Pamela eftir kópinum

Tann amerikanska filmskvinnan Pamela Anderson, sum man vera betur kend fyri sína útsjónd heldur enn síni evni sum filmsleikari, hevur sent kanadiska forsætisráðharranum, Stephen Harper, bræv við einari inniligari áheitan um, at Kanada gevst at veiða kóp.

 

Pamela Anderson var í Vancouver um vikuskiftið og koyrdi brævið í ein postkassa har, meðan ein fjøld av tíðindafólki og myndamonnum fylgdu við.

 

Kanadiskir veiðimenn veiða umleið 275.000 kópar um árið, men Pamela Anderson vil hava Kanada at banna øllum handli við kópaúrdráttum, eins og ES hevur gjørt.

 

Bannið skal tó ikki umfata tað kanadiska upprunafólkið, sigur hon.