Skúlin á Skúlatrøð

Størsta verkætlan hjá Klaksvíkar kommunu er nýbygging av fólkaskúlanum. Sum øllum kunnugt er 1. byggistig farið í gongd í summar. Skúlaøkið er vorðið eitt byggipláss og tí merkt av tí ruðuleika, sum tílíkt hevur við sær. Tað vil so vera. Nógv foreldur eru  av góðum grundum bangin fyri trygdini hjá børnunum, serliga um morgunin, tá tey koma í skúla. Tað eru nógvir bilar, og ferðslan er óskipað. Hetta átti at verið syrgt fyri, áðrenn skúlin byrjaði aftaná summarfrítíðina.

Ferðslan
Skúlastýrið hevur í brævi til kommununa hin 31. august 2016 gjørt vart við ferðslutrupulleikan, har víst varð á tey økir og teir trupulleikar, ið eru ymsastaðni á skúlaøkinum. Tá ið einki var hent í málinum, og foreldur framvegis vóru ørkymlaði og ótrygg við støðuna, heitti skúlastýrið hin 19. oktober aftur á Klaksvíkar kommunu um at finna loysnir á ferðslutrupulleikunum beinanvegin. Skúlastýrið fær svar, at málið krevur tvær býráðsviðgerðir, og at tann næsta verður um eina viku, sum vit væntandi fáa svarskriv upp á aftaná. Men nú, ið kommunuvalið nærkast, er borgarstjórin farin í bløðini við hesum máli og hevur lovað at loyst tað beinanvegin. So vónandi verður hetta í lagi skjótt, men hetta kundi verið gjørt betur.

2. og 3. byggistig
Tá 1. byggistig, sum er nógv tað størsta, er liðugt væntandi við skúlaársbyrjan 2018, so  er ætlanin at halda áfram við teimum eftirstandandi gomlu bygningunum. Hesir eru gamlir og framvegis merktir av fukti. Eg sat sjálv í byggibólkinum, og vóru vit fleiri, sum vístu á hendan trupulleika. Soppavøkstur var á gamla Ziskatrøð, ið varð reinsaður fyri sopp, ábøtir framdar og blásarar settur upp at turka í kjallaranum. Nógvar milliónir krónur hava seinastu árini verið brúktar upp á hendan bygning. Meiriluti var í býráðnum fyri at varðveita tann partin av skúlanum á Ziskatrøð, ið vendir oman og niðan sunnanfyri gamla kirkjugarð. Hetta er alt lappaloysnir, tí sum nú er lekur vatn inn í kjallaran, so annaðhvørt má drenast rundanum bygningin, áðrenn hann verður renoveraður, ella má hann takast niður. Í verandi líki verður bert spurningurin um tíð, til soppur aftur kemur í og spreiðir seg uppeftir tí gamla bygninginum og í ringasta føri víðari til nýggja partin av skúlanum, sum verður bygdur áfast gamla Ziskatrøð.

Hóast, at nógvar milliónir longu eru brúktar upp á hendan gamla bygning seinastu 20 árini, so er hann langt frá góður enn. Og spurningurin er um ikki rætta loysnin vildi verið at brotið hann niður og bygt nýtt. Eg vil arbeiða fyri at skilabesta loysnin verður vald, tá vit koma so langt. Vit mugu hugsa longur enn bert nøkur fá ár fram. Skúlin má kunna halda nógv ár framyvir.  

Undirvísingartilfar
Okkara størsta tilfeingi er eitt vælútbúgvið fólk, og skúlin eigur tí at raðfestast ovarliga, ikki minst barnaskúlin. Hetta er mítt hjartamál, og eg vil arbeiða fyri, at skúlin á Skúlatrøð og hinir skúlarnir í Klaksvíkar kommunu verða raðfestir høgt. Her hugsi eg ikki bert um nýbygningar og viðlíkahald, men serliga útreiðslurnar til undirvísing, bøkur og annað tilfar, sum verður brúkt í skúlunum. Her hava vit í fleiri ár ligið langt aftanfyri nógvar aðrar skúlar í Føroyum, soleiðis at játtanin per næming hevur verið av teim lægstu í Føroyum. Seinastu tvey árini hevur skúlin á Skúlatrøð fingið eina eykajáttan áljóðandi 300.000 kr hvørt ári fyri undirvísingartilfar. Hetta er eitt stórt stig á røttu kósini ímóti einum betri skúlaskapi. Um eg komi í býráðið, vil eg arbeiða fyri, at játtanin til skúlaskap verður nøktandi fyri hvønn einstakan næming, soleiðis at tann við serligum tørvi eisini far bestu umstøður at virka undir og mennast.

Næmingaráð
Á skúlastýrisfundi havi eg lagt ynski fram um at stovna eitt næmingaráð fyri samanlagda skúlan, ið loksins er stovnað. Hetta fegnist eg sum forkvinna um. Eitt næmingaráð lærir næmingarnar at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og gevur teimum høvi at taka ábyrgd og fáa ávirkan á egnan skúladag. Tað kann hugsast, at eitt næmingaráð kann koma at krevja fíggjarligt íkast fyri at kunna gera okkurt munagott fyri skúlan. Hesum vil eg heilhjartað stuðla, um eg komi í býráðið.

Nýmótans skúli
Spennandi verður at fáa nýggjan nýmótans fólkaskúla í Klaksvík við 22 nýggjum flokshølum, 6 felagsøkjum, 8 bólkarúmum, 8 vanligum vesum, tveimum størri vesum, eini felagshøll/matarhøll, miðlasavni, høli til heimkunnleika, amfiteatri og einum tónleika-leiklistapalli. Við hesum góðu kørmum fær okkara ungdómur bestu møguleikar at virka undir og mennast, samstundis sum hetta verður eitt mennandi og kveikjandi arbeiðspláss í tráð við nútíðarsamfelagið.

Mest møguligt fyri skattakrónurnar
Um eg verði vald í býráðið, so vil eg gera alt fyri, at tú sum borgari fært sum mest møguligt fyri inngoldna skattin. Her hugsi eg um, at gamli Ziskatrøð bygningurin má endurskoðast, soleiðis at 2. og 3. byggistig skúlans verður bygt skynsamt. Sum foreldur hava vit krav upp á heilsugóðar umstøður fyri okkara børn, og at tað sum kommunan brúkar okkara skattakrónur upp á kemur at halda í longdini.



Mildrid á Lógv, skúlastýrisforkvinna
Valevni fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar kommunu