Neyðugt at fleiri størv til Suðuroyar

Tað verður neyðugt at fáa fleiri størv í Suðuroy og at gera tað meri lokkandi hjá fólki við útbúgving at búsetast í Suðuroy.
Tað hildu tey flestu valevni og viðmerkjarar á fundi í Skúladeplinum í Suðuroy um kommunuviðurskifti í oynni
Marjun Olsen, sum er uppstillað á Tvøroyri, heldur, at takið er at fáa tey ungu aftur í oynna at búgva.
- Men tey skulu ikki vænta, at alt stendur klárt tá ið tey koma aftur.
Tí heitti hon á tey um at koma aftur og gera nakað fyri Suðuroy.
Hon heldur eisini, at tað er neyðugt at styrkja samstarvið í oynni.
Hivegin saknaði hon eisini visjónir.
- Lat okkum gera Suðuroy til eina skúlaoyggj við ætlaða eftirskúlanum og einum norðurlendskum háskúla, sum eisini hevur verið upp á tal, segði hon.
Men hon heldur, at vit eiga eisini at hugsa meiri um, hvørjar útbúgvingar, tørvur er á í Suðuroy og ikki bara útbúgva seg sum best og vænta, at so hava myndugleikarnir eitt starv klárt eftir lokna útbúgving.
Eyvør Thomsen, sum er uppstillað í Hvalba, heldur, at tað má gerast lokkandi hjá fólki við útbúgving at koma higar.

Størv og Smyril
Bjarni Johansen, sum er valevni í Vági, flutti suður aftur eftir fleiri ár í útlegd, tí hann vildi gera nakað fyri oynna.
Hann heldur eisini, at tað verður neyðugt við útbúgvingum, eitt nú eini SIT útbúgving.
Kortini heldur hann somuleiðis, at Smyrli má sigla fleiri túrar, tí tað ber ikki til, at túrar verða kappaðir av javnan og savnan.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri sigur, at býráðið hevur sett sær fyri, at barnaansing skal ikki vera ein trupulleiki á Tvøroyri og hann er samdur um, at túratalið hjá Smyrli má upp, tí tað kann ikki vera treytað av oljuprísinum.
Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at størsti trupulleikin hjá teimum er, at fólk flyta úr Fámjin, tí vegasambandi er so vánaligt, at tey hætta sær ikki at búgva har.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági sigur, at í Vági hava tey gjørt nógv fyri at lívga barnafamiljur um barnafamiljurnar við nýggjum barnagarði og við at lækka gjaldið fyri barnaansing.
Hon vísti eisini til vakstrarætlanina, sum var fyri nøkrum árum síðani, har
landið skuldi seta 40 milliónir í og kommunurnar 10 milliónir. Men tað strandaði í landsstýrinum og datt niðurfyri.
Kortini ásanna bæði hon og Mikkjal Sørennsen, borgarstjóri í Porkeri og Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, at tað mangla størv í Suðuroy, ikki bara ófaklærd størv, men eisini akademisk størv, tí tað er ein fortreyt fyri at fáa fólk í oynna at búgva.
Kári Thomsen, staðfestir, at tað er ikki nóg mikið við dagstovnum og barnaansing Størvini skulu eisini vera til staðar.
Hann helt, at suðuroyingar eiga at fáa meiri burtur úr granskingardeplinum fyri økismenning við at seta ein arkitekt, ein verkfrøðing og ein umhvørvisteknikara á depilin, sum kann verða ein tænastudepil hjá øllum kommununum í oynni, serliga í sambandi við nýggju byggilógina.
- Hon er so umfatandi, at nógvar kommunur fara ikki at klára at umsita hana, helt hann.
Dennis Holm, valevni í Vági vísir á, at nú er teknikkurin so frammaliga,, at tað ber væl til at búgva einastaðni og arbeiða eina aðrastaðni.
Hann heldur, at kommunurnar eiga at virka fyri at skapt ein tænastudepil í Suðuroy, har tað ber til at arbeiða nakrar dagar um vikuna í Suðuroy, hóast arbeiðsplássið er aðrastaðni.
Mikkjal Sørensen helt eisini, at ein Suðuroygrunnur hevði verið ein loysn.
Og so vóru tað fleiri politikarar, sum halda, at tað er ov strangt, at kommunur, sum skylda eina álíkning, ikki sleppa at taka lán, tí tað forðar teimum at virka og tað er ongin, sum sigur, at hálvonnur, ella tvær álíkningar eru tað rætta.
Onkur helt, at tað skuldi rætt og slætt bara staðið til fíggingarstovnin at mett um, antin lánið var forsvarligt, ella ikki