Gott vikuskifti hjá VÍF

Hondbóltur: VÍF fekk fýra stig og Kyndil tapti, so nú er javnari aftur

VÍF-Tjaldur 35-19 (20-7)

VÍF-KÍF 32-23 (13-9)


VÍF syrgdi fríggjakvøldið fyri, at Tjaldrið ikki sleppur av niðasta plássinum, sum teir hava átt alt kappingarárið. Og meðan málið hjá Tjaldrinum nú bert er at sleppa undan at enda kappingina við at hava tapt allar teir 24 dystirnar, hevur málið hjá VÍF ? at gerast føroyameistari ? fingið nýtt lív.

VÍF lat ongan iva vera um, hvør fór at vinna, tá Tjaldursmenn vitjaðu í Vestmanna fríggjakvøldið (dysturin skuldi verið spældur hóskvøldið, men varð útsettur vegna veður). Teir settu seg á dystin frá byrjan, og tá fyrri hálvleikur var liðugur, var støðan ikki minni enn 20-7 til heimaliðið!

Tá er himmalhøgur munur á liðunum, og hóast vestmenningar ikki vóru so ógvusligir í seinna hálvleiki, megnaðu teir at økja munin við trimum málum afturat, so teir vunnu dystin 35-19.

Tað var serliga mittastu 20 minuttirnir av fyrra hálvleiki, sum vóru ójavnir. Tá seks minuttir vóru spældir, var støðan 2-2, men tá klokkan vísti 22 minuttir, var heimaliðið frammanfyri 14-3.

Áki Olsen var leikbannaður eftir reyða kortið móti Neistanum vikuskiftið frammanundan, men tað bilti ikki hjá VÍF. Í staðin fyri vanliga bakkin var tað vongurin hjá vestmenningum, sum fekk veruliga ferð á málskjótingina. Martin Hummeland skeyt níggju av teimum tjúgu málunum hjá vestmenningum í fyrra hálvleiki, og tað hevur annars verið leikluturin hjá antin Áka ella Sámali Joensen at seta málini inn. Men sum heild var væl býtt hjá VÍF, har níggju ymsir spælarar sluppu á málskjúttaralistan.

Tjaldrið hevði Sverra Justinussen við aftur, men Jens Martin Knudsen náddi ikki at koma heim til dystin frá venjingarleguni hjá fótbóltslandsliðnum, men tað er ivasamt, um hann hevði gjørt nakran mun fríggjakvøldið. VÍF gjørdi sína skyldu og umframt tey bæði stigini fekk málmunurin eisini eitt fitt skump rætta vegin.


Eisini sigur móti KÍF

Bert tveir dagar seinni vóru føroyameistararnir aftur á vøllinum, hesaferð móti KÍF, sum fyrr hevur givið vestmenningum trupulleikar. Men so varð ikki hesaferð, tí hóast liðini fylgdust helvtina av fyrra hálvleiki, bleiv seinni hálvleikur bert ein spurningur um støddina á VÍF-sigrinum.

Kollfirðingar vóru illa mannaðir, og tá einasti málverjin Per Joensen mátti gevast vegna skaða, noyddist einasti maður á bonkinum í málið at standa ? og hann var útispælari!

Liðini fylgdust sum nevnt fyrsta korterið, men frá 4-4 fór VÍF upp á 8-4, og KÍF fekk ongantíð veruligt samband aftur. Eftir at hava ført 13-9 í hálvleikinum tóku vestmenningar seg upp á 18-11, og so var tann dysturin avgjørdur.

KÍF hevði eina góða løtu, tá teir minkaðu frá 25-14 til 25-19, men VÍF-sigurin var ongantíð í vanda.

Og enn einaferð komu níggju mans á málskjúttaralistan hjá VÍF ? eitt gott dømi um, at breidd er í álopinum hjá liðnum. Áki Olsen var nú við aftur hjá vestmenningum, og hann bleiv toppskjútti við níggju málum. Hjá KÍF var Petur Martin Johansen raskastur at skjóta mál. Hann fekk átta, og Eddi Joensen skeyt seks.

Tað var væntað, at VÍF fór at fáa fýra stig burtur úr hesum báðum dystunum, men stigini fóru á eitt turt stað. Teir eru nú bert trý stig aftanfyri Kyndil og hava harumframt ein dyst eftir móti oddaliðnum. Hann verður í Vestmanna longu komandi sunnudag, og um tað eydnast VÍF at vinna her, má sigast, at tað rættiliga kemur eldur í ovasta partin av kappingini.