Klaksvíkin og Havnin siga nei

Landsbankin hevur saman við danska Unibank arbeitt við eini møguligari umlegging av føroysku kommunuskuldini, men stendur tað til býráðsformannin í Havn og Klaksvíkar býráð, verður henda ætlanin av ongum

Í farnu viku vóru umboð fyri danska peningastovnin, Unibank, í Føroyum, í sambandi við eini møguligari endurfígging av føroysku kommunuskuldini.


Umfíggja við lánsbrøvum

Saman við Landsbankanum hevur danski peningastovnurin seinastu tíðina arbeitt við einum uppskoti, sum hevur til endamáls at umfíggja føroysku kommunuskuldina.

Talan er um, at eitt nýstovnað felag skal selja lánsbrøv, soleiðis at neyðugi peningurin til endamálið fæst til vega.

Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, vildi ikki gera nakrar serliga viðmerkingar til ætlanina, men hann váttaði tó fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við hesum. Víðari segði hann, at ein møgulig endurfígging, ella umlegging, krevur, at føroysku kommunurnar sýna neyðugt samhaldsfesti, soleiðis, at eisini tær kommunur, sum ikki eru so øgiliga skuldartyngdar, eru við í hesum.

Hetta merkir somuleiðis, at tað hevur avgerandi týdning, at Tórshavnar Kommuna er við, soleiðis at samlaðu upphæddirnar, sum skulu fíggjast, gerast nóg stórar. Júst hvussu stóra upphædd talan er um, kundi Sigurd Poulsen ikki siga, tí hetta hongur saman við, hvussu nógvar kommunur taka undir við ætlanini.


Ivasamt við Havnini

Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn sigur við Sosialin, at býráðið enn ikki hevur tikið støðu til málið, men at fyrsta viðgerð av hesum verður á býráðsfundi í kvøld.

Upp á spurningin um Leivur metti, at býráðið var positivt sinnað fyri uppskotinum, svaraði borgarstjórin, at hann sum so einki fekk sagt um hetta, tí málið hevði enn ikki verið til viðgerðar.

Sjálvur helt Leivur tó, at eftir hansara tykki var tað rættuliga ivasamt, um størsta kommunan í landinum, enn eina ferð fór við í eina loysn saman við restini av landinum.

Samstundis vísti hann á, at Havnin ikki hevði fyri neyðini at vera við, tá kommunuavtalan varð undirskrivað á heysti 1995, men at teir kortini gjørdist partur av ætlanini, til tess at føroysku kommunurnar í felag kundu hjálpast úr kreppuni.

Harumframt legði hann afturat, at teir eisini hava sýnt solidaritet, nú Landsstýrið í løtuni arbeiðir við eini loysn, har ringast støddu kommununar fáa minkað um skuldarbyrðuna, soleiðis at henda kemur niður á tríggjar álíkningar. Henda loysnin kostar í alt 67 mió.kr., harav landskassin rindar tær 25. Restin verður at býta millum tær kommunur, sum eiga innistandandi í kommunala kreppulánsgrunninum, og her er Tórshavnar Kommuna nógv tann størsti innskjótarin.

Av hesum 67 mió.kr. skulu tær 50 ætlandi nýtast til at gjalda skuld hjá ringast støddu kommununum, meðan tær seinastu 17 mió.kr. skulu endurrindast teimum kommunum, sum høvdu kurstap í samband við kommunuskuldarumleggingina í 1995.


Ikki neyðugt við umlegging

Leivur Hansen legði tó afturat, at orsøkin til hansara støðu í málinum ikki er tann, at Tórshavnar Kommuna ikki vil hjálpa ringast støddu kommununum. Hinvegin er hetta grundað á, at tað eftir hansara tykki er ivasamt, um tað veruliga er neyðugt við eini nýggjari umfígging av kommunuskuldini.

Tá verandi avtala um føroysku kommunuskuldina gongur úr, hin 30. november 2000, fellur avtalan um rentuásetingina samstundis úr gildi.

Marknaðarrentan hevur tó verið sera lág, síðani avtalan varð undirskrivað, og í fleiri førum hava kommunur víst ónøgd, tí rentan smb. kommmunuskuldaravtaluni hevur verið hægri enn marknaðarrentan, hóast hon hevur verið lægri enn ásett í upprunaligu lánsskjølunum.

Leivur Hansen leggur tó dent á, at allir lánveitarar tó hava givið til kennar, at teir ikki hava ætlanir um at nýta gamla rentusatsin, og at tað tískil ikki skuldi verið neyðugt við eini umlegging.

Harumframt hava føroysku peningastovnarnir eisini boðað frá, at eftir teirra tykki hava allar kommunur møguleika at umleggja lánini her á landi, treytað av at núverandi gjaldsskipan, har peningastovnarnir hava transport í skattainntøkunum, kann halda fram.

Tískil heldur Leivur Hansen, at tað kann tykjast løgi, at føroysku kommunurnar skulu leita sær uttanlands eftir møguligum kapitali til eina umfígging, tá vit samstundis eru í teirri støðu, at føroysku peningastovnarnir eru á tremur við peningi


Púra greitt

Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík sigur, at Klaksvíkar Býráð hevur eina greiða fatan av støðuni.

Býráðið hevur viðgjørt málið, og greið semja var um, at Klaksvíkar Kommuna í samstarvi við lánveitarar sínar ætlar at loysa skuldarspurningin, uttan at nakað millumlið verður nýtt á vegnum.

Greiða støða býráðsins er grundað á, at teir hava verið á vitjan hjá útlendsku lánveitarunum, umframt at teir umvegis kommunusamskipanina hava verið í samband við føroysku lánveitarar sínar. Hjá øllum hesum er semja um, at eingin orsøk var hjá kommununi at nýta enn ein lánistovn, sum við tíðini kanska ferð at gerast ein kleppur heldur enn ein hjálp.

Harumframt hevur kommunusamskipanin í seinastuni givið til kennar, at føroysku komunurnar í dag eru »eitt gott pappír«, og at tær tískil hava allar møguleikar at avgreiða síni fíggjarviðurskifti sjálvar.

Sjálvur er Jógvan við Keldu eisini av teirri fatan, at tað ikki er nøkur orsøk til, at enn ein stovnur trínur inn á føroyska pallin, tí eftir hansara tykki hava vit nóg mikið av stovnum her á landi.


Eingin solidarisk loysn

Sostatt er lítið sum røkist fyri, at ætlanini hjá Landsbankanum og Unibank um eina solidariska skuldarumlegging verður langt lív lagað.

Sum áður nevnt, er ein av fortreytunum fyri loysnini, at stóru kommunurnar eru við í hesum, men stendur tað til eitt samt Klaksvíkar Býráð og býráðsformannin í Havnini, verður hetta av ongum.