Leirvík: Í gjárkvøldi setti Sambansflokkurin landsfund sín í Leirvík. Sum eitt av evnunum á fundinum hevur flokkurin fingið vitjan av danska innanríkis- og heilsumálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. [...] eisini við á ferðini. Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum endar við sambandsveitslu í kvøld í bygdarhúsinum í Leirvík. [...] bera fram, tí hann fylgir væl við í føroyskum viðurskiftum. Hetta fær hann gjørt, tí hann skilir føroyskt, og hevur eisini í gerandisdegnum ávirkan úr Føroyum, hagani kona hansara er ættað. Hon er eisini
kommununuskrivstovan í Leirvík verður brúkt til kunningarstovu og onnur frítíðarendamál í framtíðini Nú Leirvík og Gøta hava lagt saman í eina kommunu, er gjørt av, at umsitingin skal vera í Gøtu. Men tað hevur [...] hevur so reist spurningin um, hvat kommunuskrivstovan í Leirvík so skal brúkast til. Eisini í bygdaráðnum hevur hesin spurningurin verið til umrøðu. Eitt, sum nógv hevur verið tosað um, er at gera komm [...] stovuna til kunningarstovu og til onnur endamál, sum hava við ferðavinnu og frítíðarvinnu at gera. Í hesum sambandi hava tey kannað eftir, hvussu ferðavinnutiltøk og kunningarstovur eru skipað aðrastaðni
Stórt nýggjárshald verður í Leirvík í kvøld, nýggjársaftan. Hetta er eitt tiltak, sum plagar at savna ein hóp av fólki. Byrjað verður úti á Høvdavirkinum klokkan 19, har eitt satt fýrverksbrak verður frá [...] frá klokkan 20-22. Vanliga kyndlagongan í Leirvík byrjar klokkan 23.30, og nýggjársbálið verður tendrað á midnátt. Bálið verður við neystini við bátahylin.
høvuðsfarleiðin um Leirvík skal leggjast. Eg skal nevna nøkur her, sum koma beinleiðis í konflikt við uppskot títt um høvuðsfarleið um Leirvík: Tað er bert ein útbyggingarmøguleiki í Leirvík, og tað er niðaneftir [...] egna uppskot um vegaføring um Leirvík. Báðar hesar farleiðir liggja omanfyri alt byggilendi á staðnum, meðan títt egna uppskot um Leirvík, liggur ígjøgnum besta byggilendi í bygdini, viðarlund og møgulig [...] tosa um gamlar tíðir og gomul minnir. Nei her mugu vit øll skifta kós og læra okkum at handla í dag heldur enn í morgin, skulu vit náa málsetninginum. Sjálvur haldi eg ikki, at eg eri komin við einum tómum
Bygdafundir hava verið í Leirvík, har leirvíkingar hava sagt, at teir ynskja ein tunnil í Leirvík, tí tað er tað tryggasta fyri Leirvíkina, og flest allir borgarar í Leirvík eru samdir við hesum. Tá [...] sær sess í tinginum, so teir loysu Norðoyartunnilin frá farleiðini »Leirvík Klaksvík«. So var farið í gongd við tunnilin, sum nú skal opna í mai 2006, men málið um farleiðina ígjøgnum Leirvík hevur [...] bara brúkt tann sama viberatiónsmátaran, sum teir høvdu standandi á kaiini í Leirvík, tá teir dýptu havnalagið, tí tá komu rivur í hús av viberatiónum, sum stóðust av teimum spreingingum sum vóru gjørdar
sum gongur millum Leirvík og Vík, koyrdi beint tvørtur um vegin og fór runt hinumegin. Fleiri fólk vóru í hesum bili, men lukkutíð hendi eingin mansskaði. Ikki hesaferð heldur? Løgreglan í Eysturoy sigur [...] vegin, sum gongur úr Leirvík og út á Vík. Onkusvegna hendir tað, at fleiri ? og kanska serliga tey minni kendu á hesi leið ? hava lyndi til at koyra beint fram, tá tey koma niðan móti. Í slíkum føri er stórur [...] niðan av tunnilsvegnum og niðan á vegin, sum gongur millum Leirvík og Vík. - Eitt er, at hetta er eitt myrkt og helst ov illa uppmerkt vegastrekkið. Í aðrar mátar virkar tað fyri fleiri bilførarar, sum um vegurin
Í morgin skipa KFUM-skótarnir í Leirvík fyri familjutiltaki í Leirvík. Skipað verður fyri ymiskum virksemi í viðalundini, har øll, børn og vaksin, sleppa at royna og læra ymisk skóta kynstur og virksemi [...] rin verður í viðalundini (Limmilund) og byrjar klokkan 14.00 og endar klokkan 18.00 við legubáli við felags sangi og skemti, og borgmeistarin, Jóhan Christiansen, heldur røðu. Viðrar ikki í morgin, verður [...] gávu til skótarnar fyri útreiðslur av tiltakinum. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga KFUM-skótarnir í Leirvík.
bátar, sum tilsamans hava eini 30 fólk í starvi. Er keypið komið knappliga í lag? - Ja, tað gekk rættiliga skjótt, tá keypið stóð okkum í boði. Eg ivist onga løtu í, at avgerðin at keypa var røtt. Hetta [...] keyparar av øllum partabrøvunum í P/F Hvilvtenni hjá Kjartani Joensen, eru Jónsvein Knudsen, reiðari og vinnulívsmaður, Sjóborg í Leirvík og eitt felag hjá Peturi Mohr. Hvørjar møguleikar síggja tit við hesum [...] At Kjartan Joensen í Leirvík, sum ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum hevur selt alt sítt vinnuliga virksemi, merkir hetta, at maðurin nú leggur 35 ára virksemi aftur um bak. Teir, ið standa sum keyparar
arbeiðinum. 5.5.62 KFUM-skótarnir í Leirvík vórðu stovnaðir 5. mai 1962. Martin Fjallstein, sum frammanundan var skóti í Fuglafirði, fór undir skótaarbeiðið í Leirvík. Skótaovasti um hetta mundi var Jákup [...] hjartaliga vælkomin og vóna skótarnir, at mong, í bygd og avbygd, vilja hátíðarhalda 50-ára stovningardagin saman við teimum. KFUM-skótarnir í Leirvík hava í dag umleið 80 limir, frá 1. flokki og uppeftir [...] Jákup Bærendsen, sum var lærari í Fuglafirði. Hann átti sín góða part av at arbeiðið í Leirvík fekst í lag og at eitt bólkaráð varð stovnað.
Í dag klokkan 16 verður konsert og hugnaløta í Bátasavninum í Leirvík, sum nú hevur fingið spildurnýtt flygul. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis Bátasavnið í Leirvík er eitt rættiligt mentanarsavn [...] spildurnýtt flygul so prýðiliga í snotuligu og hugaligu hølunum í Leirvík. Monika Stauss Joensen, sum spælir violin og Birgitte Schnakenburg, sum spælir flygul, hava báðar drúgvar royndir innan tónleik. [...] Bátasavninum í Leirvík í dag klokkan 16, tá Birgitte fer at spæla á nýggja flyglinum. Tær fara at spæla verk eftir Beethoven, Tschaikovsky, Mozart, Kreisler og Hubay. Fyri at gera løtuna minnisliga og hugnaliga