Karstin tryggjaði AB eitt stig

19 ára gamli Karstin Højgaard tryggjaði AB annað stigið móti KÍ í Klaksvík við sínum fyrsta málið í Effo-deildini, eftir at hann bleiv skiftur inn stutt frammanundan. Dysturin varð merktur av, at liðskiparin hjá AB órætt fekk beinleiðis reytt kort í fyrra hálvleiki, tá dómarin metti, at hann gjørdi brotsspark

KÍ - AB 1-1 (1-0)

Avgerandi løtan í Klaksvík kem­ur eftir 35 minuttir, tá Alex Troleis bríkslar fyri brots­sparkið. Ein eyð­sýndur Kristoffur Jakobsen verður spældur leysur í brots­teig­inum hjá argjamonnum. Sein­asta vónin hjá AB er Jónas Stenberg, sum av høgra bakki hevur leitað sær inn í brotsteigini í eini roynd at steðga ágrýtna KÍ spæl­aranum.
Tað er lítið, um nakað, sam­band millum Jónas Stenberg og Kristoffur Jakobsen, tá Kristoffur fer um koll. Hann dettur um síni egnu bein, men dómairn er ikki í iva og bríkslar fyri brots­sparki, og gevur Jónasi reyða kortið.
– Hann eitt lítið sindur frammanfyri meg, men eg geri einki við hann. Eg koyri ikki beini út ella nakað, so eg dugi ikki at síggja at hatta er eitt brotsspark ella reytt kort, segði Jónas Stenberg við sendingini »3.Hálvleikur« á Rás2 í gjár eftir dystin.
Jónas er sjónliga vón­brotin, tá hann gongur av vøllinum, eftir at hava fingið reyða kortið.
– Eg var líka við at gráta. Eg havi aldrin í mínum lívið fingið eitt reytt kort og eg skilji ikki hvussu hann kundi geva mær reytt kort har, sigur Jónas Stenberg, sum nú má sita uttanfyri í avgerandi dystinum móti TB á Argjum komandi vikuskiftið.

KÍ megnaði ikki at binda um heilan fingur
Atli Danielsen var tryggur úr ellivu metrum og legði KÍ á odda 1-0. Undan málinum hevði dysturin verið javnur. Argja­menn mundu hava takið fyrstu løtuna, meðan KÍ tók við aftaná smáar tjúgu min­uttir.
Nú sær gott út hjá KÍ, sum er á odda og hevur ein mann fleiri á vøllinum. Fram til hálv­leik hendir ikki so nógv ann­að enn at Rógvi Poulsen má lata seg skifta út við skaða. Frá at hava spælt upp við KÍ, er AB nú aftanfyri við einum málið, fingið ein mann útvísta og mist ein av bestu spælarunum á liðnum vegna skaða. Onkur vildi verða við, at hetta var at kalla alt kapp­ingarárið hjá AB kroyst niður í tíggju minuttir.
KÍ hevur fleiri møguleikar at økja. Hóast KÍ ikki hevur fult tamarhald á dystinum, so halda teir fram við at hótta í mótálopunum, men fyri hvørja takling, sum argja­menn vinna veksur vón­in um at taka øll av bóli og stjala eitt stig. Innskifti Bjartur Kjærbo roynist væl og Ahmed Keita hevur ein av sínum góðu døgum í álop­inum, tá hugsað verður at halda fast í bóltinum og spæla hann víðari.
Tá dysturin nærkast end­anum sendir AB fleiri fólk fram, meðan møguleikarnir hjá KÍ blíva størri og størri. Millum annað verður Símun Rógvi Hansen fangaður langt uttanfyri brotsteigin og má fella Páll Klettskarð, sum er fyrstur á bóltinum. Hevði Páll havt kós móti málinum var seinna reyða kortið hjá AB víst.

Karstin skorar
Fimm minuttir fyri tíð skiftir Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, tveir ungar mans inn. Hørður M. Mohr kemur inn á miðvøllin fyri Beinir Ellefsen, sum hevur fingið krampa í annan tjúkkan. Hin, sum kemur inn, er 19-ára Karstin Højgaard, sum ongantíð fyrr hevur skorað í Effodeildini.
Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina sendir Símun Rógvi Hansen ein lang­an bólt fram móti brots­teig­inum. Sorin Anghel er sterk­astur í lufttvídysti við Atla Danielsen. Bólturin hopp­ar inn í brotsteigin og har er Karstin. Hann eltir bóltin og eina løtu sær út til, at vinkulin blívur nakað spískur. Júst sum Meinhard Joensen tveitur seg fram eftir hopp­andi bóltinum fær Karstin fótin á og bólturin leitar sær undir Meinhard og í net­meskarnar.
– Tað er fantastiskt. Eitt ótrúligt upplivilsi at skora sítt fyrsta mál í bestu deildini upp á hendan mátan, segði ein ótrúliga fegin Karstin Højgaard eftir dystin.
– Tað var totalt kaos eftir at eg skoraði. Eg minnist ikki hvat eg gjørdi. Minnist bara at allir spælararnir koma rennandi móti mær, sig­ur Karstin um løtuna eftir at bólturin er endaður í mál­inum.
19 ára gamli framherjin hev­ur spælt í AB síðani hann var fimm ára gamal. Hann er ein av fleiri á liðnum, sum hava sín uppvøkstur í felag­num.
– Tað ger tað lættari at koma inn á liðið, tí tú kennir spælararnar. Málið í ár var at skjóta mítt fyrsta mál og tað havi eg so klárað, men nú skulu vit bjargað okkum í deildini, sigur Karstin víðari og leggur afturat, at komandi ár er málið at fáa meiri spæl­tíð og vónandi gera seg gald­andi á U21 landsliðnum.
Javnleikurin hevur nógv størri týdning fyri argjamenn enn hann hevur fyri KÍ. Ser­liga er tað hátturin, ið AB kempaði seg inn í aftur dyst­in við tíggjum monnum, sum gevur eina trúgv upp á at kapp­ingarárið nú er við at venda fyri botnliðið.
Fyri Eyðun Klakstein, Paula Poulsen og KÍ bleiv ikki talan um eina dreymabyrjan. Heldur mundi dysturin verða enn ein áminning um, at tað framvegis er nógv sum skal gerast áðrenn KÍ aftur verður millum støðugu oddaliðini í føroysku fótbólti.