Eldurin byrjaði í køkinum

Tað eydnaðist ikki at finna orsøkina til eldsbrunan á Norðoyri fyrr í vikuni

Dagin eftir eldsbrunan í húsunum hjá Óla Kyrrugerð á Norðoyri mikunáttina, vórðu tekniskar kanningar gjørdar í húsaleivdunum. Slíkum kanningum stendur kriminalpolitiið fyri.
Kanningarnar eru ikki heilt lidnar enn, men kortini kann Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini upplýsa, at eldurin er kyknaður í køkinum. Tætt við komfýrin, men harfyri nýtist komfýrurin at vera orsøkin.
Maðurin slapp út gjøgnum eitt vindeyga í ovaru hæddini, tí tá ið hann vaknaði, var niðara hæddin fylt av royki.
Sløkkiliðið kom beinanvegin, men har var einki at gera, tí eldurin breiddi seg skjótt, sum kanningarnar eisini vísa.
Húsini vórðu eini gomul timburhús, sum mugu takast niður.