týdning í hesum valinum? Tað er avgjørt viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Mín áskoðan er, at vit skulu hava fult sjálvsstýri. Tað skal gerast við at fáa meirlutan í tinginum at gera eina føroyska grundlóg [...] ásannar at politikku fer við mesta partinum av tíðini, og at tað eisini er einasta frítíðarítriv hennara. Tó dámar henni væl at renna nakrar ferðir um vikuna. Um barnaárini sigur Annita Fríðriksmørk, at pápin [...] gerast. Hon veit at beiggin, sum í sínari tíð eggjaði henni at fara uppí politikk, minst av øllum hevði viljað, at hon tók seg aftur. Tað fær hana at halda fram, men hon vil ikki tosa meir um tað. Eingin forðing
- heldur hann. Tað er løgið, sum tað altíð hendir okkurt óvæntað, tá vit halda, at vit hava tað so gott, og tað er løgið hvat kann standast av einari oyðilagdari kølaraslangu! Superior er ein býur í Arizona [...] Bobby Cooper er á veg til Las Vegas, gjøgnum oyðimørkina, har hann ætlar sær at sleppa sær av við eina spæliskuld. Einaferð var hann fallin í ónáðir hjá nøkrum russiskum gangstarum, men alt tað er ruddiliga [...] skjóta, einum tannáringi, sum heldur at Cooper er úti eftir gentu hansara, og einum grenjutum bilmekanikara, men tað er ikki alt. Tí hann rennir eisini inn í ta vøkru Grace og maktfulla mann hennara Jake
so eydnaðist fyrsti dagurin avbera væl. Um tað er tí at so nógv fólk skuldu av oynni, ella bara tí at tað er forkunnugt at sigla um Suðuroyarfjørð við Norrønu er ikki greitt, men fyrsta dagin gekk stak væl [...] at har hava eingir trupulleikar verið av nøkrum og eg vónið at tað fer at halda sær. So sigast má, at Norrøna byggir brýr um Suðuroyarfjørð nú hon er farin í innanoyggjasigling. [...] og tað er heldur meir enn vanligar dagar. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at hann er væl nøgdur við teir fyrstu dagarnar. ? Veðrið hevur eisini verið so vælsignað gott, at
mikið av tíð til at koma runt, uttan at skunda sær ov nógv. Nógv hava stuðlað Tað er dýrt at skipa fyri eini dansistevnu sum hesari. At fíggja tiltakið, hevur Dansistovugaman skipa fyri ymsum tiltøkum. Men [...] verða Flaggdagin 25. apríl. ? Men táið tað frættist, at Smyril skuldi í dokk tann 20. apríl, varð stevnan framskundað eina viku, tí tað hevði ikki verið lætt at fingið fólk norðaneftir til Suðuroy við [...] skuldi vera. ? Men nú er tað tíbetur Norrøna, sum siglur fyri Smyril. Og avtalan um eykatúr stendur við, sigur Martin S. Eykatúrurin við Norrønu verður úr Havn kl. hálvgum tíggju - kl. 9.30- Umframt at føra
varhugi er, at fólk skilja betri í dag enn fyri fáum árum síðani, at samanlegging er leiðin at ganga. Útviklingurin hevur gjørt, at tað er vorðið ein veruleiki. Í bygdaráðnum verða vit noydd at taka spurningin [...] Kollafjørður er komin uppí Havnina og nú kommunusamanlegging er so nógv frammi. ? Vit fylgja væl við, hvat hendir á økinum og tosa leysliga um hesi viðurskifti í kommununi, men enn er tað ikki vorðið eitt [...] hesum sambandi segði býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, at um nøkur ár býr helmingurin av Føroya fólki í Tórshavnar kommunu. Hyggja vit at Suðurstreymoy eru allar bygdirnar rundan um høvuðsstaðin innlimaðar
