Stríð
Í dag eru tríggjar vikur, síðan russisku myndugleikarnir tóku føroyska verksmiðjutrolaran Skálaberg, sum allar hesar tríggjar vikurnar við 38 umborð hevur ligið á reduni út fyri Murmansk.
Russiskur aðalkonsul í Føroyum er Árni Dam, sum vit skiftu orð við fyri einari góðari viku síðan um hetta mál. Júst hendan dagin, vit tosaðu saman, vóru skiparin á Skálabergi, meklari og sakførari farnir í land, og Árni segði seg tá vóna, at málið fór at verða loyst seinni hendan dagin.
Men framvegis verður Skálaberg afturhildin í Murmansk, og enn hava russisku myndugleikarnir ikki lagt sektaruppskot fyri skipara og reiðaríið, sum er JFK í Klaksvík.
Málið militert
Maðurin, sum hevur umboðað russar í Føroyum gjøgnum so mong ár og sum eisini er russiskur aðalkonsul í Føroyum, er ógvuliga harmur um hetta mál, sum hann heldur hevur drigið alt ov langt út.
- Hetta mál fyllir rættiliga nógv innan í mær. Tað harmar meg so ófatiliga nógv, og eg royni at ganga túrar fyri eisini at hugsa um onnur ting.
Russiska aðalkonsulátið í Føroyum hoyrir undir russisku sendistovuna í Keypmannahavn, og tað er tann vegin, at aðalkonsulin í Føroyum arbeiðir undir øllum vanligum umstøðum.
Men Árni Dam ásannar, at hann hevur leitað víða fyri onkusvegna at royna at loysa – ella at verða við til at loysa - hetta mál.
- Eg dugi illa at skilja, hví hetta mál skal hava drigið so langt út, og hví myndugleikarnir í Ruslandi ikki langt síðan eru komnir við teirra bót, sum teir nú einaferð halda seg eiga til góðar.
Árni Dam heldur, at orsøkin til longu avgreiðsluna má vera, at málið um Skálaberg er endað í russiska militerinum, sum hann tekur til.
- Hví so er, dugi eg slett ikki at siga, men vit hava sæð, at tað er torført at fáa hetta mál úr aftur militerinum, leggur hann aftrat.
Hann ásannar, at skipanin innan russiska militerin ivaleyst er óvuliga stirvin við atliti til eitt mál sum hetta.
- Hinvegin er tað eingin loyna, at tá eitt skip soleiðis verður tikið av myndugleikunum, eiga teir eisini at koma við sínum útspæli, so bíðitíðin og óvissan um, hvørjir trupulleikarnir eru, ikki gerst so long, sum vit her eru vitni til.
Árni Dam sigur, at hann dagliga hevur havt samband við skiparan á Skálabergi, eins og Faroe Agency eisini hevur samband við meklaran hjá skipinum.
- Men tað vísir seg bara, at teir fáa einki at vita, og so gongur tíðin bara. Teir fáa onga neyva frágreiðing um, hví málið hevur drigið so langt út, og tað er hetta, sum harmar okkum mest.
Russiski aðalkonsulin vísir annars á, at hetta er fyrstu ferð, at russisku myndugleikarnir hava tikið eitt føroysk skip í Barentshavinum.
- Samstarvið millum londini hevur annars gingið so væl, og hetta hava bæði russiskir og føroyskir myndugleikar havt á munni. Tí er eisini so torført at skilja, hví vit nú skulu vera komnir í hesa klemmu.
Árni Dam ásannar tó, at ávísir trupulleikar hava verið í samstarvinum seinnu tíðina, og hetta sóu vit eitt nú við laksinum, sum russar í eina tíð ikki vildu keypa.
- Eg veit ikki, hvør frágreiðingin til hesa gongd er. Onkur hevur hildið, at hetta hevur nakað við tøkuna av tveimum russiskum svartkjaftatrolarum í 2007 at gera, men eg haldi ikki, at tað er so. Tey málini eru avgreidd, soleiðis sum slík avgreiðsla eigur at fara fram. Men tað kunnu vit ikki siga um Skálaberg-málið, ið hevur drigið alt, alt ov langt út. Avgreiðslutíðin í hesum máli hevur verið alt ov long, og framvegis eftir tríggjar vikur er einki sektaruppskot komið á borðið, sigur hann.
Framtíðin
Árni Dam sigur, at hóast Skálaberg-málið er eitt ógvuliga keðiligt mál, heldur hann framvegis, at ein virðilig loysn á hesum máli er hin einasta rætta.
- Vit noyðast eisini at hugsa um framtíðina. Tí eiga vit ongantíð at leypa fram av. Tann tíðin kemur, tá chilenska alivinnan kemur aftur á føtur, og tá fer kappingin um laksin á amerikanska marknaðin aftur at harðna. Vit mugu eisini hugsa um upsamarknaðin eystanfyri, eins og hugsandi er, at pelagiski fiskurin, sum nú verður heilfrystur í Kollafirði, verður seldur til Ruslands og londini eystanfyri. Verkætlanin við Norðborg hevur eisini áhugamál í londunum eystanfyri.
Russiski aðalkonsulin í Føroyum vísir á, hvat samstarvið við russar í aðrar mátar eisini merkir fyri føroyska vinnu.
- Í løtuni liggja tríggir russar á Skála, harav vit júst í morgun hava fingið eina bílegging upp á proviant til tað eina skipið upp á slakar 200.000 krónur, sum føroysku heilsølurnar selja skipinum. Eitt skip kemur á Fuglafjørð at skifta manning, har manningin kemur og fer av landinum við Atlantsflogi.
Árni Dam sigur, at nógv ymisk viðurskifti kundu verið drigin fram, sum vísa, hvat tað samstarv, sum er millum Føroyar og Rusland í dag, merkir – eisini á ymiskan hátt fyri Føroyar sum samfelag.











