VIDEO: Pernille og liðfelagarnir taptu fyrsta dystin í Champions League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Bistrița-Storhamar 29-26 (15-12)

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara á norska liðnum, Storhamar spældu í dag fyrsta dystin í bólki A í Champions League bólkaspælinum.

 

Á útivølli tapti Storhamar 26-29 fyri rumenska liðnum, Bistrița sum hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum. Heimaliðið var á odda 15-12 í steðginum.

 

Í álopspartinum gekk einki at reypa av hjá Pernille, ið bara setti ein av fýra málmøguleikum í netið. 

 

Mikudagin klokkan 17.15 er dystur í bestu norsku hondbóltsdeildini aftur á skránni. Tá kemur Larvik á vitjan í OBOS-høllini í Hamar. 

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Bistrita-Storhamar 29-26 (15-12). Pernille sæst við nummar 18 á rygginum:

 

##med2##