuvatn var at síggja o.s.fr. Men skulu vit trúgva Skipaeftir-litinum, so hevði Norrøna "framtøkumegi og manøvrueginleikar, ið virkaðu, sum tey skuldu" meðan hendingin fór fram. Hvussu vita teir tað? Hvørja próvførsla hava teir at føra fram, sum objektivt kann staðfesta tað?
Tað, at Skipaeftirlitið av illum ikki bjargaði sær upplýsingarnar úr "svarta kassanum" gruggar málið uppaftur meira. Eftir stendur, at Skipaeftirlitið kastar um seg við stórum staðfestingum uttan próvførslu, meðan útsagnir frá brúgvamanningini verða skúgvaðar til viks, sum vóru tær ósagdar ella ósannar, hóast tær í hesum førinum eru givnar undir vitnisábyrgd.
Eitt tað fúlasta er tó, at Skipaeftirlitið ikki hevur kannað - og ei heldur sett sær sjálvum spurningin - um tað ikki er sannlíkt at brúgvamanningin sigur satt, tá hon hevur vitnað, at manøvrupultarnir ikki virkaðu, at ongin maskinmegi var - hóast motorarnir ikki steðgaðu. Skipaeftirlitið tekur tað sum givið, at tá motorarnir hava verið í gongd alla tíðina, so hava allar tekniskar skipanir, ið tryggja sambandi millum brúgv og maskinu, eisini virkað fullgott alla tíðina.
Hvørjum skulu vit trúgva? Er "frágreiðingin" frá Skipaeftirlitinum meiri álítandi enn vitnisfrá-greiðingar frá manningini? Hvat skal ein byggja trúvirðið hjá Skipaeftirlitinum á?
Ein annar spurningur er, um valda orðalagið hjá Skipaeftirlitinum í frágreiðingini er neutralt ella ikki. Ein hin fremsta ábyrgdin hjá einum kanningarmyndugleika er at bera úrslitið av kanningararbeiðinum fram objektivt og neutralt. Tað verður alt ov drúgt og rúgvismikið at taka fram øll dømi, sum eru í frágreiðingini frá Skipaeftirlitinum, men eitt "klassiskt" dømi skal takast fram her:
Á síðu 24, enntá undir brotinum greining (t.e. analysa), staðfestir Skipaeftirlitið soleiðis:
"Simuleringarnar av innsiglingini í Tórshavnar havn henda dagin vísa, at tað bar til at sigla inn, men tað var ikki pláss fyri feilmanøvrum. Um bakkað varð við stýriborðsskrúvu, siglt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, bar væl til at fáa skipið upp móti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn."
Skipaeftirlitið aftrar seg sostatt ikki fyri at brúka so sterk og insinuerandi ella illgitandi orð sum "tað var ikki pláss fyri feilmanøvrum". Harafturat staðfestir Skipaeftirlitið í sama reglubroti, at tað "bar væl til at fáa skipið upp móti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn". Hvussu væl? Ordiliga væl? Akkurát? Ringt hjá mær og øðrum lesarum at meta um, men Skipaeftirlitiði hevur so staðfest, at pláss var ikki fyri feilmanøvrum. Hin gløggi lesarin hevur longu staðfest, at pláss var ikki fyri feilmanøvrum í simulatorinum og at tað bar til at sigla inn í Tórshavnar havn, tí simulatorin hevði ikki fingið inntasta krav um, at skipið skuldi leggjast at bryggju. Ei heldur hevði simulatorin fingið inntasta hámarksferðina, sum er galdandi fyri innsigling í Tórshavnar havn, og tí bar tað væl til hjá Skipaeftirlitinum at sigla inn í hylin við 8 míls ferð, hóast hægst loyvda ferð er tað hálva. Hevði Skipaeftirlitið veruliga siglt Norrønu inn í hylin, høvdu teir fingið bót fyri brot á hámarksferðina. Men all-right, teir spældu sær jú í simulatori. 15. januar var veruleiki fyri skipara og manning umborð á Norrønu.
Trúvirðið í Norrønufrágreiðingini er í stóran mun eisini tengt at spurninginum, um Skipaeftirlitið hevur megnað at upplýsa málið til fulnar, um Skipaeftirlitið hevur megnað at meta og viga javnsettar upplýsingar og út frá einari heildarmeting av øllum upplýsingum at draga lesaran til eina niðurstøðu, ið framgongur sum einasta rætta niðurstøðan.
Les frágreiðingina á www.fma.fo og met sjálv/ur, um Skipaeftirlitið hevur megnað tað.
Í fjórða og síðsta parti verður nomið við aðrar leysar endar í kanningarar-beiðinum hjá Skipaeftir-litinum og drigið verður samanum.