Men landsstýrismaðurin stóð bara við sítt, at hetta er okkara rættur, og tí gera vit sum vit vilja. Gamaní eru vit samd við landsstýrismannin í, at okkara partur av samlaðu makrelkvotuni er alt ov lítil, og vit halda eisini, at tað er ósømuligt av Noreg og ES at føra seg soleiðis fram móti eini lítlari fiskvinnutjóð, sum heilt eyðsæð eigur sín nátúrliga part av hesum fiskiríkidømi, sum eisini gongur sjón fyri søgn í føroyskum øki nú.
Men tað hjálpir so lítið at halda og meina, tá tað um stórpolitikk ræður. Tú verður noyddur at fylgja samráðingarleiðini, sum ofta kann verða strævin, men tað er har, politiska handverkið og tevið skal brúkast. Tað er júst í slíkum støðum, at vit hava brúk fyri góðum politikarum - politikarum, sum duga at føra síni sjónarmið fram, politikarum, sum duga at samráðingarleiðina og at skapa respekt um seg sjálvan hjá mótpartinum.
Tað sum nú er hent er, at fiskivinnukommiserurin hjá ES, Maria Daminaki, hevur sagt, at føroyska støðan í markrelmálinum kann fáa avleiðingar fyri alla fiskiveiðivtaluna við ES. Hon sigur, at hon ivast í, um nøkur fiskiveiðiavtala verður gjørd við Føroyar og Ísland komandi ár, um ikki ein loysn fæst á markrelmálinum.
Og hetta er mín sann álvarsligt. Hetta er ein beinleiðis hóttan móti lívsgrundarlagnum hjá Føroyum, og hóast vit halda tað verða langt úti og ikki sørt imperialistiskt av einum politikara í hennara støðu at føra fram, so var hetta ikki annað enn væntandi. Tað var júst hetta, sum ávaringarnar snúðu seg um fyrr í ár, tí at landsstýrismaðurin ikki førdi samráðingarleiðina at enda. Hvat skulu vit gera gera móti einum risa sum ES, sum hóttir okkum soleiðis? Jú, landsstýrismaðurin sigur, at vit skulu ikki blanda makrelveðina saman við øðrum fiskasløgum. Gamaní, men hvat hjálpir tað?
Tað er svárt at síggja markrelríkidømi fyri føtur okkara og ikki sleppa at veiða. Men sum partur av heimssamfelagnum - so eru nakrar spælireglur, sum skulu haldast. Landsstýrið átti tí at sett alt skjútsið móti ES. Vit hava eina sendistovu har, og vit eru partur av einum ríki, sum er limur í ES. Øll vápn áttu at verið brúkt til tess at sannføra skrivstovuveldið í Brússel um okkara støðu, soleiðis at lívsgrundarlagið undir samfelag okkara ikki verður hótt, tí vit ikki duga nóg væl at føra okkara sjónarmið fram.