fyrst í juli í summar við ongari góðkenning. Tað staðfestir Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri. Men hann sigur, at tey vistu ikki betri enn at alt var í lagi og at tey sostatt vóru í góðari [...] til í leigaðum hølum frá Faroe Cold Store í Vági. Hann sigur, at einaferð umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna var á eftirlitsvitjan á Delta Seafood, høvdu tey tosað um ætlanina at virka slógv í Vági [...] matvørulógini, men vístu til eina danska kunngerð. Í góðari trúgv Tí hildu tey ikki, at løggilding kravdust. - Við hesum í huga fóru vit so undir at virka slógv í Vági og samstundis vóru keyparar og kunnaðu seg
størv í Suðuroy og at gera tað meri lokkandi hjá fólki við útbúgving at búsetast í Suðuroy. Tað hildu tey flestu valevni og viðmerkjarar á fundi í Skúladeplinum í Suðuroy um kommunuviðurskifti í oynni [...] milliónir í og kommunurnar 10 milliónir. Men tað strandaði í landsstýrinum og datt niðurfyri. Kortini ásanna bæði hon og Mikkjal Sørennsen, borgarstjóri í Porkeri og Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, at [...] øllum kommununum í oynni, serliga í sambandi við nýggju byggilógina. - Hon er so umfatandi, at nógvar kommunur fara ikki at klára at umsita hana, helt hann. Dennis Holm, valevni í Vági vísir á, at nú er
og tað var í stuttum tað, sum hendi á Jóansøku, leggur vakthavandi afturat. Tað talar sjálvandi ímóti at hava liggjandi gestir, at løgreglan heldur til á Tvøroyri og í ár var stevnan í Vági. ? Ikki tí [...] úr Vági á Tvøroyri. Men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð, og í ár, sluppu vit frá, at hugsa nakað sum helst um tað, tí eingin var, sum skuldi inn at sova, sigur vakthavandi. Løgreglustøð var í Vági [...] 250 børnini. Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini. Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini. Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100
kann landið og kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy spart upp í 20 milliónir við at bjóða út av nýggjum. Vit hava spurt Kirstin Strøm Bech, sum er borgarstjóri í Vági og limur í bygginevndini, um tað ikki [...] mælt frá at bjóða út av nýggjum. Borgarstjórin í Vági staðfestir somuleiðis, at eftir tógvið stríð hevur løgtingið samtykt at veita kommununum í syðru helvt í Suðuroy rentufrítt lán til byggingina. Verður [...] Arbeiðið at byggja ellis og røktarheim í Vági og økisdepil fyri sinnisveik, eigur ikki at verða ikki boðið út av nýggjum. Tað siga bæði limir í bygginevndini fyri verkætlanini og Landsverk. Sostatt er
Leygardagin verður skipað fyri svimjistevnu í nýggja 50 metrar svimjihylinum í Vági. Talan verður um ein veruligan elddóp fyri nýggju høllina, nú hon á fyrsta sinni er karmur um eina svimjikapping. Harumframt [...] Harumframt er talan sjálvsagt eisini um fyrstu ferð, at føroyskir svimjarar kappast í einum 50 metra hyli í Føroyum. Tað er svimjifelagið á oynni, SuSwim, ið er vertur fyri kappingina, sum byrjar leygarmorgunin
Nýggji ítróttarháskúli er stovnsettur í Suðuroynni, í Vági, og herfyri vórðu smáttur reistar, ið millum annað skulu nýtast til næmingabústaðir. A heimasíðuni og facebook vangamyndini hjá skúlanum sæst [...] skeiði, heystskeiðið, er úti í dag: Umsóknarfreistin til heystskeiðið 2015 er fríggjadagin 28. august 2015 kl. 12. Heystskeiðið 2015 byrjar mánadagin 14. sept. 2015 og er í 12 vikur.
fullkomiliga burturvið Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, nú tað frættist í morgun, at ein ella tveir túrar hjá Smyrli skulu sparast burtur í vetur Hann sigur, at suðuroyingar eru uppøstir av tíðindunum [...] tíðindunum og hann væntar ikki, at síðsta orðið er sagt í hesum máli. Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví borgarstórin heldur, at hendan sparingin als ikki kann góðtakast.
Sandoyingar eru á veg úr Vági við einum stigi. Toppdysturin í næstbestu deildini millum VB/Sumba og B71 á Vágseiði endaði 1-1. Tað var eisini støðan í hálvleikinum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði B71 seg [...] var miðvallarin Guðbjørn Sæmundsson. Hann sendi fríspark dygst uttanvert brotsteigarmerkið beinleiðis í málið. Heimaliðið javnaði tíggju minuttir undan steðginum. Málskjútti var Jón Krosslá Poulsen.
greitt, hóast tvey umfør eru eftir at leika í hesum kappingarárinum. VB/TB tryggjaði sær meistaraheitið í við einum 8-1 sigri á AB, ið vitjaði á Eiðinum í Vági, og nú er greitt, at ongin kann koma framum [...] framum VB/TB. Hetta er triðja FM-heitið hjá liðnum í fýra ár. Liðið hevur manning úr allari Suðuroynni.
at spæla í Stóra Pakkhúsi Fríggjadagin 25. januar vitjar Tórshavnar Big Band (Stórband) Suðuroynna og fer at spæla í Stóra Pakkhúsi í Vági frá kl. 22. Tónleikurin verður big band-tónleikur í breiðum høpi