Føroyum, sum tað var til konsertina hjá Dr. Bombay í Runavík leygardagin. Tey gott 2.000 atgongumerkini til barnakonsertina vóru skjótt útseld, og haraftrat vóru út við 1.000 atgongumerkir seld til tað seinna [...] tískil vóru tað heilt nógv børn, sum máttu togast úr rúgvuni og takast aftur um pallin at koma fyri seg. Hetta var tó ikki so álvarsligt, sum tað kanska sá út til, tí fyri tað mesta var tað bangilsi, ið [...] dyrnar upp til seinnu framførsluna hjá Dr. Bombay, og til hesa framførsluna var áskoðarafjøldin eitt sindur eldri. Nógv fólk var í høllini beinan vegin, og ein av orsøkum til hetta var óivað tað, at Pride
leikbannaður eftir reyða kortið móti Neistanum vikuskiftið frammanundan, men tað bilti ikki hjá VÍF. Í staðin fyri vanliga bakkin var tað vongurin hjá vestmenningum, sum fekk veruliga ferð á málskjótingina. Martin [...] Justinussen við aftur, men Jens Martin Knudsen náddi ikki at koma heim til dystin frá venjingarleguni hjá fótbóltslandsliðnum, men tað er ivasamt, um hann hevði gjørt nakran mun fríggjakvøldið. VÍF gjørdi [...] eina góða løtu, tá teir minkaðu frá 25-14 til 25-19, men VÍF-sigurin var ongantíð í vanda. Og enn einaferð komu níggju mans á málskjúttaralistan hjá VÍF ? eitt gott dømi um, at breidd er í álopinum hjá liðnum
minuttir, meðan tað skolaði inn í hinum endanum av vøllinum. Neistin vendi støðuni til egnan fyrimun frá 11-15 til 18-15, og tað sum hevði sæð út til at gerast enn ein væntaður sigur til Kyndil móti Neistanum [...] var lítil orsøk til at fáa eitt leikbann, sum hann fær nú. Brotskastið, sum fylgdi, skeyt Jacob Jónsson, men Bogi Henriksen bjargaði, og tað var rættiliga súmbolskt fyri dystin. Tá tað var liðugt, var [...] Neistanum og frá Kyndli, sum hann spældi við í fleiri ár, áðrenn hann fór fyrst til H71 og hetta kappingarárið sum spælandi venjari til Neistan. Andreas fer nú av landinum í arbeiðsørindum, og 32 ára gamli st
var tað eitt problem, um so var, at SEV ikki virkaði: um elveitingin var svikalig e.t. Eftir hesi fatan er okkara nýtsla av orðinum ábyrgdarbýti eitt problem, tí tað virkar ikki. Tað ber ikki til at hugsa [...] skulu tulkast. Tað fyrikemur ikki so sjáldan, at løgtingspolitikarar ikki kenna aftur umsitingina av teim lógum, sum teir hava viðtikið. Tað ber sjálvsagt til at koma einum parti av hesum til lívs við eftirliti [...] stjóri, sum heldur, at alt ber til yvirfyri kundum ella starvsfólki ella tað er ein landsstýrismaður, sum uppførir seg tápuligt ella tað er fiskivinnan, sum ikki fæst at bera seg uttan studning. Ábyrgdarbýti
Prentarafelag. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at inngjøldini til hesar eftirlønarskipanir eru enn á byrjunarstigi, og at tað tí má roknast við, at tað ganga nøkur ár, áðrenn hesar eftirlønarskipanir eru fult [...] hana í dag, til eina skipan, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um, at peningur verður settur av í vinnuførum aldri til eftirlønaraldri. Leiðslan á Føroya Lívstrygging sigur, at tað stigið, sum [...] alheimsrentustøðið er fallið tað seinasta árið. Verður hugt at lánsbrøvunum, sum er nógv tað størsta fíggjaraktivi hjá Lívstryggingini, so er miðalrentan fallin frá 6,7 prosentum í 1997 til 5,8 prosent í 1998.
