annað heim. Men nú er tað longri ímillum eg eri her og ferðist. Tá ið eg búði í USA var tað at koma heim at koma til Ísland. Tí er tað faktiskt 8 ár síðani eg var í Føroyum síðst. - Tað er stuttligt at koma [...] Mamma Mariu er nevniliga úr Vági. Sum barn hevði hon Thorsteinson til eftirnavn. Sjálv hevur Maria ongantíð búð í Føroyum, men hon hevur ofta verið og vitjað. ? Sum barn var eg ofta her í Føroyum og vitjaði [...] koma aftur til Føroyar. Hesaferð er mamma við, og hon nýtir at ganga runt í Havn og síggja hvussu alt er broytt, sigur Maria. Tolin, realistisk og jarðbundin ? At eg havi føroyska bakgrund eisini hevur havt
Kommunan er ikki tann størsta í landinum - 160 fólk íalt, og í báðum skúlunum tilsamans ganga færri enn tíggju børn. Synd er at siga, at tað hevur verið stórvegis virksemi í kommununi til nú, og tí er ikki [...] Eyðvør frøðist, sum vera mann, um, at hetta er tað beint øvugta av tí sum vit siga er vanliga gongdin í landinum. ? Vit merkja tað serliga væl her suðuri, tí tá tey ungu eru liðug við barna- og framhaldsskúlan [...] Dali frøðist yvir, at lív kemur í. ? Tað er ótrúliga hugaligt at síggja, at virkið fólk flytir til bygdar. Tað hevur ikki verið nakað virkið í kommununi áður, og tí er tað serliga stuttligt at síggja. Eyðvør
boraður á sumri ár 2001, eftir at fleiri kanningar og analysur er gjørdar fyri at finna besta staðið at seta borin í. -Um so er, at eydnan eisini er við okkum, og olja verður funnin í hesi fyrstu boringini - [...] Ikki at vilja váða nakað er kanska tann størsti vágin av øllum. Hugaligt við prísvøkstrinum Norski leitistjórin sigur annars við Sosialin, at tað er hugaligt, at prísurin nú er hækkaður aftur, og hann dylur [...] Nevndin í felagnum er sostatt tann sama. Kjartan Hoydal er nevndarformaður, og hinir nevndarlimirnir eru: Poul Mohr, Mortan Johannessen, Óli Hammer og Peter Even Djurhuus. Stjóri í felagnum er Wilhelm Petersen
fáa eitt mark uppá pláss við at slaka. -Tað er einki kynstur. Nú er komið hartil, at ein endalig avgerð má takast, og slíka kunnu bert politikarar taka. Talan er um so stór umstrídd øki við møguligum oljuríkidømi [...] burturav, nú als eingin olja er funnin. Tað nógva av fyrireikingararbeiðinum er longu gjørt. -Tað eg umsat sum løgmaður, eru nú lutað út á fýra fólk at umsita. Hetta er lítið rationelt og lítið skilagott [...] nakað endaligt úrslit. Hótt hevur eisini verið at fara til dómsstólin í Haag. Nú er bert eitt eftir at gera, og tað er at royna at fáa eina loysn á hægsta politiska stigi. Fyrrverandi løgmaður vísir á
nakað tað sama her í Føroyum. Motorarnir verða reinsaðir og málaðir í ymsum litum. Síðan verða teir vístir fram, meðan teir eru í gongd. Søgulig virði farast ? Eg havi spurt meg fyri bæði her hjá kommununi [...] motorunum. Og tað fækkast eisini av teimum. ? Tað er eisini eitt kynstur at nýta hesar motorarnar. Teir virka nevnliga ikki á sama hátt, sum teir nýggju. Í grundini er stórur munur á. Til dømis var ein motorur [...] fólk als ikki í dag. Nóg illa teir, sum arbeiða í smiðju, kenna hesar motorarnar, sigur Olivar. ? Tað er meir fyri at vísa teimum ungu, hvussu motorarnir vóru fyrr, at eg eri farin undir at savna uppá gamlar
