Lars Løkke til Leirvíkar

Sambandsflokkurin hevur fingið danska innanríkisráðharran sum gestarøðara á landsfundinum um vikuskiftið.

Leirvík: Í gjárkvøldi setti Sambansflokkurin landsfund sín í Leirvík.
Sum eitt av evnunum á fundinum hevur flokkurin fingið vitjan av danska innanríkis- og heilsumálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.
Hann er eisini næstformaður í danska Vinstra-flokkinum, og hevur tey seinnu árini ofta verið við til hesar landsfundirnar.
Tað verður uttan iva áhugavert at lurta eftir tí, ið Lars Løkke hevur at bera fram, tí hann fylgir væl við í føroyskum viðurskiftum.
Hetta fær hann gjørt, tí hann skilir føroyskt, og hevur eisini í gerandisdegnum ávirkan úr Føroyum, hagani kona hansara er ættað. Hon er eisini við á ferðini.
Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum endar við sambandsveitslu í kvøld í bygdarhúsinum í Leirvík.