Tingfólk í dýrastu neyð

Fólkaflokkurin verður avgerandi fyri, um landsstýrismaðurin ella bankastjórin fáa sín vilja í málinum um persónsupplýsingar, sum verða fluttir av landinum. Enn hevur flokkurin ikki tikið støðu í málinum, sum kanska útsett

? Eg skal púra ærliga viðganga, at eg ivist stórliga í, hvat er rættast at gera í hesum málinum, sigur Jógvan á Lakjuni, formaður í Rættarnevndini.
Málið um persónsupplýsingar, sum liggur í løgtinginum, hevur sett tingfólk í eina svára tvístøðu. Rættarnevndin hevur havt fýra fundir um málið. Útvið 20 fólk hava verið inni hjá nevndini og greitt frá sínum sjónarmiðum. Teirra millum umboð fyri Elektron, Føroya Banka, Sparikassan, Tryggingarfelagið, Posthúsið, Dátueftirlitið og landsstýrismaðurin við síni umsiting.
Peningastovnarnir og hini mæla avgjørd frá at samtykkja uppskotið, tí so avbyrgja vit okkum frá umheiminum, siga tey. Landsstýrismaðurin er líka avgjørdur og sigur okkum missa løgræði og vitan av landinum, um vit lata standa til.

Av landinum
Málið um persónsupplýsingar kom fyri dagin, tá peningastovnarnir fóru undir eina nýggja GjaldSkipan. Skipanin svarar til ta donsku BetalingsService, ið loysir gomlu V&T-skipanina í Føroyum av.
Gjaldskipanin hevur við sær, at persónsupplýsingar verða fluttar av landinum. Og tað er ikki í samsvari við tingsins vilja, sambært Høgna Hoydal. Hann ætlaði at steðga nýggju gjaldsskipanini við kunngerð, men av tí at so nógv mótmæltu, legði hann heldur eitt lógaruppskot fram við sama endamáli, so tingið kann geva sína støðu til kennar.
Men tað er ymiskt, hvat tingmenn leggja í tingsins vilja. Eitt nú Javnaðarflokkinum hevur longu gjørt púra greitt, at landsstýrismaðurin umboðar ikki hansara vilja, og eftir øllum at døma sigur Sambandsflokkurin tað sama. Sostatt er líkt til, at tað verður avgerandi, hvat Fólkaflokkurin heldur og ger. Men haðani fæst onki avgjørt svar enn.
? Øll vinnan er ímóti hesum, og tað fær meg at ivast. Skal eg siga akkurát sum er, so er tað ótrúliga ringt at finna útav, hvørjar avleiðingarnar eru, um vit gera hetta ella hatta, sigur Jógvan á Lakjuni, sum hevur sitið og granskað uppskotið langt út á kvøldarnar.

Ein hoyring
Hvussu verður og ikki. Løgtingið hevur bert stutta tíð eftir av hesari tingsetuni. Spurningurin er tí, um tingfólk eru nóg væl brynjað at taka støðu. Formaðurin í Rættarnevndini ivast.
? Tað kundi hent seg, at vit útseta málið, men eg veit tað ikki enn. Nú hava Astrup og Hoydal kjakast í eitt heilt ár í fjølmiðlunum, síðan verður málið kastað niðan í tingið beint upp undir evstamark, og vit skulu taka støðu eftir stuttari tíð. Eg kundi hugsað mær eina hoyring, har vit fáa allar partar at greiða frá sínum sjónarmiðum, so vit vóru betur ílætin at taka eina skilagóða støðu, sigur Jógvan á Lakjuni.