hava júst luttikið í einari vikuskiftiskapping í Farum. Hesir vóru Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Regin Reinert, sum allir luttóku í fremsta bólki, og Dannie Nielsen sum var í triðja bólki. Eyðun [...] tvey stig, meðan Dannie fekk trý stig í sínum bólki. Wijk ann Zee Shirov eigur enn oddasessin í GM kappingini í Hollandi. Undan áttinda umfari sum bleiv telvað í gjár lá hann hálvt stig omanfyri Kasparov [...] útlitini ikki av teimum bestu hjá klaksvíkingum. IM Leif Kristensen, sum búði og telvaði nøkur ár í Føroyum í 80´unum, var sjálvsagt favorittur við sínum 2365 ratingstigum ímóti Steintór Rasmussen, men veruleikin
Sigfríður S. Clementsen hevði sett sítt lið í 5-4-1 útgávu soleiðis, sum landsliðið ofta hevur verið í, og soleiðis sum KÍ í Europa hevur verið í fleiri ferðir í summar. Verjuspælið hjá heimaliðnum var skilagott [...] ferðir við einum máli og í kvøld við tveimum málum. Í fyrru dystunum vóru vit meiri álopshugaðir, enn vit vóru í kvøld. Tað var týdningarmikið hjá okkum at hugsa um málmunin, sum í løtuni er eitt stig verdur [...] Tað sær út til, at talan verður um stóran fótbóltsdag í Klaksvík komandi sunnudag. Alt bendir á, at tá fer KÍ at tryggja sær FM heitið – tað 21. í røðini. Treytin er, at klaksvíkingar á heimavølli fara
vorðin so stórur, at hann á einum nevndarfundi í FMF, sum var hildin á sjálvum Sjómannadegnum í Klaksvík í august, skjeyt upp at steingja uppboðssøluna í verandi líki, og at ráfiskaseljararnir síðani keyptu [...] krónur í halli í 2012, og roknskapurin fyri 2013, sum verður almannakunngjørdur seinni í ár, fer at vísa eitt hall, sum er fleiri ferðir størri enn tað í 2012. - Eg var og eri ikki samdur við hini í nevndini [...] virkar, tí hann hevur sitið í nevndini frá fyrsta degi, tá FMF varð stovnað 24. september í 1992, og hevur keypt at kalla hvønn stert um uppboðssøluna, sum virki hansara, Fiskavirkið í Gøtu, hevur framleitt
renoveraður, ella má hann takast niður. Í verandi líki verður bert spurningurin um tíð, til soppur aftur kemur í og spreiðir seg uppeftir tí gamla bygninginum og í ringasta føri víðari til nýggja partin [...] Her hava vit í fleiri ár ligið langt aftanfyri nógvar aðrar skúlar í Føroyum, soleiðis at játtanin per næming hevur verið av teim lægstu í Føroyum. Seinastu tvey árini hevur skúlin á Skúlatrøð fingið [...] fyri skúlan. Hesum vil eg heilhjartað stuðla, um eg komi í býráðið. Nýmótans skúli Spennandi verður at fáa nýggjan nýmótans fólkaskúla í Klaksvík við 22 nýggjum flokshølum, 6 felagsøkjum, 8 bólkarúmum,
hevur gingið væl at fiskað hjá fleiri skipum í ár, og sum heild verður roknað við, at árið í ár fer at roynast heldur betur enn árið í fjør. Fiskaprísirnir hava í seinastuni verið rættiliga góðir, so líkt [...] eisini - og í seinastuni er oljan lækkað nakað aftur. Hann nevndi, at eitt av pørunum, sum hann hevur við at gera, Jaspis og Ametyst, fiskaðu fyri 25 mió krónur í fjør, men longu síðst í november í ár høvdu [...] at síggja aftur í fiskavirkisvinnuni, sum framvegis er í tungum sjógvi. Dýrari fiskasløg Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, vísti á, at manningarnar umborð á teimum skipum í Íslandi, sum virkini
