Jóansøka: Nógv fólk og góður hýrur

Løgreglan í Suðuroy slapp at halda Jóansøku í friði og náðum. ? Gestirnir vóru komnir til Suðuroyar at halda Jóansøku, og ikki at berjast, sigur vakthavandi á støðini á Tvøroyri

Sveinur Tróndarson


Jóansøkan var í Vági um vikuskiftið, og sum vanligt var nógv fólk á stevnu. Veðrið var fyrireikarunum til vildar, men tað vóru nú ikki bara fyrireikararnir, sum fingu gagn av góðveðrinum. Løgreglan kann eisini fegnast um, at stevnuhýrurin fylgdi veðrinum, og tí kundu teir njóta stevnuna í friði og náðum.

Vakthavandi á støðini á Tvøroyri sigur, at hetta var ein av teimum allarfriðarligastu jóansøkunum. ? Vit hava ikki havt so mikið sum ein liggjandi gest og tað er ikki so vanligt, sigur vakthavandi. Trý fólk vóru tikin fyri at koyra við kenning, og tað var í stuttum tað, sum hendi á Jóansøku, leggur vakthavandi afturat.

Tað talar sjálvandi ímóti at hava liggjandi gestir, at løgreglan heldur til á Tvøroyri og í ár var stevnan í Vági. ? Ikki tí at tað ikki ber til, men tað er sjálvandi ikki so høgligt, at fara dragandi við teimum úr Vági á Tvøroyri. Men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð, og í ár, sluppu vit frá, at hugsa nakað sum helst um tað, tí eingin var, sum skuldi inn at sova, sigur vakthavandi.

Løgreglustøð var í Vági til fyri nøkrum árum síðani, og hon var rættiliga jóansøkuútgjørd, um vit loyva okkum at kalla tað so. Klivar og alt tað, sum hoyrir til eina slíka støð, og tað gjørdi arbeiðsumstøðurnar hjá løgregluni í Suðuroynni munandi lættari. ? Men nú er tað sum tað er, og vit klára okkum, sigur vakthavandi á støðini á Tvøroyri.

Løgreglan á Tvøroyri hevði annars gjørt seg út til Jóansøkuna. Tað eru sjey mans knýttir at støðini, harav ein er sýslumaður og tveir eykamenn. Umframt teir vóru tríggjar mans komnir suður um fjørðin, so alt í alt vóru tíggju mans til arbeiðis um jóansøkuna. børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.