nútíð, sum um hann framvegis er ímillum tey. Tá tey tosa um hann, er tað næstan, sum um hann bert er burtur á einum av sínum túrum við Ågot. Tey vita tó øll betur. Men tað er ein stórur uggi fyri tey at [...] av henni, at her er talan um eina familju, sum hevur verið fyri eini syrgiligari vanlagnu, men sum á ein ella annan hátt hevur megnað at reist seg aftur, tá tað sá svartast út. Og tað er ongin ivi um, [...] við upp á fjas og skemt, og tí var tað altíð nógvur látur, tá hann var her. Vit høvdu tað avbera gott saman, og saknurin eftir honum er sera stórur. Eg má bara ásanna, at vit fáa hann ikki aftur. Annars komi
i. ? Tað er ikki ein náttúrlóg, at neyðugt er við størri játtanum, men við umskipan av lóggávuni, verða vit betur før fyri at føra sosialpolitikk, sigur Helena Dam á Neystabø. ? Umráðandi er tí at hugsa [...] føroyskt. Neyðugt er at sundurgreina øll tey dagligu málini á Almannastovuni. Til hetta arbeiði er ein arbeiðsbólkur settur at gera álit um nýggja barnaforsorgarlóg og forsorgarlóg. Arbeiðið er ikki ásett at [...] samgonguskjalinum, og at teir skulu loysast í samstarvi millum land og kommunu? ? Tað er gjørt við vilja, tí her er talan um ansingarspurningar, har yngsta og elsta ættarliðið, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum
veljarafundunum. Eingin tíð er sett av til spurningar frá veljarunum og tí verða fundirnir ofta øgiliga linligir. Tað er púra eingin futtur í. Á seinasta fundinum í Vestmanna er tó ætlanin at broyta mannagongdina [...] ymiskt innrættaði, men onkru er ímillum, sum dugur at taka til. Ein teirra er Edvard Hermansen. Hann fekk láturin at runga í avhaldshúsinum í Vík. ? Hesir menninir, sum sita her eru allir so góðir, at tá [...] fingið røðaravenjing eftir at hava verið ígjøgnum eitt valstríð, men um nakrar fáar dagar er tað so ikki meir. Tá er liðugt, og so skulu royndirnar goymast til næstu ferð tað verður valstríð - um tey so stillað
nógv um skattalætta síðani samgongan kom fram at, men har er einki hent. ? Eg skal ikki siga, at tað er orsøkin, men tað er ikki óhugsandi, at tað er viðvirkandi til stóru afturgongdina, sigur John. Kortini [...] altíð stendur seg illa í veljarakanningum, men tá val er, stendur kortini ikki so illa til. Virkin í andstøðu Stóri vinnarin er Javnaðarflokkurin. Her heldur John Mortensen at tað eru fleiri orsøkir. Millum [...] ingini ikki verður størstur, so fær hann kortini eina framgongd. ? Hon er ikki so stór, men tað er kortini ein framgongd. Tað er kanska løgið, tá havt verður í huga tað, sum flokkurin hevur verið ígjøgnum
merkja vit, at vit hava at Norrøna er farin at sigla alt árið, so stórur er flutningsmarknaðurin í Føroyum heldur ikki, men tað løgna er, at Norrøna, í grundini, er farin við tí farminum, sum vit høvdu [...] til seinast, og tað er ta leiðina vit skulu ganga, sigur Árni Joensen. Hann vísir á, at tað er hesa tankagongd, sum Skipafelagið hevur brúkt í nógv harrans ár, og tað er hon, sum er orsøkin til, at ein [...] ta beint øvugta, í hvussu er hjá Skipafelagnum. Stóra rakstrarhalli í 1997 er vent til eitt yvirskot og hóast Árni Joensen, stjóri, ikki vil upplýsa hvussu stórt avlopið er, so sigur hann so mikið sum