Sandoyingar eru á veg úr Vági við einum stigi. Toppdysturin í næstbestu deildini millum VB/Sumba og B71 á Vágseiði endaði 1-1. Tað var eisini støðan í hálvleikinum.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði B71 seg á odda. Málskjútti var miðvallarin Guðbjørn Sæmundsson. Hann sendi fríspark dygst uttanvert brotsteigarmerkið beinleiðis í málið.
Heimaliðið javnaði tíggju minuttir undan steðginum. Málskjútti var Jón Krosslá Poulsen.