umstøðurnar, at tað javnleikurin var eitt góðkent úrslit. Bæði Walter Samuel og Ivan Cordoba blivu útvístir í fyrra hálvleiki. Tað dámdi einki Jose Mourinho, sum hevði besta hug at flenna at dómarinum. Í
sent kanadiska forsætisráðharranum, Stephen Harper, bræv við einari inniligari áheitan um, at Kanada gevst at veiða kóp. Pamela Anderson var í Vancouver um vikuskiftið og koyrdi brævið í ein postkassa [...] fylgdu við. Kanadiskir veiðimenn veiða umleið 275.000 kópar um árið, men Pamela Anderson vil hava Kanada at banna øllum handli við kópaúrdráttum, eins og ES hevur gjørt. Bannið skal tó ikki umfata tað kanadiska
Eisini verða tiltøk so sum at granskarar hava stuttar framløgur um sína gransking, uppgávur og kappingar fyri børn og ung ? vinningar verða gávukort úr Rit & Rák, møguleiki at royna ymisk granskingaramboð [...] og saftkrókur við bløðum um gransking til børn og vaksin og eisini er teknikrókur fyri børn. Til ber at lesa meira um skránna á www.gransking.fo
samtykti í gjár, at borgarar í Kirkjubø eisini skulu hava reint vatn. Tí verður nú farið undir íløgu á 240.000 krónur Vatnkanningar, tiknar fyrst í desember mánaði 2009, staðfesta at drekkivatnið í Kirkjubø [...] Tórshavnar kommunu. Men vatnið er ikki í lagið í dag, og tí samtykti Tórshavnar kommuna í gjár einmælt at fara undir íløgu á 240.000 krónur til nýtt reinsiverk í Kirkjubø.
Sunset-deildina, og í fjør vann felagið meistaraheitið. Í ár er setningurin at endurvinna gullið, og tað er eingin ivi um, at talan verður um finaludyst móti Stjørnuni. Í steypakappingini hevur ikki gingist [...] heilt so væl, men tvey hálvfinalupláss og ein tapt finala er nú heldur ikki so heilt galið. Umframt at venja Sunset-liðið hjá Tjaldri, skal Bogdan eisini venja gentur 14, gentur 17 og U23-liðið hjá felagnum
kann Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini upplýsa, at eldurin er kyknaður í køkinum. Tætt við komfýrin, men harfyri nýtist komfýrurin at vera orsøkin. Maðurin slapp út gjøgnum eitt vindeyga í ovaru [...] tá ið hann vaknaði, var niðara hæddin fylt av royki. Sløkkiliðið kom beinanvegin, men har var einki at gera, tí eldurin breiddi seg skjótt, sum kanningarnar eisini vísa. Húsini vórðu eini gomul timburhús
Alt bendir á, at eitt skip, sum íslendska sjóverjan letur byggja í Kili, fekk rættiliga stóran skaða í jarðskjálvtanum seinasta leygarmorgun. Sjóverjan sigur, at ein hálvan triða metur høg flóðalda rakti [...] turrdokkina, har skipið stóð, tók stabbarnar undan skipinum, so tað legði seg eini 30 stig. Úrslitið var, at sjógvur kom í maskinrúmið, og tað er eitt álvarsmál, sigur sjóverjan. Harafturat fekk skipasmiðjan
Amager, nøkur foreldur og starvsfólk í klubbanum. Týska løgreglan hevur váttað, at minst trý vaksin fólk eru deyð, og at fleiri onnur hava fingið skaða. Sambært DPA vóru 65 fólk í bussinum, sum ein fe [...] tið í gjárkvøldið. Bussurin var á veg úr Keypmannahavn til Eysturríkis við fólki, sum skuldu hagar at halda vetrarfrí, men tað er ógreitt, hví vanlukkan hendi. Ferðafólkini í bussinum vóru ungfólk úr einum
fyribilsavtalu um frið í Darfur, og ætlanin er, at partarnir skulu skriva undir eina endaliga friðaravtalu í høvuðsstaðnum í Qatar, Doha. Men eygleiðarar siga, at partarnir hava ikki fult álit á hvør øðrum [...] Stjórnin í Sudan sigur seg nú vera til reiðar at bjóða uppreistrarfelagsskapinum JEM ráðharrasessir í landsins stjórn, um felagsskapurin vil leggja vápnini afturfyri. JEM er virkin har suðuri í Sudan og
Hesa fer hon at fortelja meira um seinni í vikuni, skrivar heimasíðan hjá Eivør. Sunnudagin spældi Eivør annars í Langholts kirkjuni í Reykjavík, og í morgin og fram til leygardagin fer hon at spæla á Jazzhouse [...] Eivør skrivar á heima síðu sínari, at hon um dagarnar leggur síðstu hond á eina útgávu, sum kemur út í næstum. Stutt fyri jól lat hon eina live-fløgu av hondum. Hetta var ein fløga við upptøkum frá ymsum