nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd, men enn fleiri mál, sum kunnu betrast, eitt nú í mun til bústaðarmøguleikar, sigur Óli Lassen. Formaðurin í Nýtt sjálvstýri, Jógvan Skorheim greiðir frá, at bæði [...] og Magni Garðalíð, sum er borgarstjóri í Húsa kommunu, stilla upp á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri í Klaksvík. Um Magna Garðalíð skrivar Nýtt Sjálvstýri soleiðis í tíðindaskrivi: » Magni Garðalíð er sitandi [...] seinasti borgarstjóri í Húsa kommunu, sum frá 1. januar 2017 verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu. Magni er sostatt royndur í lokalpolitiskum høpi og umframt at vera borgarstjóri, fæst hann nógv við ferðavinnu
heilt eyðsæð eigur sín nátúrliga part av hesum fiskiríkidømi, sum eisini gongur sjón fyri søgn í føroyskum øki nú. Men tað hjálpir so lítið at halda og meina, tá tað um stórpolitikk ræður. Tú verður noyddur [...] skapa respekt um seg sjálvan hjá mótpartinum. Tað sum nú er hent er, at fiskivinnukommiserurin hjá ES, Maria Daminaki, hevur sagt, at føroyska støðan í markrelmálinum kann fáa avleiðingar fyri alla fiski [...] fiskiveiðivtaluna við ES. Hon sigur, at hon ivast í, um nøkur fiskiveiðiavtala verður gjørd við Føroyar og Ísland komandi ár, um ikki ein loysn fæst á markrelmálinum. Og hetta er mín sann álvarsligt. Hetta
hann fer ikki at leggja seg út í, hvat Tórshavnar Býráð fer at brúka skúlabygningin í Hoydølum til. Eitt nú hevur tað verið frammi, at hann skal gerast til íbúðir. Men í svarinum til Høgna Hoydal sigur [...] Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Tað eru nógv ár síðani, at kjak tók seg upp um, hvat Hoydalar skuldi brúkast til, tá ið studentaskúlin flutti ut á Glasir. Og nú hevur Høgni Hoydal, tingmaður [...] tingmaður fyri Tjóðveldi reist málið í Løgtinginum, har hann hevur biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing. Tìskil spurdi hann landsstýrismannin, hví Landið skal lata ognirnar í Hoydølum av hondum, tí so kann
vælumtóktu, Wisemag-leikum, í gongugøtuni í Havn, og sølan heldur fram til 23. dsesember. Hans Petur Nolsøe, sum umboðar hesar leikur í Føroyum, sigur, at 10% av bruttosøluni í gongugøtuni fer til Blákross [...] krøv til dygdina. - Nú vit selja hesar leikur í gongugøtuni í Havn, hava vit avgjørt at lata 10% av bruttosøluni til Blákross Kaféina. Vit halda, at kaféin hjálpir teimum veikaru í samfelagnum, og vit [...] beinleiðis frá framleiðaranum, eru tær kappingarførar í prísi og í dygd skara tær fram úr í mun til aðrar leikur av slíkum og líknandi slagi. - Við hesum kanst tú royna teg sum byggifrøðing. Tú kanst byggja
Farimagsgades skole í Keypmannahavn, og síðani síðst í níti árunum hevur hann búð á Vejle leiðini, har hann er lærari. Hann arbeiðir bæði í einum privatskúla og í musikkskúlanum í Vejle. Í fleiri enn tríati [...] ur fyri. Hetta verkið komponeraði hann í sambandi við Jacob Gade festivalin í Danmark í 2002. Verkini hjá Paula í Sandagerði eru framførd í Asia og Amerika og í Europa úr Norðurnoregi og suður til Grikkalands [...] systkjum. Hini eru Anna og Sjúrður. Í 1974 leyk Pauli studentsprógv í Hoydølum, og í 1980 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Nógvu tey fyrstu árini var Pauli lærari í Eysturskúlanum. Ein part av skúlaárinum
