Leygardagin verður skipað fyri svimjistevnu í nýggja 50 metrar svimjihylinum í Vági.
Talan verður um ein veruligan elddóp fyri nýggju høllina, nú hon á fyrsta sinni er karmur um eina svimjikapping. Harumframt er talan sjálvsagt eisini um fyrstu ferð, at føroyskir svimjarar kappast í einum 50 metra hyli í Føroyum.
Tað er svimjifelagið á oynni, SuSwim, ið er vertur fyri kappingina, sum byrjar leygarmorgunin klokkan níggju.

Páls Høll fær sín elddóp





