Kirkjubøfólk fáa reint vatn

Tórshavnar kommuna samtykti í gjár, at borgarar í Kirkjubø eisini skulu hava reint vatn. Tí verður nú farið undir íløgu á 240.000 krónur Vatnkanningar, tiknar fyrst í desember mánaði 2009, staðfesta at drekkivatnið í Kirkjubø ikki er so gott sum áður hildið.

Tó hava eldri kanningar hava víst góð úrslit, og kirkjubømenn hava eisini nevnt hvussu gott og vælsmakkandi vatnið er, sambært fundarfrágreiðingini hjá Tórshavnar kommunu.

Men vatnið er ikki í lagið í dag, og tí samtykti Tórshavnar kommuna í gjár einmælt at fara undir íløgu á 240.000 krónur til nýtt reinsiverk í Kirkjubø.