Fiskivinna
Tað hevur gingið væl at fiskað hjá fleiri skipum í ár, og sum heild verður roknað við, at árið í ár fer at roynast heldur betur enn árið í fjør.
Fiskaprísirnir hava í seinastuni verið rættiliga góðir, so líkt er ikki til, at ábendingarnar um ein betur rakstur hjá fleiri skipabólkum fara at svíkja.
Gongur væl
Tá ið grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe herfyri skipaði fyri framløgu av roknskapargreining, sum felagið hevur gjørt yvir fiskiflotan og fiskavirkini, segði Jónsvein Knudsen, skipaeigari og reiðari, at prísirnir á upsa hava verið meira enn tvífalt so góðir í heyst, sum tá ið teir vóru lægstir fyri sløkum tveimum árum síðan.
Hann læt væl at gongdini hjá partrolarunum í ár og segði, at hjá teimum flestu hevur gingið fínt, sum hann tók til.
- Fiskiskapurin hevur verið góður; tað hevur fiskaprísurin eisini - og í seinastuni er oljan lækkað nakað aftur.
Hann nevndi, at eitt av pørunum, sum hann hevur við at gera, Jaspis og Ametyst, fiskaðu fyri 25 mió krónur í fjør, men longu síðst í november í ár høvdu somu skip fiskað fyri út við 32 mió krónur.
- Hetta gevur manningunum eina inntøku upp á meira enn 530.000 krónur við frítíðarløn. Tríggjar manningar eru knýttar at skipunum, og tað merkir, at menn eru heima umleið ein triðing av árinum, legði hann aftrat.
Hugburðsbroyting
Spurningurin um tilknýti millum skip og virkir varð eisini havdur á lofti á fundinum, sum Rasmussen & Weihe skipaði fyri.
Men Jónsvein Knudsen segði seg ikki stúra fyri, at manningarnar fara at vera fyri vanbýti av, at fleiri skip nú aftur hava tilknýti til virkir.
- Fyrr fylgdi fiskimaðurin ikki so væl við, sum hann ger í dag. Hann er vorðin nógv meira bevístur um sína støðu.
Reiðarin segði, at summir fiskimenn snøgt sagt rokna út, hvat teir fáa fyri hvørt tóvið, sum skipið hevur.
- Teir kunnu hava hvørt tóv á telduni og eru spentir eftir at síggja, hvussu vignast gjøgnum túrin. Sum reiðari kanst tú í dag uppliva, at tú fært ein meyl, har spurt verður um, hvussu eitt hál – í dagsins prísi – hevur vignast. Menn eru spentir og áhugaðir, og tað er gott. Jú, her er ein rættilig hugburðsbroyting farin fram.
Jónsvein helt fyri, at líkt er ikki til, at henda hugburðsbroyting á sama hátt er at síggja aftur í fiskavirkisvinnuni, sum framvegis er í tungum sjógvi.
Dýrari fiskasløg
Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, vísti á, at manningarnar umborð á teimum skipum í Íslandi, sum virkini eiga, fáa munandi lægri prís fyri somu fiskasløg, sum fiskimenn í Føroyum fáa.
Jónsvein Knudsen og onnur, sum vóru við til framløguna, ásannaðu, at hetta er so. - Nei, eg trúgvi ikki, at hetta verður nakar trupulleiki í Føroyum, soleiðis sum menn eru vorðin upplýstir um síni viðurskifti.
Hann segði, at menn fylgja væl við fiskaprísunum, og hvussu gongur hjá øðrum skipum at selja.
- Høvdu teir kent seg at verið fyri vanbýti, høvdu teir gjørt vart við hetta – og í ringasta føri farið umborð á onnur skip.
Hóast íslendskir fiskimenn fáa ein lægri prís fyri fiskin, merkir tað kortini ikki, at teirra inntøka neyðturviliga er lægri, tí nøgdirnar fyri hvønn húk í Íslandi eru kanska 4-5 ferðir so stórar sum undir Føroyum.
- Haraftrat kemur, at talan sum heild er um nógv størri nøgdir av teimum dýraru fiskasløgunum, segði Anfinn Olsen, reiðari, sum eisini var við á framløgufundinum.
Skip og virkir
Jónsvein Knudsen duldi tó ikki fyri, at hansara áskoðan er, at bæði skip, manningar, fiskavirkir og tey fólk, sum arbeiða har, skulu eiga eina framtíð, tí uttan virkini á landi hevði ikki verið so gott vorðið hjá fiskiflotanum heldur.
- Ein annar spurningur er so, um fiskavirkini eru nóg effektiv – og um ikki eisini er neyðugt við eini hugburðsbroyting innan hesa vinnu, so hon gerst meira kappingarfør.
Jónsvein helt, at soleiðis, sum fiskavirkisvinnan ekur á knøunum í dag, har fleiri virkir ár um ár hava stórt hall, er støðan ikki haldgóð.
Ein styttri partur av framløguni hjá Rasmussen & Weihe hendan dagin snúði seg um gongdina hjá fiskavirkisvinnuni, men hesin parturin var ikki heilt liðugur, fingu vit at vita.
Hóast fiskavirkisvinnan samanlagt hevur givið hall fylgjandi ár, eru tó onkur positiv tekin at hóma. Eitt tekin, sum vit heftu okkum við á framløgufundinum, var, at virðisøkingin í 2005 hevur verið størri enn vøksturin í lønarútreiðslunum.
Hvussu leingi?
Eini níggju feløg, sum reka fiskavirkisvinnu, eru við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe, og av hesum høvdu eini fimm feløg hall í fjør, harav Kósin í Klaksvík og Føroya Fiskavirking eiga tey størstu negativu tølini – ella út við 20 mió krónur tilsamans.
Hetta eru júst tey feløg, sum hava keypt sær skip fyri at tryggja sær rávøru.
Á fundinum spurdu fólk, hvussu leingi fiskavirkisvinnan kann halda fram við slíkum halli.
- Okkurt er, sum sigur mær, at feløg, sum koma við so stórum halli á hvørjum ári, ikki kunnu halda fram leingi aftrat, helt ein av luttakarunum fyri.