Góði Kári,
Sjálvandi eru nógv onnur atlit at taka enn Kyoto og orkunýtslu, tá ið høvuðsfarleiðin um Leirvík skal leggjast. Eg skal nevna nøkur her, sum koma beinleiðis í konflikt við uppskot títt um høvuðsfarleið um Leirvík:
Tað er bert ein útbyggingarmøguleiki í Leirvík, og tað er niðaneftir
Vegurin kemur beint ígjøgnum viðarlundina
Møgulig fornminnir fara fyri skeyti
Vegur fer beint ígjøgnum byggilendi
Bygdin verður deild í tvey
At leggja vegin har niðri hevur sjálvandi eisini sínar negativu avleiðingar, treyðugt so. Men hóast alt eru bert fá sethús har, umframt at vinnan seinastu trý árini hevur fingið áleið 20.000 m2 meira at ráða yvir, og sostatt hevur góðar útbyggingarmøguleikar har niðri kortini.
Tá ið talan er um Kyoto, nyttar lítð at tosa um gamlar tíðir og gomul minnir. Nei her mugu vit øll skifta kós og læra okkum at handla í dag heldur enn í morgin, skulu vit náa málsetninginum.
Sjálvur haldi eg ikki, at eg eri komin við einum tómum pástandi um, at CO2 útlátið meira enn tvífaldast við at leggja høvuðsfarleiðina omanfyri bygdina. Haldi meg heldur hava víst á ein verðuleika, sum ikki er so torførur at rokna uppá – verður vegurin lagdur í erva, verður hann áleið 1 km longri enn har niðri, sum gevur omanfyri 50% í øktum CO2 útláti, meðan nógv orka eisini fer til hæddarmunin á uml. 70 metrar og eyka kavarudding v.m.
Dugi ikki at síggja, hvussu tú kanst samanbera nýggju vegaføringina millum Skála - Strendur og Runavík – Gøtueiði við títt egna uppskot um vegaføring um Leirvík. Báðar hesar farleiðir liggja omanfyri alt byggilendi á staðnum, meðan títt egna uppskot um Leirvík, liggur ígjøgnum besta byggilendi í bygdini, viðarlund og møgulig fornminnir. Eisini liggja báðir portalarnir í láglendi og virkar tað tí púra burturvið at fara niðan í brekkuna bert fyri at venda omanaftur. Tá talan er um vegastrekkið Skála – Strendur varð henda loysnin eisini samtykt og arbeiðið byrjað áðrenn 28. september ella tann dagin løgtingið samtykti Kyoto-sáttmálan.
Haldi tað er óheppi, at málið aftur skal í løtingið, nú ein loysn hómast fyri framman, og arbeiðið har niðri í bygdin kann byrja um stutta tíð. Haldi heldur ikki at tað er rætt at trýsta eina vegaføring omanfyri bygdina ígjøgnum, beint ímóti fólkaviljanum í Leirvík. Tá hevði tað sømt seg betri hjá løgtinginum at heitt á Leirvíkar bygdarráð um at skipa fyri eini vegleiðandi fólkaatkvøðu, áðrenn tingið viðjørdi málið aftur.
Havi eisini, eins og Kári P. Højgaard, seinast hálva árið billað mær inn, at ætlanin hjá kommununi var at leggja høvuðsvegin um Leirvík uppi á Brekkum. Men sambært nýggjastu tekningini á heimasíðuni hjá kommununi, er vegurin fluttur frá uppi á Brekkum og umleið 30 m longur oman í sjálva brekkuna. Hvat sigur Kári P. Højgaard til tað?
Hóast eg ikki eri samdur við Kára P. Højgaard um vegaføringina um Leirvík, haldi eg at Sjálvstýrisflokkurin annars førir ein sera skilagóðan umhvørvispolitikk, og eiga tit alt rós uppiborið fyri tað.