tað, í einum aldudali sum okkara búskapur nú er í, hevur stóran týdning at gera íløgur, ið kunnu viga upp ímóti eini niðurgongd í búskapinum. Íløgur á 48 mió skuldu sæst aftur í øktum virksemi í Klaksvík [...] sínum øki, men í mun til tey ynskir ið komu inn til fíggjarætlanina fyri 2005. Ynskini frá stovnum, umsiting við meira kostaðu ein rakstur fyri 2005 á 85,4 mió, í mun til eina játtan á 73,8 mió í inniverandi [...] Ùtfrá hesum hava vit spart, ella skorið av aftur, so raksturin í 2005 verður á 78 mió. Raksturin fyri 2005 hevur í høvuðsheitum tað øking í mun til 2004 at hædd er tikin fyri lønarvøkstrinum, øktum virksemi
Í farnu viku vóru umboð fyri danska peningastovnin, Unibank, í Føroyum, í sambandi við eini møguligari endurfígging av føroysku kommunuskuldini. Umfíggja við lánsbrøvum Saman við Landsbankanum hevur danski [...] teimum kommunum, sum høvdu kurstap í samband við kommunuskuldarumleggingina í 1995. Ikki neyðugt við umlegging Leivur Hansen legði tó afturat, at orsøkin til hansara støðu í málinum ikki er tann, at Tórshavnar [...] eina umfígging, tá vit samstundis eru í teirri støðu, at føroysku peningastovnarnir eru á tremur við peningi Púra greitt Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík sigur, at Klaksvíkar Býráð hevur eina
- AB 1-1 (1-0) Avgerandi løtan í Klaksvík kemur eftir 35 minuttir, tá Alex Troleis bríkslar fyri brotssparkið. Ein eyðsýndur Kristoffur Jakobsen verður spældur leysur í brotsteiginum hjá argjamonnum [...] Ellefsen, sum hevur fingið krampa í annan tjúkkan. Hin, sum kemur inn, er 19-ára Karstin Højgaard, sum ongantíð fyrr hevur skorað í Effodeildini. Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina sendir Símun Rógvi Hansen [...] eftir at bólturin er endaður í málinum. 19 ára gamli framherjin hevur spælt í AB síðani hann var fimm ára gamal. Hann er ein av fleiri á liðnum, sum hava sín uppvøkstur í felagnum. – Tað ger tað lættari
Skálaberg afturhildin í Murmansk, og enn hava russisku myndugleikarnir ikki lagt sektaruppskot fyri skipara og reiðaríið, sum er JFK í Klaksvík. Málið militert Maðurin, sum hevur umboðað russar í Føroyum gjøgnum [...] eisini at hugsa um onnur ting. Russiska aðalkonsulátið í Føroyum hoyrir undir russisku sendistovuna í Keypmannahavn, og tað er tann vegin, at aðalkonsulin í Føroyum arbeiðir undir øllum vanligum umstøðum. Men [...] vit nú skulu vera komnir í hesa klemmu. Árni Dam ásannar tó, at ávísir trupulleikar hava verið í samstarvinum seinnu tíðina, og hetta sóu vit eitt nú við laksinum, sum russar í eina tíð ikki vildu keypa
víðari. Og kommunurnar í Kommunusamskipanini hava síðani viðgjørt álitið við góðum huga. Komandi fríggjadag fara allir kommunustýrislimir í Kommunusamskipanini á fund í Klaksvík at gera sínar niðurstøður [...] fara á ongan hátt at finna okkum í ikki at vera ein sjálvsagdur partur av politisku tilgongdini allan vegin. Kommunuálitið nýggja Í januar 2009 setti landsstýriskvinnan í kommunumálum niður eina nevnd við [...] Kommunusamskipan Føroya hevði í áravís eftirlýst júst hesum, og tí var tað eitt gott stig at fáa tikið samanum og gjøgnumført tær ætlanir, sum alt ov leingi hava ligið í óvissu millum land og kommunur