Alt bendir á, at eitt skip, sum íslendska sjóverjan letur byggja í Kili, fekk rættiliga stóran skaða í jarðskjálvtanum seinasta leygarmorgun. Sjóverjan sigur, at ein hálvan triða metur høg flóðalda rakti skipasmiðjuna. Sjógvurin fossaði inn í turrdokkina, har skipið stóð, tók stabbarnar undan skipinum, so tað legði seg eini 30 stig.
Úrslitið var, at sjógvur kom í maskinrúmið, og tað er eitt álvarsmál, sigur sjóverjan. Harafturat fekk skipasmiðjan skaða, so tað er óvist, nær hon kemur aftur í gongd av álvara.
Men nýggja sjóverjuskipið kemur so ikki til Íslands í juni, sum ætlanin var, skrivar Morgunblaðið.