Hon er uppald í einum vanligum heimi á Strondum, har foreldrini høvdu sínar flokkar at stuðla, men tað vóru systkini, sum sínamillum birtu undir politiska áhugan og medvitið. Tað førdi til, at tey fóru upp í politiska arbeiðið í Tjóðveldisflokkinum.
29 ára gamla Annita Fríðriksmørk var bert 22 ára gomul, tá hon stillaði upp fyri Tjóðveldisflokkin fyrstu ferð.
Hon hevði stutt fyri hetta hjálp beiggja sínum, sum var uppstillaður á løgtingsvalinum. Áhugin var har beinanvegin. Tá fólkatingval var stutt eftir, helt beiggin, sum tá var 24 ára gamal, skemtandi fyri, at tey ungu skuldu sleppa framat, sigur Annita brosandi um sína byrjan í politikki.
Síðani hevur hon stillað upp fleiri ferðir. Er limur í bygdaráðnum á Strondum og skrivari í Tjóðveldisflokkinum.
Hon er útbúgving lærari og starvst á Tekniska Skúla í Havn. Umframt tað lesur hon stjórnmálafrøði sum sjálvlestur, men ásannar, at lesturin ikki fær stórt innivist í hesum døgum.
Politikkur sum ítriv
Annita Fríðriksmørk ásannar at politikku fer við mesta partinum av tíðini, og at tað eisini er einasta frítíðarítriv hennara. Tó dámar henni væl at renna nakrar ferðir um vikuna.
Um barnaárini sigur Annita Fríðriksmørk, at pápin altíð eggjaði børnunum, tveir synir og tvær døtur, at lesa bløðini og fylgja við í tíðindunum. Hann helt tað hava stóra týdning, at tey ungu skuldu hava sínar meiningar um tað sum fyrifórst í samfelagnum.
Pápin var handverkari og arbeiddi nógv ár á Skála Skipasmiðju, men hevði eisini fjós við mjólkineytum. Seinni fór hann við Stathav sum maskinmaður.
Mamman var heima hjá børnunum, meðan tey vóru smá. Hon hevði lítlan handil í kjallaranum, og hjálpti til við neytunum. Seinastu nógvu árini hevur mamman arbeitt í handli á Strondum.
Pápin fórst við Stathav á heysti 1994. Nú fyri stuttum hevur familjan hjá Annitu verið fyri stórum missi aftur. Beiggi hennara var við Sjóborgini.
Hesir sorgartilburðir fylla nógv í lívinum hjá Annitu júst nú valstríð og hópin av arbeiði skal gerast. Hon veit at beiggin, sum í sínari tíð eggjaði henni at fara uppí politikk, minst av øllum hevði viljað, at hon tók seg aftur. Tað fær hana at halda fram, men hon vil ikki tosa meir um tað.
Eingin forðing
Spurd um munur var gjørdur á gentum og dreingjum heima, sigur Annita Fríðriksmørk, at hon ongantíð hevur hildið tað verið nøkur forðing at vera konufólk, og hon hevur als ikki lært heima, at hon skuldu halda seg aftur, bert tí hon var konufólk.
Hví stillar tú upp?
Eg trúgvi uppá tjóðveldishugsjónina, sum byggir á ábyrgd fyri egnum samfelag. Sum nú er kunnu vit ikki stýra við ábyrgd - ikki so leingi sum vit ikki hava fulla ábyrgd, sigur Annita Fríðriksmørk.
Harnæst hevur hon altíð havt áhuga fyri nevndararbeiði og til at gera eitthvørt. Hon hevur arbeitt í nógvum nevndum, hevur verið formaður í MFS, og hon hevur arbeitt við føroyska dagsverkinum, har tey samlaðu pening til skúla í Bolivia. Seinastu fýra árini hevur hon verið skrivari í Tjóðveldisflokkinum .
Hvat hevur stórsta týdning í hesum valinum?
Tað er avgjørt viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Mín áskoðan er, at vit skulu hava fult sjálvsstýri. Tað skal gerast við at fáa meirlutan í tinginum at gera eina føroyska grundlóg, sum vit síðani skulu senda út til fólkaatkvøðu, sigur Annita Fríðriksmørk.
Núgaldandi skipan kan ikki brúkast, av tí at hon gevur okkum ikki fulla ábyrgd, men bert umsitingarligan rætt. Tað hevur í 80 árunum provokerað politikararnar at lána seg um rygg, eitt nú við at dúva uppá blokstuðulin.
Danir hava løgfrøðiliga ábyrgdina, men samstundis hava teir ikki viljað blanda seg sjónliga uppí føroysk viðurskifti, av tí at tað bert øsir okkum enn meir, sigur Annita Fríðriksmørk.
Í øllum londum kring okkum samstarva londini. Er tað kortini ikki neyðugt hjá føroyingum at samstarva?
Sjálvandi skulu vit samstarva við onnur lond. Munurin í ríkisfelagsskapinum og samstarv við onnur lond er, at Danmark hevur høvuðsábyrgdina av okkara øki. Tá vit fáa loysing, skulu vit samstarva við onnur lond, eisini við danir, um neyðugt, sigur Annita Fríðriksmørk og tekur samanum:
Føroyar standa á einum vegamóti, har tað er neyðugt at loysa, men tað merkir ikki, at vit ikki mugu heilsa uppá danir. 600 ára ríkissamband hevur sett síni spor, men so sanniliga eisini fest røtur og vinarbond, sum ikki skulu skúgvast til viks ella kvettast. Bert skulu vit ansa eftir at vinarbondini og røturnar ikki verða nýttar sum kastibløka í politiskum spæli um vald og pening.
Hvørjar framtíðarvónir hevur tú?
Mín vón er m.a. at vit fáa fólkaatkvøðu um grundlógina fyrst í komandi øld, og at samleiki okkara til ta tíð verður so mikið styrktur, at vit fara at ynskja at taka ábyrgdina fyri hesum samfelag, sigur Annita Fríðriksmørk.