kann siga, at her stóð á jøvnum. TAÐ eru so aftur tey, sum halda, at nú monopolið varð avtikið, so átti tað at verið gjørt fult og heilt. Idealið átti at verið, at vit fingu nógv tryggingarfeløg, soleiðis [...] meting, nevniliga hon, at vit tá fingu alt ov nógv sjálvstøðug feløg til ein sera avmarkaðan heimamarknað- og høvdu hesi fyrr ella seinni kappað høvdið av hvørjum øðrum. NÚ hava vit so fingið tveir tryggingar [...] hevur størstu eginognina. Hon er uppá góða milliard kr. HÓAST tað nú eftir øllum at døma er komið á mál, so restar enn góðkenning frá eitt nú eftirliti. Hon fer at koma innan fyri nakrar mánaðir. TAÐ er nýggja
umrøddu málum eru nógv mál, sum ikki hava nakað beinleiðis við umheimin at gera. Tað eru mál, sum leika á her og sum vit sjálvi mugu loysa. Her er tað ikki minst spurningurin um, hvussu vit við nýggjum hugburði [...] hesum sambandi vilja vit enn einaferð vísa til tey mongu og frálíku uppskotini, sum John Smith er komin við og sum hava til endamál at benda okkum inn á nýggjar tankagangir, har vit fáa optimalt burtur [...] HÓAST tað helst ganga nakrar vikur, áðrenn vit hava eitt nýtt landsstýri, so ber til longu nú at seta upp ein lista yvir nakrar av teimum mest týðandi uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri eftir valið
hetta so stóra og týðandi mál. Hetta byggja vit m.a. á hansara egnu avgerðir, eitt nú hana at seta til viks uppskot frá bæði samráðingarnevnd og uttanlandsnevnd. Vit hava annars róst løgmanni fyri ta breiðu [...] partin. Tað eru diplomatiskar grundreglur, ið tú ikki kann seta til síðis, um so er, at tú ynskir eina samráðingarloysn. Við hesum hava vit ikki sagt, at hetta málið skal skundast ígjøgnum. Vit taka undir [...] tykist bráddliga at hava áhuga í valstríðnum. Vit hava víst á, at spurningurin eigur at fáa framstandandi prioritet, tá eitt nýtt landsstýri verður valt í næstum. Vit hava sammett týdningin av honum við onnur
tær kemur til hugs tí, ið nærkast rasismu. VIT halda okkum hvørki vera erkvisin ella sjálvupptikin, tá vit fella henda dóm yvir orð Mimi Jacobsens. Hetta eru nevniliga meira enn bara tilvildarliga brúkt [...] Føroyar. Hennara orð gagna hvørki dønum ella føroyingum, men eru bert við til at grava ta gjógv, sum eitt nú bankamálið er orsøkin til, enn djúpri. Vit skilja væl torføru støðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon [...] danskir politikarar hava loyvi at siga sína hugsan um føroyingar og Føroyar. Bæði uppá gott og ilt. Vit liva í einum frælsum og demokratiskum samfelag, og partur av tí almenna orðaskiftinum vil altíð vera
landi, kunnu vit økja umsetningin til alt landshúsarhaldið so nógv, at vit tá av røttum kunnu kalla okkum heimsins ríkastu tjóð. Føroyar eru so ríkar uppá tilfeingi av øllum slag, at vit til hetta valið [...] týðandi og stóra evnið. Vit tosa í veruleikanum um alt landshúsarhaldið: hvussu hetta skal skipast og mennast, ikki bert í komandi tíð, men so sanniliga eisini langt inn í næstu øld. Vit kenna lutvís innihaldið [...] og tí er torført at tosa um búskap uttan eisini at viðgera grundarlagið, vinnuna. Tíðin er komin hartil, at vit aftur mugu til at gera íløgur í hetta samfelagið, íløgur fyrst og fremst í sunnar og skilagóðar
broyting hendur í heila tikið. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørji vit eru, hvat vit eru og hvussu vit skulu samvinna við umheimin í 20. øld. Og hetta megna vit, um vit fáa eitt samstarv millum flokkar [...] Men ivasamt er um hesir fáa meiriluta. Aftrat hesum eru so eisini møguleikar við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga [...] føroyskum politikki í komandi skeiði. Vit meta, at hetta ber til, uttan at tað skal vera neyðugt at taka til ekstrem, víðgongd tiltøk ella bara at lata standa til. Vit mugu fóta okkum eftir kreppuna og menna
almanna- og heilsumálini verða fyri so ómetaliga stórum broytingum nú vit fara inn í eina nýggja øld. Pensiónirnar eru eitt stórmál. Hvussu megna vit at gjalda eina rímuliga upphædd til tað støðugt vaksandi talið [...] góður útbúgvingarstovnar osfr.? VIT seta ikki henda spurningin, tí vit hervið vilja prioritera vinnuna lægri enn almennar tænastur. Vit vilja bert siga, at hesi tingini eru ófrávíkiliga tengd at hvørjum [...] skal gjalda? Hvussu útbyggja vit okkaraheimahjálparaskipan,heimasjúkrasystraskipan, kommulæknaskipan osfr? Hvussu ætla vit, at sjúkrahúsverkið skal mennast? Hvat gera vit fyri at forða fyri tí læknatroti
kann eisini sigast um marknatrætuna við bretar, at nú hon hevur vart so leingi, hevur tað ikki skund at fáa eina avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini bíða í nakrar vikur og latið nýggjar kreftir [...] TAÐ eru ikki bert bankamálið og uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt [...] oljuleitingini á føroyska landgrunninum. Hesi málini eru tvinnað saman, og hava sum so ómetaliga stóran týdning fyri Føroya framtíð. UM somu tíð sum vit tí bíða eftir eini loysn á marknamálinum bíða útlendsku
NÚ eigur ein altíð at vera varin og ikki taka eina veljarakanning fyri nakað fult og heilt. Talan er oftani um eina kanning, sum bert byggir á lutfalsliga lítið tal av veljarunum. Tá vit hava donsku v [...] sum við høvuðstalsmanni sínum, Óla Breckmann, hevur traðkað niður á øll, sum ikki eru rætttrúgvandi fólkafloksfólk, nú fáa litið upp í hendi landsins hægsta sess? Nei og aftur nei. Eitt er tað, at ein [...] veljarakanningarnar fyri fólkatignsvalið í huganum, so eiga vit bara at brúka slíkar kanningar sum vegleiðandi. Men tó so, tær geva okkum eina hóming og eina ábending. EFTIR okkara tykki eigur tann parturin
fylkjast um Javnaðarflokkin. VIT eru enn ikki komin úr búskaparkreppuni, sum neit hart í mongum heimi. Men avleiðingarnar fyri føroysku familjuna kundu verið nógv verri, um vit ikki høvdu sosialdemokratiska [...] politikki seinastu 35 árini. Vit sóu tað í sjálvstýrislandsstýrinum, tá hann sveik uppskotini, sum førdu á sjálvstýrisleið. Síðani hava vit sæð tað í áttatiárunum, og vit sóu tað aftur í nítiárunum, tá