«. Í uppihaldsstovuni gongur eisini undirvísing fyri seg. Her sleppa næmingarnir at sita, liggja, sum teir hvør í sínum lagi vilja, ella arbeiða í toymi og tosa saman um arbeiðið. Tey kunnu eitt nú sita [...] næmingar. Í dag hevur ein lærari næmingasamrøður inni í hesi stovuni, meðan ein annar arbeiðir við føroyskari skriving saman við børnunum í hinum stovunum, sum tó eru sum ein sera stór stova tilsamans. Í sti [...] Børnini í Eysturskúlanum í Havn hava onga fasta tímatalvu. Lærararnir, ið eru tríggir í tali, eru eitt sjálvstýrandi toymi, ið hvørja viku ger av, hvat børnini skulu gera næstu vikuna. Børnini fáa ein
Kirkjukórið Ljómur í Vági. Hetta var í 1939. Herborg kom uppí nakað seinni. Av stovnarunum eru tey nú bara nøkur fá eftir á lívi. Í nógv ár var Torkil formaður fyri stýrið í missiónshúsinum í Vági. Tá missiónsvika [...] landsløg einamest, og tað fæst hann eitt sindur við enn hóast hann nú verður 90 ára gamal. Tað eru mangar myndir sum hanga víða hvar í nógvum heimum. Tað, sum hann hevur sæð í nattúruni í okkara vakra landi, [...] sum æt Herborg, var komin í húspláss har í Vági. Torkil og hon komu at kennast og tey giftust tann 18. febr. 1937. Tey búsettust á Løðhamri, og har búgva tey enn tann dag í dag. Tey høvdu ta stóru eydnu
ivist stórliga í, hvat er rættast at gera í hesum málinum, sigur Jógvan á Lakjuni, formaður í Rættarnevndini. Málið um persónsupplýsingar, sum liggur í løgtinginum, hevur sett tingfólk í eina svára tvístøðu [...] Formaðurin í Rættarnevndini ivast. ? Tað kundi hent seg, at vit útseta málið, men eg veit tað ikki enn. Nú hava Astrup og Hoydal kjakast í eitt heilt ár í fjølmiðlunum, síðan verður málið kastað niðan í tingið [...] BetalingsService, ið loysir gomlu V&T-skipanina í Føroyum av. Gjaldskipanin hevur við sær, at persónsupplýsingar verða fluttar av landinum. Og tað er ikki í samsvari við tingsins vilja, sambært Høgna Hoydal
verður seld til agns í Føroyum fyri 8 kr. fyri kg. Maðurin, vit hava tosað við, sigur, at á týsku marknaðunum í eitt nú Bremerhaven og Kuxhaven fer sildin fyri 7-10 kr. fyri kg. - Men í Føroyum er henda sama [...] at so lítið fæst fyri hana, tí í gamlari tíð var sildin gull verd. - Eg havi hoyrt um mann, sum undir sum fyrra kríggi tjenti 500 kr. tann eina dagin. Hetta var meira enn ein heil ársløn! Í dag fáa vit [...] Katrin, úr Søldarfirði hevði gjørt nógvar góðar sildadagar á Skálafjørðinum í vetur. Katrin hevur roynt við nót, og bara í tí eini vikuni fyri jól, fingu teir ikki færri enn 100 tons av sild. Men tað
Europa mitt í viku, og tvey tey seinastu vikuskiftini hevur tað ikki spælt væl av í landskappingini. Eftir 2-1 tap í Gøtu endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Og nú verður EB/Streymur, sum tvær tær [...] avloysa Heina Vatnsdal í miðverjuni. René Shaki Joensen er darvaður av skaða í lærkrikanum, Jonn Johannesen er darvaður av knæskaða, Claes Philip Kronberg er skaddur í fótinum, og so fæst at síggja, hvør l [...] EB/Streymur í dag verður gestur í Klaksvík. Kortini er einki at siga til tað, um Magne Hoseth og hansara menn kanska ikki eru heilt álvuligir við støðuna. KÍ hevur seinastu vikurnar spælt stórdystir í Europa