Tað gleðir Jenis at lív kemur í aftur

Men økið verður ikki latin privatum, so at almenningurin verður útihýstur, sigur landsstýrismaðurin

Hoydalar verða ikki latin privatfólkum at ráða yvir. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Tað eru nógv ár síðani, at kjak tók seg upp um, hvat Hoydalar skuldi brúkast til, tá ið studentaskúlin flutti ut á Glasir. Og nú hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi reist málið í Løgtinginum, har hann hevur biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing.

 

Tìskil spurdi hann landsstýrismannin, hví Landið skal lata ognirnar í Hoydølum av hondum, tí so kann tað henda, at tær enda sum privat ogn hjá einstaklingum, sum øll ikki hava atgongd til.

 

Jenis av Rana sigur, at samráðingar hava verið við Tórshavnar býráð um at Tórshavnar býráð fær Hoydalar og afturfyri fær Mentamálaráðið tann partin av venjingarskúlanum, sum Tórshavnar Kommuna eigur. Ætlanin er at leggja allan allan skúlabygningin á Frælsinum afturat Fróðskapasetrinum við tí endamálið at gera ein rættiligan lestrarbýling úti við Fróðskaparsetrið og á Frælsinum.

 

Men Jenis av Rana leggur dent á, at tað er bara ein avmarkaður partur av Hoydølum, talan er um. Talan er nevniliga bara um sjálvan tann gráa skúlabygningin, og parkeringsplássini rundan um, sum Tórshavnar Býráð fær frá Mentamálaráðnum afturfyri Venjingarskúlan.

 

Størsti parturin av Hoydølum, eitt nú gamla Sanatoriið, sum var kostdeild, og alt tað, ið hartil hoyrir, eru ikki við í ætlanini, so tað verður framvegis landsins ogn.

 

 

 

Jenis fegnast

 

Eitt endamál er eisini, at at lata kommununa fáa ræðið á skúlabygninginum Hoydølum fyri at fáa lív og trivnað aftur í dalin, heldur enn at hannskal fella í órøkt.

 

Og tað fegnast landsstýrismaðurin um. Hann hevur sagt á tingsins røðarapalli, at hann fer ikki at leggja seg út í, hvat Tórshavnar Býráð fer at brúka skúlabygningin í Hoydølum til. Eitt nú hevur tað verið frammi, at hann skal gerast til íbúðir.

 

Men í svarinum til Høgna Hoydal sigur, hann, at talan er ikki um at gera hann til privata ogn hjá einstaklingum - tvørturímóti hevur Tórshavnar býráð áhugað í, at almenningurin eisini framyvir hevur atgongd til økið.

 

– Mítt ynski er, at lív aftur kemur í dalin, og tí haldi eg tað vera sjálvsagt, at tað er kommunali myndugleikin á staðnum, ið tekur støðu til, hvat skúlabygningurin og stykkið rundan um hann verður brúkt til í framtíðini, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at fæst semja við býráðið um makaskiftið, verður málið lagt fyri Løgtingið at taka støðu til.