eyga at forða fyri, at tað, sum hendi í Frøyanes málinum, ikki skal kunna henda aftur. Tvs, at tað skal ikki kunna lata seg gera aftur at keypa útróðrarbátar og flyta loyvini til størri bátar. Annars vóru [...] at forða fyri tað eru menn, sum at kalla bara brúka sínar egnu fiskidagar til at selja ístaðin fyri at rógva út sjálvir. ? Útróðrarbátarnir millum 15 og 40 tons hava verið illa fyri við tað, at nógvir teirra [...] fer at geva hvørjum útróðrarbáti yvir 40 tons einar 100 fiskidagar, ella gott tað. Sum er hava teir ikki meiri enn 80, so tað verður eitt munandi framstig. Avmarkaðar møguleikar at leggjs saman Formaðurin
6-15) Lat tað vera sagt beinanvegin: Fram var ikki í sterkastu uppstilling, og tískil endaði tað sum tað gjørdi. Hevarin hjá Fram, Bernhard Petersen, var ikki við í dystinum leygardagin, og tað merkti spælið [...] at bera til, hóast teir royndu. Á Fleyrliðnum eru tað tveir so royndir menn sum Klæmint Isaksen og Jan Hentze, sum standa og taka ímóti, og tað riggar sum oftast rættiliga væl. Hinvegin hevur tað knípt at [...] eitt gott lið, men tað hevur bara eydnast so stak, stak illa hjá liðnum í ár. Leygardagin vístu teir, at teir framhaldandi kunnu spæla flogbólt, hóast liðið hinumegin netið ikki spældi so væl sum tað átti
ávaring til klaksvíkskvinnurnar. Tær fingu at vita, at tóku tær seg ikki saman, so taptu tær dystin, og tað merkti, at meistaraheitið skuldi útsetast eina viku. Tað var eftir øllum at døma nóg mikið til at [...] eydnaðist tað nøkrum teirra, at sleppa frá hinum, tí tað galt um at halda fast. Hóast Fleyr hevði verið langt aftan fyri í byrjanini av settinum, so eydnaðist tað teimum at fáa settbólt í øðrum setti. Tað eydnaðist [...] tá til stykkis kom. Hetta sást tó ikki á spælinum sunnudagin. Liðini gjørdu sítt ítarsta fyri at fáa sigurin heim, og eftir at fyrsta sett var farið afturum, so var tað okkurt sum bendi á, at tað fór
, og tað kom illa við. Bæði tí hugurin at venja í nakrar vikur ikki var so góður, sum hann hevði verið frammanundan, og tí at tað var torført at fáa mótstøðulið til venjingardystir. Nú endaði tað við, [...] Tað hevur ligið illa fyri við fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið. Dagarnir, sum graslíkisvallirnir hava verið grønir og ikki hvítir, hava ikki verið so nógvir síðani á nýggjarárinum, og tá tað ikki [...] ikki hevur verið kavi, hevur tað ofta verið nógvur vindur. Men nú sigur álmanakkin, at tað er komið har til, at farast skal undir fótbóltskappingarnar. Nálareygað Longu komandi vikuskifti verða fyrstu dystirnir
niðriundir navninum, tað er gott viðhvørt, men tað høvdu teir slettað. Tá ið yrkingin ikki var prentað í Dimmalætting 27.2., sendi eg hana aftur, tí kanska var brævið ella hon misfarist, tað kann koma fyri hóast [...] sum einki hava við partapolitikkin at gera, men so er tað tað, sum alt stendur og fellur við, um bløðini royna at lýsa dagsins mál, sum nerta við tað politiska, og tey eru mong, óheft. Í hesum árinum hevur [...] So løgið tað ljóðar liggur Sosialurin klárt á odda her í síni ágangandi herferð. Havi altíð hildið tað vera barnsligt at hótta við ikki at halda eitt blað, tí tú viðhvørt ert ósamdur við tað, sum stendur