Steypakappingarnar eru framvegis navnleysar

Fótbóltur: Komandi vikuskiftið verða fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá monnum, og so fer fótbólturin av álvara á rull aftur

Tað hevur ligið illa fyri við fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið. Dagarnir, sum graslíkisvallirnir hava verið grønir og ikki hvítir, hava ikki verið so nógvir síðani á nýggjarárinum, og tá tað ikki hevur verið kavi, hevur tað ofta verið nógvur vindur.

Men nú sigur álmanakkin, at tað er komið har til, at farast skal undir fótbóltskappingarnar.


Nálareygað

Longu komandi vikuskifti verða fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá monnum spældir. Dystirnir í innleiðandi umfarinum verða millum Royn og Skála og EB/Streym og AB.

Tað er eitt sindur av einum nálareyga hjá hesum liðunum at sleppa upp í part í bólkaumfarinum. Í omanfyri nevndu feløgunum rokna teir neyvan við, at teirra lið skulu koma víðari í fjórðingsfinaluna, men harfyri er tað ikki minni týdningarmikið at koma í bólkaspælið, tí har er eitt gott høvi at fáa góð mótstøðulið, sum geva góða dystarvenjing, áðrenn farið verður undir landskappingina.

Annan sunnudag skulu vinnararnir av omanfyri nevndu dystum aftur royna seg. Tá verða mótstøðuliðini LÍF og B71. Vinnarin í Hvalba skal til Sands, og vinnarin á Eiði skal til Leirvíkar. Triði dysturin annan sunnudag verður á Sevmýri, har FS Vágar fer at vitja.

Tá hesir dystirnir eru avgreiddir verður greitt, hvørji feløg verða umboðað í bólkaspælinum saman við teimum níggju feløgunum, sum vóru eftir í 1. deild í fjør, tá TB var flutt niður og áðrenn B71 var komið upp.


Hugurin upp á spæl

Tað hevur onkuntíð fyrr víst seg at koma illa við hjá feløgum, sum ikki eru sloppin upp í part í bólkaspælinum. Síðsta dømið um hetta vóru sandoyingar í fjør. Tá vóru tvey innleiðandi umfør. Í fyrra umfarinum vann B71 2-0 móti AB, men so snávaðu teir og taptu 3-2 móti FS Vágar.

Hetta hevði við sær, at B71 ikki kom uppí bólkaspælið, og tað kom illa við. Bæði tí hugurin at venja í nakrar vikur ikki var so góður, sum hann hevði verið frammanundan, og tí at tað var torført at fáa mótstøðulið til venjingardystir.

Nú endaði tað við, at B71 vann 2. deild og flutti upp, men at teir ikki vóru heilt væl fyri ta fyrstu tíðina bóru fyrstu úrslitini í landskappingini boð um. B71 vann ikki fyrrenn í triðja umfari.


Navnleys

Bólkaumfarið verður liðugt spælt 18. apríl, og fjórðingsfinalan verður 2. mai. Hálvfinalurnar verða 13. og 24. mai, og finalan í steypakappingini hjá monnum verður sunnudagin 4. juli.

Sambært yvirlitinum, sum er komið frá Fótbóltssambandinum, so hevur steypakappingin framvegis einki navn. Tað, sum áður hevur verið nevnt kappingin um løgmanssteypið, og frammanundan fyri kappingin um ísafjarðarsúluna og ísafjarðarbikarið eitur nú steypakappingin hjá monnum.

Hetta kemst ikki av, at eingin er, sum vil geva eitt steyp at kappast um, men heldur kemst hetta av, at Fótbóltssambandið ynskir at brúka steypakappingina í einari stuðulsavtalu. Felagið, sum skal stuðla, ætlast afturfyri stuðulin m.a. at fáa sítt navn knýtt aftur at kappingini.

Vit hava skilt á FSF, at onkur fyrispurningur hevur verið um eina slíka avtalu, men higartil er so einki meiri hent í málinum.

Í fjør royndi FSF at selja steypakappingina hjá kvinnunum. Í bløðunum varð lýst við møguleikanum, men áhugin var ikki stórur, og í yvirlitinum, sum nú er komið, verður kappingin framvegis nevnd Steypakappingin hjá kvinnum.


Hinar kappingarnar

Fótbóltssambandið skipar í alt fyri sjey steypakappingum. Umframt kappingarnar hjá monnum og kvinnum verður kappast í unglingadeildini ? tann kappingin er um Thomas Dam & Co steypið, dreingirnir kappast um Koyriskúlasteypið, og smádreingirnir kappast um Cadbury steypið.

Gentudeildin kappast um Mótasteypið, og smágenturnar kappast um Niels L. Arge steypið.

Dreingirnir leggja til brots annað vikuskiftið, og dystirnir í fyrsta umfarinum verða hesir: Skála-ÍF, MB, B71, KÍa-EB, NSÍ-B36a, GÍ-AB, HBa-B68 og VB-TB.

20. mars verður eisini fyrsta umfarið í steypakappingini hjá smádreingjum avgreitt. Dystirnir verða hesir: TB-VB, B71-NSÍ, B68-ÍF og SÍ-Skála

Í unglingadeildini verður farið undir steypakappingina 10. apríl, kvinnurnar seta hol á sína kapping 5. apríl, genturnar 10. apríl og smágenturnar 3. apríl.