Teir, sum fáast við fiskivinnu í Føroyum eru nú so forsyndaðir inn á teir vánaligu møguleikarnar at flyta fisk úr Føroyum, at málið verður tikið upp á hægsta stigi .
Mánadagin hevur ráfiskakeyparafelagið kalla limir sínar til fundar, har ið teir far at viðgera flutningsmøguleikarnar úr Føroyum.
Páll Gregersen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at umrøða málið fyri at vita, hvat ráfiskakeyparar kring landið halda um støðuna.
Vit ætla at vita, um áhugi er fyri at gera nakað við málið. Og um so er, hvat skal gerast.
Hann dylir ikki fyri, at ein grund til at ráfiskakeyparafelagið tekur málið upp beint nú, er, at Skipafelagið hevur akkurat hevur hækkað flutningskostnaðin eini 30%.
Støðan er ikki nóg góð, langt ífrá.
Tað er ikki so langt síðani, at vit høvdu trígjar fráferðir úr Føroyum um vikuna, um enn teir allir vóru hósdag og fríggjadag. Sjálvandi skuldi ein verið fyrr í vikuni.
Men nú er bara ein møguleiki og hann er hósdag.
Páll Gregersen sigur, at tað er alt ov lítið við einari fráferð úr Føroyum. Tær skuldu verið minst tvær, helst tríggjar.
Hann sigur, at Ráfiskakeyparafelagið hevur gjørt eina kanning av, hvat tað kostar at hava bát siglandi til Scrabster tríggjar ferðir um vikuna.
Tað er sera dýrt. Men tað er ein spurningur, hvat skal gerast, ikki minst nú farmagjaldið hjá Skipafelagnum er hækkað so nógv.
Mugu standa saman
Páll Gregersen hevur frætt um ætlanirnar hjá fiskaútflytarum í Norðoyggjum at stovna sítt egna skipafelag, sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár.
Tað hevur hann ikki stórvegis viðmerking til.
Uttan tað, at hann heldur ikki at tað nyttar nakað, at ymsir partar í vinnuni arbeiða við hvør sínari loysn.
Skulu vit hava eina loysn, er tað alneyðugt, at tað er ein loysn, sum øll vinnan stendur aftanfyri, tí tað er so dýrt at fáast við flutning.
Verður tað ikki ein samskipað loysn, er tað heilt vónleyst.
Men um tað skal vera ein loysn saman við skipafelagnum, ella ein heilt onnur loysn, skal vinnan t.d. sjálv gera tað, skal landið uppí o.s.fr., er m.a. tað, sum skal umráðast á fundinum mánadagin.
Tað hevur eisini ljóðað, at fiskasølan er uppií ætlanum at stovna eitt nýtt skipafelag, sum kann taka sær av flutninginum.
Men tað avsannar stjórin, Hans Johs. á Brúgv.
Men hann er samdur í, at flutningurin er ikki nóg góður, sum er og hann sigur, at fiskasølan er sinnað at stuðla eini ætlan, sum bøtir um støðuna. Ella sum hann sigur:
Vit halda avgjørt, at tað er neyðugt við eini góðari, tryggari feskfiskarutu við fleiri fráferðum úr Føroyum enn tað eru nú. Og vit eru sinnaðir at vera við og at stuðla skilagóðum tiltøkum, sum bera á tað borðið, sigur fiskasølustjórin.