Eivør leggur síðstu hond á fløgu

Eivør skrivar á heima síðu sínari, at hon um dagarnar leggur síðstu hond á eina útgávu, sum kemur út í næstum. Stutt fyri jól lat hon eina live-fløgu av hondum. Hetta var ein fløga við upptøkum frá ymsum konsertum og festivalum, men nú er hon so á veg við eini nýggjari fløgu. Hesa fer hon at fortelja meira um seinni í vikuni, skrivar heimasíðan hjá Eivør.

 

Sunnudagin spældi Eivør annars í Langholts kirkjuni í Reykjavík, og í morgin og fram til leygardagin fer hon at spæla á Jazzhouse í Keypmannahavn. Hetta ger hon saman við Carsten Dahl trio.