Útróðrarflotin skal hava nógv betri sømdir
Og møguleikarnir at handla við fiskiloyvum og fiskidøgum skulu avmarkast.
Hetta er kjarnin í einum uppskoti sum Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, fer at leggja fyri tingið ein av fyrstu døgunum.
Samgongan hevur í fleiri dagar kanna, hvørjar broytingar skulu gerast í lógini um vinnuligan fiskiskap við tí fyri eyga at forða fyri, at tað, sum hendi í Frøyanes málinum, ikki skal kunna henda aftur.
Tvs, at tað skal ikki kunna lata seg gera aftur at keypa útróðrarbátar og flyta loyvini til størri bátar.
Annars vóru teir báðir samgongumenninir, Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini og Jákup Sverri Kass, nevndarlimur í vinnunevndini, til reiðar at leggja uppskot fyri tingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.
Men síðani eru teir blivnir samdir við fiskimálaráðharran, og samgonguna annars, um at gera nakrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Tvs, at tað verður Jørgen Niclasen sjálvur, sum kemur at leggja uppskotið fram.
Øll lógin endurskoðast
Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at í fyrstu atløgu verða nakrar bráðfeingisbroytingar gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Men avtalan er, at tíðliga í ólavsøkutingsetuni skal øll lógin um vinnuligan fiskiskap endurskoðast so at lógin kann verða broytt meiri umfatandi til næsta fiskiár byrjar 1. september.
Felags fiskidagar
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at ein høvuðsbroyting, sum verður gjørd, er, at hereftir skulu allir útróðrarbátar undir 40 tons hava felags fiskidagar.
Í løtuni eru tað bara bátarnir undir 15 tons, sum hava felags fiskidagar.
? Ætlanin við at geva øllum bátum undir 40 tons felags fiskidagar er at steðga spekulatiónini í fiskidøgum.
? Tvs, at ætlanin er at forða fyri tað eru menn, sum at kalla bara brúka sínar egnu fiskidagar til at selja ístaðin fyri at rógva út sjálvir.
? Útróðrarbátarnir millum 15 og 40 tons hava verið illa fyri við tað, at nógvir teirra hava havt ov fáar fiskidagar.
?Men samstundis eru tað aðrir bátar, sum bara liggja við kei og ikki brúka sínar dagar, uttan til at selja.
? Avleiðingin av hesum var, at útróðrarbátarnir yvir 40 tons brúktu bara 55% av av sínum fiskidøgum seinasta fiskiár, hóast nógvir bátar manglaðu dagar.
Fær hesin bólkurin felags fiskidagar, verða dagarnir býttir út tvær ferðir um árið. Fyrru ferð tá ið nýtt fiskiár byrjar.
Tá ið fiskiárið er hálvrunnið verða teir óbrúktu dagarnir taldir saman og so verður býtt út av nýggjum.
Hildið verður, at skipanin við felags fiskidøgum fer at geva hvørjum útróðrarbáti yvir 40 tons einar 100 fiskidagar, ella gott tað.
Sum er hava teir ikki meiri enn 80, so tað verður eitt munandi framstig.
Avmarkaðar møguleikar at leggjs saman
Formaðurin í vinnunevndini sigur at ein onnur broyting er, at hereftir verður tað forboðið at leggja loyvir saman ímillum bólkarnar.
Í løtuni er tað bannað at flyta fiskidagar ímillum bólkarnar.
Men tað er loyvt at leggja loyvir saman tvørtur um bólkar, og so flyta fiskidagarnar við.
Hesar báðir partarnir í lógini stríða ímóti hvør øðrum.
Men nú verður tað so skorið út í papp, at tað skal verða forboðið at flyta loyvi og dagar ímillum bólkarnar.
Hinvegin verður onki sagt í uppskotinum um ognarviðurskiftini til fiskiflotan.
Sum er kunnu útlendingar eiga 33% í føroyskum fiskiskipum.
Og Heini O. Heinesen útihýsir ikki, at hesar reglarnar verða gjørdar strangari, tá ið uppskotið kemur fyri í løgtinginum.
Ikki minst fyri útróðrarflotan, tí røddir eru frammi um útróðrarflotin skal vera 100% føroyskur.
? Men tað kann eisini væl henda seg, at útlendskur kapitalur verður útihýstur úr øllum flotanum, sum fiskar botnfisk undir Føroyum.
? Har, sum útlendsk áhugamál eru uppi í, fáa eigararnir so eini tvey trý ár til at fáa útlendska kapitalin úr feløgunum aftur.
Fyri at leggja uppskotið fram nú, krevjast undirskriftir frá 17 tinglimum, tí farið er útum seinastu freist fyri at leggja uppskot fram.
Men tað verður ikki mett at verða nakar trupulleiki av tí, at samgongan stendur aftanfyri uppskotið.