At Kjartan Joensen í Leirvík, sum ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum hevur selt alt sítt vinnuliga virksemi, merkir hetta, at maðurin nú leggur 35 ára virksemi aftur um bak.
Teir, ið standa sum keyparar av øllum partabrøvunum í P/F Hvilvtenni hjá Kjartani Joensen, eru Jónsvein Knudsen, reiðari og vinnulívsmaður, Sjóborg í Leirvík og eitt felag hjá Peturi Mohr.
Hvørjar møguleikar síggja tit við hesum keypi, Jónsvein Knudsen?
- Vit síggja fleiri møguleikar. Talan er um eitt flakavirki, eina egningarmiðstøð umframt og tríggjar bátar, sum tilsamans hava eini 30 fólk í starvi.
Er keypið komið knappliga í lag?
- Ja, tað gekk rættiliga skjótt, tá keypið stóð okkum í boði. Eg ivist onga løtu í, at avgerðin at keypa var røtt. Hetta gevur okkum nýggjar møguleikar, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari og nú eisini virkiseigari.
Keypsprísurin fyri virksemið, sum P/F Hvilvtenni í Leirvík átti, er ikki upplýstur.