og at sleppa at liggja her er ikki hvørjum skipið beskorið, sum eg skilti á ferðaleiðaranum, sum var dani. Høvuðsorsøkin til at Norrøna kann liggja her er tann at skipið er ikki so stórt, og so at sleppa [...] um onkur dettur fyri borð. Tá er tað uppgávan hjá manningini at fáa hendur aftur á viðkomandi, sum kemur soleiðis fyri. Gloymdi kanska at siga, at tað tekur um 6 tímar at sigla niðan Thames ánna. Tá verður [...] stokini, sum er skjótt at ferðast runt við. Eg havi onga føling av, hvussu tað verður í kvøld, men eg hugsi mær at farið verður í býin at hyggja eftir bæði einum og øðrum og kanska keypa sær okkurt eisini
Hansen, ið er formaður í MBF og er talupedagogur, hevði serliga orsøk at fegnast um, at Heilaárið er sett. Hon segði, at átakið fer at fáa serliga stóran týdning fyri tey, ið bera heilabrek. Tað fer helst [...] týdning, tí tað er millum hesi ungu, vit finna viðgerðarar og fólk annars, ið fara at taka avgerðir um hesi viðurskifti í framtíðini, segði hon. Átakið í Danmark prógvaði eisini, at tað bar til at samstarva [...] av, at ung hava stóran áhuga fyri heilanum og tað gjørdi tað munandi lættari at bera upplýsingarnar út. Bøkur eru gjørdar um heilan til frálæru í lívfrøði í bæði fólkaskúla og miðnámsskúla. Og tað hevur
um, er, at KJ Hydraulikk nú hevur fingið sín fyrsta ordra uttanlands. Tað er ein hetlendskur bátur, sum hevur verið í Fuglafjørði og er blivin umbygdur til at fiska við gørnum á djúpum vatni. Tað var [...] fyrrverandi trolarin Achieve, sum nú er bygdur um at fiska eftir gørnum. Hann var liðugur hósdagin og skuldi fara av Fuglafjørði í gjár. Men tað, sum er uppaftur hugaligari, er, at honum á baki koma fleiri hetlendsk [...] trolararnar um til at fiska við gørnum. Tað er ein nýggjur vinnuvegur í Hetlandi, sum teir eru sera spentir uppá. Men, hvussu hava teir so fingið eyga á KJ Hydraulikk úr Fuglafjørði? Tað er tí, at vit hava fingið
loysn, er tað alneyðugt, at tað er ein loysn, sum øll vinnan stendur aftanfyri, tí tað er so dýrt at fáast við flutning. Verður tað ikki ein samskipað loysn, er tað heilt vónleyst. Men um tað skal vera [...] sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at umrøða málið fyri at vita, hvat ráfiskakeyparar kring landið halda um støðuna. Vit ætla at vita, um áhugi er fyri at gera nakað við málið. Og um so er, hvat skal [...] fyri, at ein grund til at ráfiskakeyparafelagið tekur málið upp beint nú, er, at Skipafelagið hevur akkurat hevur hækkað flutningskostnaðin eini 30%. Støðan er ikki nóg góð, langt ífrá. Tað er ikki
sum er sponsorur fyri tiltakinum, fer Bragdið at royna nakað nýtt. Undanfarin ár hevur tað sum kunnugt bert verið kapping millum einstaklingar, men nú er ætlanin at víðka kappingina til eisini at fevna [...] Gamla Apotekið og á mál. Øll byrja í senn, og sum vant vera tveir aldursbólkar - 13 ár og eldri, og 12 ár og yngri. Bragdið leggur dent á, at renningin er fyri øll, yngri sum eldri, og roknar við góðari uppmøting [...] fyritøkur hava nú møguleikan at stilla upp við einum ella fleiri liðum, har minst 3 og hægst 5 eru við á hvørjum liði, og har 3 tær bestu tíðirnar telja við. Vinnandi liðið er so tað, sum samanlagt hevur skjótastu