Fleyr smurdi Fram av

Flogbóltur, menn: Nummar tvey og nummar trý hittust leygardagin og hóast alt peikaði á ein spennandi dyst, so gjørdi Fleyr ikki mætari enn at smyrja Fram av. Fleyr vann dystin 3-0

Fram-Fleyr 0-3

(5-15, 5-15, 6-15)


Lat tað vera sagt beinanvegin: Fram var ikki í sterkastu uppstilling, og tískil endaði tað sum tað gjørdi.

Hevarin hjá Fram, Bernhard Petersen, var ikki við í dystinum leygardagin, og tað merkti spælið hjá yngru havnarmonnunum í so stóran mun, at teir ongantíð fingu fótin fyri seg.

Sigmund og Rúni fóru at spæla hevarar og tað í sær sjálvum kann tykjast løgið, at teir velja at taka báðar smashararnar av sínum plássi, tí vanliga spælir Fram við einum hevara. Men soleiðis gjørdist tað nú einaferð, og úrslitið gjørdist hareftir.

Fleyr setti ferð á frá byrjan, og tað vóru Framararnir als ikki við uppá. Teir fingu ongantíð fótin fyri seg, og tískil stóðu teir stutt eftir at dysturin var farin í gongd við fyrsta tapta settinum. Fleyr vann so dyggiliga sum 15-5.


Sama gongd

Annað sett byrjaði, sum fyrsta sett endaði. Fleyr helt á við sínum spæli, meðan Fram hvørki fekk høvd ella hala á sínum.

Fleyr hevur hóast misjøvnu gongdina í ár eitt gott lið, men tað hevur bara eydnast so stak, stak illa hjá liðnum í ár. Leygardagin vístu teir, at teir framhaldandi kunnu spæla flogbólt, hóast liðið hinumegin netið ikki spældi so væl sum tað átti.

Fram hevði ilt við at fáa nakað at bera til, hóast teir royndu.

Á Fleyrliðnum eru tað tveir so royndir menn sum Klæmint Isaksen og Jan Hentze, sum standa og taka ímóti, og tað riggar sum oftast rættiliga væl. Hinvegin hevur tað knípt at vinna bóltarnar frammi við netið, og tí eru dystir endaðir við tapi, sum Fleyr eftir røttum átti at vunnið. Mótsøðuliðið hevur verið ídnari og kanska eisini hepnari, men tað er nú ofta so í ítrótti, at hepnið fylgir tí, sum fer eftir tí.

Leygardagin hevði Fleyr tó ikki brúk fyri hepni. teir kláraðu væl at gera »av við« dystin sjálvir við góðum álopum bæði frá Kæmint, Jan og so serliga frá Rasmusi úti á diagonalinum.

Annað sett endaði við 15-5 sigri til Fleyr, og so var bara triðja sett eftir.


Avgreiðsluspurningur

Triðja sett var í roynd og veru ein avgreiðsluspurningur. Fleyr gjørdi tað teir vildu, og Fram hevði einki at svara aftur við. Teir høvdu, sum nevt ilt við at fóta sær, og tað dugdu Fleyrleikararnir at gera sær dælt av.

Teir góvu ikki Fram nakran sum helst kjans, og Fram hevði tí onga vón yvirhøvur um, at nakað positivt kundi spyrjast burtur úr.

Triðja sett endaði við, at Fleyr vann 15-6, og tað man vera rættiliga langt síðani, at Fram bert hevur fingið 16 stig í einum flogbóltsdysti ? 5, 5 og 6.


Heiðursmerkini plaserað

Hóast tað enn resta tveir dystir í, áðrenn landskappingin í flogbólti er av, so eru alt avgjørt longu nú. ÍF a er meistari, Fleyr gerst nummar tvey, meðan Fram verður nummar trý.

Í hinum endanum er avgerðin eisini fallin. ÍF b flytir niður í fyrstu deild at leika, meðan SÍ heldur fram í meistaradeildini.

Tað er eingin loyna, at hetta er ein avgjørdur fyrimunur fyri flogbóltin í Vágum, at SÍ megnaði at halda liðið í meistaradeildini. Fyri fuglfirðingar er tað sjálvsagt keðiligt, at liðið flytir niður, men tað kann kanska fáa týdning næsta ár, at kappingin um plássini á fyrstaliði verður harðari.