Arbeiðið at byggja ellis og røktarheim í Vági og økisdepil fyri sinnisveik, eigur ikki at verða ikki boðið út av nýggjum.
Tað siga bæði limir í bygginevndini fyri verkætlanini og Landsverk.
Sostatt er tað greitt, at teir løgtingslimir, sum fleiri ferðir hava kravt, at arbeiðið verður boðið út av nýggjum, fáa ikki viðhald frá teimum, sum varða av sjálvari byggingini.
Løgtingslimir hava annars ført fram, at samstundis sum tíðirnar eru versnaðar, eru almenn arbeiðið blivin bíligari og tí kann landið og kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy spart upp í 20 milliónir við at bjóða út av nýggjum.
Vit hava spurt Kirstin Strøm Bech, sum er borgarstjóri í Vági og limur í bygginevndini, um tað ikki hevði verið vert hjá kommunum og skattaborgarunum í syðru helvt í Suðuroy at tikið við eini ein sparing upp á upp ímóti 20 milliónir, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu fíggjarstøðan er.
Hon er samd í, at øll sparing er vælkomin.
Men eftir hennara tykki er vansin við at bjóða út av nýggjum alt ov stórur.
- Lægsta tilboðið hjá TG-Verk var 6,4 milliónir bíligari enn næstlægsta tilboðið og skuldi arbeiðið verðið boðið útaftur og TG-Verk av einhvørjari orsøk tekur seg aftur, kann tað endað við, at arbeiðið verður uppaftur nógv dýrari sigur hon.
Hon vísir eisini á, at tekniski ráðgevarin hjá tí almenna, sum er Landsverk, hevur eisini mælt frá at bjóða út av nýggjum.
Borgarstjórin í Vági staðfestir somuleiðis, at eftir tógvið stríð hevur løgtingið samtykt at veita kommununum í syðru helvt í Suðuroy rentufrítt lán til byggingina.
Verður byggingin dýrari enn tað nú er, skal alt málið einaferð afturat fyri Løgtingið og sum støðan er nú, er vandi fyri, at tað heilt dettur niðurfyri.
Kristjan Árnason á almanna- og heilsumálaráðnum er eisini limur í bygginevndini og hann er samdur í, at verkætlanin eigur ikki at verða bjóðað út av nýggjum.
Hann sigur, at Landsverk er tekniskur serkunnleiki á økinum og at tey halda seg til tilmælið frá honum.
Og hann mælir frá at bjóða út av nýggjum.
- Nú eru allar lógir avgreiddar í sambandi við byggingina og nú arbeiða vit víðari eftir tí, sum samtykt er, sigur hann.
Ikki takast í álvara
Herman Lindberg, sum hevur við málið at gera hjá Landsverki, hevur onga viðmerking til kravið um at bjóða út av nýggjum.
Tað einasta hann sigur, er, at hann hevur verið í sambandi við TG –Verk og felagið hevur váttað, at tað stendur við tilboðið.
Og so verður arbeitt víðari, soleiðis sum málið liggur nú.
Hinvegin hevur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, ført fram fyri Løgtinginum, at tað er ikki vanligt at bjóða út av nýggjum og verður útbjóðingin nú annulerað, so at tað verður bjóðað út av nýggjum, fara byggifyritøkur ikki at taka tað í álvara.
Hann førir eisini, fram, at hetta fer at seinka verkætlanini
- Vit hava ikki ábendingar um at kostnaðurin lækkar nógv við eini nýggjari útbjóðing, sigur Landsverk.
Hann leggur afturat, at eftir kostnaðarmetingin vóru tilboðini lág.
Landsverk sigur, at ábendingar eru um, at ógvusligu príshækkingarnar fyri kortum, eru hæsaðar av og tí mugu vit rokna við, at kostnaðarstøðið er á leið tað sama sum fyri nøkrum árum síðani, møguliga við einum vøkstri upp á tvey prosent um árið.
Tað eru eisini tey, sum meta, at verður arbeiðið boðið út, hóast tað eru yvir 10% á muni ímillum lægsta og næstlægsta tilboðið, er líka stórur vansi fyri, at eitt gott tilboð verður mist á gólvið, sum tað, at tilboðini verða enn bíligari.
Havast skal eisini í huga, at tað er als ikki ókeypis at bjóða út av nýggjum, tí so skal alt málið ígjøgnum mylnuna einaferð afturat og í øllum førum er púra onki hald í eini sparing upp á 15-20 milliónir, um tað so verður boðið út av nýggjum.
Les eisini greinina: Á Jóansøku fara 85 milliónir á rull í Vági